hósdagur 22. desember 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
29
Eg meini so við, sjálvandi
býr okkurt politiskt undir eini
drotningavitjan. Allíkavæl
uppføra vit føroyingar okkum
hvørja ferð, sum at hetta bara er
ein fitt eldri dáma, sum kemur
á eina hugnaliga vitjan at deila
riddarakrossar út og halda røður,
sum hon sjálv hevur skrivað…
Fyri nógv var Drotningarøðan
fyrst og fremst skemt, og tað var
eisini ein partur av ætlanini. Men
Anfinnur heldur, at politiskir
leikir, eisini av hesum slagi,
kunnu verða við til at broyta
okkum sum menniskju og í
síðsta enda kanska eisini skapa
eitt betri samfelag.
- Also, við at vísa okkum
sjálvum og øðrum, hvussu vit
eru, kann sjónleikur blíva eitt
boð uppá, hvussu vit kanska
heldur áttu at verið. Tá tað
eydnast, trúgvi eg veruliga, at
tað ber til at broyta heimin. Eg
vil gera leikir, sum fáa okkum at
seta spurnartekin við, hví vit eru,
sum vit eru, leikir, sum rykkja
okkum út úr okkara sjálvrættvísa
nøgdsemi, har summi eru inni og
onnur úti, sigur Annfinnur.
Hatta ljóðar øgiliga idealist
iskt ...
- Tað er tað eisini. Og eg
eri púra greiður yvir, at tað,
sum eg geri beint nú fyri at
fáa breyð á borðið, hvørki er
serliga idealistiskt ella politiskt.
Musical er ikki list. Tað er
bara gott handverk og gott
undirhald, og tað skal eisini
til. Ongin orkar at noyðast upp
hvønn morgun at broyta heimin,
men sum sjónleikari havi eg
kanska møguleikan av og á.
Spurningurin er so, um eg ikki
eisini havi skyldu til at brúka
hann.
Ginusøgur á tingi
At brúka hendan møguleikan í
Føroyum er ikki bara freistandi,
men púra eyðsýnt, tí sambært
Annfinni er føroyska samfelagið
sum skraddaraseymað til leikir
um politiskt ella eldfim evni.
- Vit sóu jú, hvat hendi við
Ginusøgum, sigur Annfinnur,
sum illa dugir at ímynda sær, at
eitt sovorðið evni bleiv tikið upp
til alment kjak í Føroyum, um
tað ikki var, tí ein sjónleikur
hevði sett tað á plakatina.
- Onkrir av landsins kosnu
monnum hóttu enntá við at
skarva 400.000 av játtani til
Leikpall Føroya sum hevnd fyri
Ginusøgur, hóast teir ikki høvdu
sæð leikin. Ikki, at nakar tók teir
fyri fult, men allíkavæl– leikurin
førkaði heiminum nøkur stig
eina løtu, og tað er tað, sum
sjónleikur kann, og skal. Beint
nú hevði tað til dømis verið
upplagt at gjørt ein leik um
grotesku handfaringina av
útlendingamálunum, og hvussu
við rættindunum hjá teimum
samkyndu? Menningarhjálpin
og allur dupultmoralurin, sum
hartil hoyrir, fyri ikki at tala um
alt fullveldismálið. Har er nokk
at tríva í.
Trupulleikin er ikki, at før
oyingar ikki vilja kjakast um
viðkvom evni. Men ein kjak
mentan, sum er kjølfest í einum
samfelag, sum ongantíð noyðist
at taka evstu ábyrgd fyri sínum
avgerðum, fær illa verðið annað
enn ilsinnisgleps og persónligt
runublakaríð, heldur Annfinnur.
Tí hevur leiklistin og list yvir
høvur kanska eina serliga
uppgávu at røkja í Føroyum við
at skapa neyðugu frástøðuna, so
vit fáa sæð og viðgjørt okkum
sjálvi í einum størri høpi.
Føroyskar fyrimyndir
Hóast sjónleikur, sum politikst
íkast, er nærum ódyrkað lendi
í Føroyum, heldur Annfinnur
tað hinvegin vera ófatiligt, at
føroyska leiklistin er komin so
langt, sum hon er. At vit í dag
hava ein Tjóðpall, kunnu vit
takka nøkrum ótroyttiligum
eldsálum, ikki minst í áhuga
feløgunum fyri, sum uttan
pengar ella umstøður hava ment
eitt sjónleikarumhvørvi, vit
øll kunnu vera errin av, sigur
Annfinnur og sendir samstundis
ein vinarligan tanka til Adelborg
Linklett og Edward Fuglø, sum
góvu Annfinni hansara fyrsta
leiklut í Brøðurnir Leyvuhjarta.
- Tað vóru fólk, sum hesi og
seinni tey í Grímu, ið góvu
mær íblástur og hug at fara
á sjónleikaraskúla. Tey eru
framvegis mínar fyrimyndir, og
mín dreymur er at koma heim
til Føroyar at spæla saman við
teimum aftur, sigur Annfinnur,
sum eisini er farin at leingjast
eftir at sleppa at spæla á
føroyskum aftur.
- Tað tók mær tvey ár við ser
undirvísing at bróta tær donsku
málsligum forðingarnar. Áðrenn
tað, ljóðaði tað bara sum, at eg
tosaði danskt, men eg føldi ikki
veruliga tað, sum eg spældi. Í
dag eri eg takksamur fyri hava
lært eitt annað mál so væl, men
onki kann samanberast við
kensluna, tá klangbotnurin er
har beinanvegin, og tú kanst
spæla frá hjartanum. Danskurin
(Grundtvig) sigur tað jú so gott:
“Modersmålet er hjertets sprog”.
Ómentað Visjón 2015
- Nú fáa vit at síggja um
Tjóðpallinum verður lív lagað.
Jenny Petersen ger eitt gott
arbeiði, men tað er ringt at vinda
vatn úr gróti. Vit hava fingið
eitt fínt heiti, men enn hevur
politiski viljin ikki givið okkum
neyðugu fíggjarligu karmarnar,
sigur Annfinnur sum fýlist
á, at Visjón 2015 bert tykist
snúgva seg um kappingarføri og
marknaðaratgongd.
- Pengar snara kanska verðini
runt, men tað eru onnur virðir
sum geva okkum kjølfesti sum
føroyingar. Tað andaliga og
sosiala tilfeingið skapar okkum
sum menniskju og tað kann ikki
metast í krónum og oyrum. Í
hesum globala meldrinum er
tað ikki longur ein sjálvfylgja
at vita, hvør man er, og tí mugu
vit gera okkum greitt, at eitt lítið
land hevur brúk fyri eini sterkari
mentan, og so raðfesta hareftir.
føroyskan politikk
Annfinnur sum Gaston og sum
Cogsworth í Beauty and the Beast.
Høgrumegin sæst Preben Kristensen
Mynd: Henrik Lund
Beauty and the Beast á Det Ny Teater
Leikurin er fyrsti Disney sangleikur, sum verður framførdur í
Norðurlondum
Við meir enn 200.000 áskoðaður um árið er Det Ny Teater
mest vitjaða leikhúsið í Danmark
Pláss er fyri gott 1000 áskoðarum
Beauty and the Beast er størsta skandinaviska leikuppseting
nakrantíð og kostar 100 mill. kr.
Fleiri enn 100 leikarar eru við í leikinum.
Sangleikurin byggir á leikin hjá Disney Productions, sum
hevur verið sýndur á Broadway uttan íhald síðani 1994.
Beauty and he Beast hevur verið sýndur í 14 londum kring
heimin fyri fleiri enn 25 mill. áskoðarum
Føroyski hugburðurin til danska kongshúsið fekk ikki so fá prik, tá
Annfinnur Heinesen og Allan Dalsgarð framførdu teirra Drotningarøðu á
Ólavsøku í ár
Mynd: Høgni Heinesen