Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 31 Tað fyrsta, bóndin gjørdi, tá ið hann kom av borðinum, var at vita um ljómurin í røddini var farin. Hann stillaði seg fram á gólvið og sang do, re, mi, fa, so, la, bi, do. Tað rungaði eftirí. Sjúkrasysturin tók til, so mælskur bóndin var og hevði gott mál. Læknin vildi hava hetta tikið upp á band, so hann kundi leggja hetta út á heimasíðu sína sum eina midifíl. Tað helt Tormóður verða gott hugskot, so kundu sangararnir hoyra, at røddin ikki var farin av lagi. – Nei, nú var eg ikki lagdur undir fulla narkosu. Tú veitst, læknin, okkum, sum dámar at syngja, vit eru eymir um røddina. Nú fekk eg eitt sindur av hesum doyvandi løgi sprænt inn í kroppin, og hugsaði eg, kanska fer tað at nerva røddina. – Nei, á tig og tala, tú hevur sama ljóm í røddini sum gamli Edward Mitens. Har er ikki so mikið sum eitt dism av einum dusti á málbandi bóndans, á, so langt frá tí. Tú ert ein knávur sangari! He,he,he,ha,ha,ha! Tormóður setti seg í bilin. Hann royndi at fara væl við sær og ikki gera ov nógv av. Nú var at fara norður aftur til gomlu og allar sangvinirnar. Bóndin var ovurfegin um hesa gongd. Hann legði leiðina upp á Oynna.- Fór hóvliga eftir Oyggjarvegnum. Nei, nú vildi hann síggja landið. Hann steðgaði á uppi undir Stiðjafjalli og fór úr bilinum. Hann stóð eina skamma stund og tók hesa alføgru vetrarmynd til sín. Hann kundi hugsað sær at sungið In diesem heilgen Hallen úr Gandafloytuni. Við mekt og mæti lyfti hann rødd sína upp og sang: Eg oyggjar veit, sum hava fjøll. Stóð sum ein fegin lomvigi eitt sindur bogin og sang. Seyðurin, sum lá næst, fór til beins í eystur og vestur. Nú hann var loystur úr bandi og ikki kom undir fulla narkosu, hevði hann ikki droymt um, at seyðurin kundi taka til rýmingar undan fagnaðarsangi hansara. – Nei, ikki skal eg standa ov leingi her og fáa hagfastan seyð av leið, tí heima bíða tey mær. Hann setti seg varisliga aftur í bilin sum ein barnakona og fór tenjandi norðureftir. Hann var lættur um hjartað og rann hetta ikki honum til hugs, at læknin sunnan av landi fyri skammari stund síðani hevði verið inni í búkholu bóndans. Tað skýmdi, meðan hann koyrdi norðuryvir. Allastaðni hann kom framvið, lýstu jóla­ perurnar í vindeygunum. Glitur og glimur, sum høvdu randað jólini og givið jólarákinum lygnir av eini andaligum máli.- Ljósið, sum skínur í myrkrinum, hugsaði bóndin. Tá ið ein liggur og dregur, plagdi at verða sagt: So leingi lív er, er vón.. Sanniliga eisini, har sum ljós er, er lív. Aldri hevði hann sæð heimin ligið so fjálgan og vakran fyri fótum sínum. Tað stóð við klettin, og Sundalagið var sum ein sveiti á at líta. Gluggaljósið og gøtuljósini kíndu lygnunum á sjónum. Himinin var heiður, og tað klára himmalljósið lá um alt hválvið, og fjøllini stóðu sum miklir fjallagubbar og hugnaðu sær í hesum alheims, kosmiska upprunaljósi, sum fór um Norðhavið hesa løtu millum jólannna, hann var á ferð heim. Bóndin, sum kendi natúrina, sum sín egna lumma, hevði ikki sæð so vakra sjón áður. Kanska vóru kenslurnar viðkvamar og loftaðu øllum tí, sum fleyt inn í eygað við ovurhonds dýrmætum lívsljósi. Jú, har sum ljós er, er lív. Jenny, Lítli Max, Tubbaks Per, Svana Pól og Hindemann vildu gera afturkomu bóndans hugnaliga, men alt skuldi verða í samráð við bóndakonuna. Hon skuldi einki stríð hava av hesum, sum nú stóð fyri. Manskórið hevði fingið boð um at halda seg til reiðar. Teir høvdu eina telefonketu, og hon fór í gongd beinanvegin, tá ið tað frættist, at Tormóður bóndi kom heimaftur. At bóndin kom aftur sama dag, hevði eingin droymt um. Tríggjar dagar, tað vildi onkur meint, at tað var tað minsta, ið ein kundi vænta sær at liggja á hospitalinum eftir skurðviðgerðina. Nú stóð alt á gosi, nú tað frætt­ ist, at bóndin leitaði sær heim aftur. Heima í bóndans garði var eitt sindur av stákan, nú Tormóður aftur kom til garðs. Enn hingu jólaperur í gluggum, á trøum og á altanum. Fólk vóru ikki farin aftur til verka, so flestu sangararnir í manskórinum vóru til dystin fús, nú songstjórin kom aftur av síni skurðviðgerð. Dagssetrið sendi sínar stór­fingnu ljósrípur upp um fjallagreinirnar, og lótu tær fara um hválvið í dýrd og mæti. – Tað var, sum skaparin vildi heilsa einum kærkomnum sangaravini, segði Svana Pól, sum bara var við tí góða orðinum. Sjóðið við sævarstrond, í áum og gjáum í hesi skýmingarløtu, var eitt dýrdarkvæði úr náttúrunar innastu sál. Teir heilagu kong­ arnir mundu sjálvandi kenna seg drignar at tí bleiktrandi bethlehemsstjørnuni á sinni eina slíka løtu í tí fornu øld. Ei dáni í at teir fóru heiman og kendu seg drignar at tí aldargamla himnaljósinum, sum neyvan hevði verið bjartari enn tá, tá ið frelsarin var borin í heim. Henda dýrd, sum var í kvøld, var bara eitt kó av tí , sum var á sinni í Bethlehem, men fornt var tað. Bóndin hevði sagt, at hann fór at vera við hús um fimm­ tíðina. Kórið var komið undir køksvindeygað at standa. Menn­ inir stóðu og smáprátaðu og lótu væl at jólunum. Eygleiddu bilarnar og hildu at bóndans bilur var tann triði í røðini av einum bilafylgi, ið kom inn um Sýn. Teir vóru harmir um bóndan og hansara pínsluferð eftir jól. Øll søgdu hann so góðan sum kórleiðara. Eingin fanst betri, men nú hann sjálvur ikki megnaði at lyfta armarnar, hevði nevndin í kórinum heitt á Jenny í Miðtúni at leiða teir fáu sangirnar, teir ætlaðu at syngja, nú bóndin aftur kom til garðs. Spakulga nærkaðist bóndans bilur. Hann kom varisliga í túnið . Kórið stóð til reiðar at syngja – Mær er kensla í barmi. Jenny stóð framman fyri kórinunm og gav tónan við eini blokkfloytu, sum hon hevði lænt frá einum skúlanæmingi. Ùtsetingin, ið kórið nýtti, gekk í g –dur og byrjaðu allir sangararnir á sama tóna. Í tí bóndin setti fótin á gamla jørð treiv kórið í at syngja - Mær er kensla í barmi. Bóndin reisti seg úr bilinum og stóð so bringubreiður í sínum føroyska búna. Hann royndi at rætta ryggin, men fekk ikki fett sær á. Tað vitsti Gud og hvør maður, at Tormóður hevði fingið skurðviðgerð, og at nalvabrokkurin var evni, sum var havt á lofti undir hvørjum húsarhorni í bygdini ta seinastu tíðina. Kona bóndans tók um hann og gav honum ein koss á kinn, og abbabørnini vóru sum fluga á grunningshøvdi kring abban. Øll vildu kyssa abban, men ikki fekk bóndin boygt seg niður og givið teimum ein koss. Við góðorðum kíndi og klappaði hann teimum. – Ja, vælsignað veri tit góðu børn! Jenny hevði sína royndarstund. Hon royndi at sláa taktina. Ikki vildi hon sleppa knoppataskuni, har góður løgur var í. Hon hevði sítt kamferglas, desinfektorglas og so atamonfløskuna við Invalid portvíni í, sum lógu og hálsfevndust hvørt um annað í taskuni. Hon var væl útgjørd. Bóndin stóð og lurtaði. Konan hevði fingið honum ein stav, so hann fekk hvílt seg eitt vet, meðan hann stóð. Hann festi eygað við tað svørtu taskuna. – Ja, Jenny, har í er allur tín musiski heimur, sum skal til, fyri at alt skal ganga upp í eina hægri eind, .... andin úr í Atamonfløskuni er ikki at forsmáa, hugsaði bóndin. Hann bleiv sinnisrørdur, tá ið hann hoyrdi henda rørandi sang. So lat okkum hitta teg, høgtíðardrott Um lokkur er gyltur, um hárið er grátt Tú vilt leið okkum vísa, Nú ljósini lýsa.... Konan rætti honum ein lumma­ klút og turkaði bóndin síni gleðis­tár av reyðdæmda, runda kinnklovanum.Veipingarnar hjá Jenny vóru ikki so ógvusligar sum hjá Tórmóði, tá ið hann stjórnaði. Hon var kvinna, og hevði rørslur sum ein kvinna. Ilt var hjá monnunum at fylgja hennara kvinnurørslum so nett og avvigað. Bóndin reiggjaði báðar hendur, men Jenny brúkti bert høgru hond, tí í vinstru hond hevði hon knubbataskuna. Hon livdi eitt sindur og skvaggaði í henni av Portvíni, desinfektor og kamferdropum . Taskan hoyrdi, eins og Jenny, heima í manskórinum. Hon hoyrdi til fylgið. Var hon ikki at sjá, var ein slíkur tómleiki í kórinum, at tað hoyrdist væl á rødd Hindemans. Teir kundu gott mangla ein sangara, og eingin beit merki í tað, men var taskan ikki til steðar, hoyrdist tað á røddunum.. Taskan og Jenny var ljómurin og íblásturin í hesum vala kóri. Áðrenn kórið fór undir at syngja næsta sálmin, helt bóndin lítla takkarrøðu. Hann var eitt sindur rørdur, Lítli Max var somuleiðis rørdur og so ljóðaði eitt plopp í taskuni hjá Jenny! Hon var farin niður í knuppataskuna og rótaði eftir lummaturriklæðinum við øllum teimum angandi, sirmandi kveikingardropunum í. Helt klútin upp fyri næsagluggarnar og andaði djúpt.- Á, læt í henni! Hon var eisini rørd av hesari kenslubornu løtu. Hon hevði stungið eitt reytt súgvurør niður í atamonfløskuna við Invalid portvíninum og slurkaði úr hesum lívgandi løgi. Hon var farin í gamla hattin hjá mammu síni frá krígnum av við netinum frammanfyri, so ilt var hjá monnunum at síggja hvat teirra kvinnuligi derigentur fanglaðist við. Bóndin takkaði fyri hesa tignarligu móttøku. Hann takkaði serliga Jenny og fylgisneytum hennara fyri teirra trúfesti móti sær og konuni, nú nalvin aftur hevði fingið av at vita, og ikki at forgloyma nalvabindið úr Miðtúni, sum hevði royala tign. Sjálvur Christian 10. var ikki so væl fagnaður, tá ið hann vitjaði her fyri seinastu ferð.. Tá ið Jenny hoyrdi orðini nalvabind og Chr. 10, mátti hon aftur fara í sína andans tasku. Aftur eitt klikk hoyrdist í taskuni hjá Jenny. Bóndin endaði røðu sína við at biðja allar fara inn á heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum: www.skurð.com og síggja alla skurðviðgerðina. Takk fyri øll somul og gott nýggjár. Jenny sansaði einki og bað Hindemann trína fram, tí teir skuldu syngja solona: My Mother had á Bordinghouse. Reyða súgvirørið var komið í hattanótina hjá Jenny. Tónin varð givin, og súgvurørið í netinum fór upp á sveiggj í glámlýsinum. Svingtaskan ruggaði aftur og fram og fór at reiggja, so íðin Jenny bleiv. Hon gjørdist næstan kyk, skalv og skelkaði eins og eitt bókablað.. Hon syfti taskuna yvir til Lítla Max. Hann loftaði henni og stóð sum steinrunnin við hesari dýrdarinnar tasku pinna stillur. Jenny brúkti bæði hendur og føtur í hesi rytmisku hólm­ gongu, og sá nú út sum ein pung­høgguslokkur undir hes­ um kvøldarinnar glámlýsi. Hindemann var stinnur. Hann var í tí hvíta turriklæðnum, grønu sloyfuni og vaggaði eins og ein trækrúna í kvøldarlotinum millum jólanna og helt við báðum hondum um hvíta turriklæðið. Alt hasaði væl av , og Jenny endaði hesa fyrstu derigentroynd sína, við at lata armarnar detta niður sum ein lamslignan fugl. Hindemann stóð eins og eun saltsúla, tá ið hond Jennysar kom í hansara lógva, og tey tóku ímóti lógvabrestunum, sum kneltu húsanna millum frá bygdarfólkinum. Øll, sum vóru komin í túnið, vórðu boðin til háborðs í bóndans garði. Bóndin hevði fingið sær breiðband frá Kalli og Kalsins gulu litir vóru á borðinum. Lítli Max helt tað vera so páskaligt, hóast tað var millum jólanna. Stórskýggi var settur upp í bestu stovu og leitað varð inn á www.skurð.com og øll skurðviðgerð bóndans var sýnd á stórskíggja. Bóndin greiddi frá mannagongdini , og menninir hildu brokk bóndans síggja musikalskan út, men nalvin sjálvur sá kanska eitt sindur tónadeyvur út og skurðseymurin var ikki eins vakur sum tann í rullupylsuseymingini hjá bóndakonuni. Kanska bar hann á Christian tíggjunda sála. Tað hildu allir menninir. Jenny fekk ikki orðið upp, tá ið hon hoyrdi orðið Christian tíggjundi. Hon var næstan við at fáa rimpilsi av hesi skurðviðgerð. Hon tók seg um bringuna og kikkaði eftir ondini, í tí læknin loysti nalvabindið, sum pápi hennara hevði borið, tá ið tíggjundi Christian fyri seinastu ferð var í Føroyum. Lítli Max sat við knoppataskuni og elti hana millum sínar hendur: - Max , lat meg fáa Atamon fløskuna, kikkaði hon histandi fram úr sær. Max tordi illa at hyggja upp á stórskíggjan. Tá ið læknin kom við knívinum og fór at skera, vendi hann sær móti Hindemann, sum sat og trilvaði eftir tí grønu sloyfuni. Honum dámdi heldur einki hesa fletting, men Tubbaks Per smírdist og sat undir hvørj­ um orði, meðan Tormóður bóndi greiddi frá. - Halgafaminda tínar , tað er feitt. Tað eru minst 13 merkur av tálg í bóndans krovi. Eg verði mettur bara at síggja bóndanalvan, har er nógvur undanskurður, sum av einum fimmskinsfiski, segði hann heldur speiskliga. - Nei, nei, Tubbaks Per, alt tað, tú sært kring nalvan, eru sangmusklar. Tú veitst, at eg havi lært teg at anda við búkmusklunum og ikki við bringuni, tá ið tú syngur. Tá ið bóndin stóð á gólvinum og sang do re mi aftan á skurð­ viðgerðina, var deyðatøgn inni. Tað hvatt ikki úr nøkrum. Summir blivu rørdir yvir at hoyra hvussu mælskur bóndin var, og summir vóru hugtiknir av sjúkrasystrini, so blíð hon var, og hvussu væl hon fór við bóndanum. Eisini tann mátin, hon rullaði nalvabrokkabindið saman. Alt var so rørandi. - Veitst tú Tormóður! Næstu jól skulu vit syngja do re mi til jólakonsertina. Eg kann gott syngja solo og spæla upp á mandolin, segði Svana Pól. Ja, tað skulu vit gera, hildu allir, tá ið sýningin á stórskíggjanum var liðug. Øll, ið inni vóru, vóru hugtikin av hesi musikalsku viðgerð og ikki minst Jenny, sum sat og kikkaði eftir ondini, nú bóndin hevði givið henni nalvabindið aftur. Hon var næstan fallin í óvit av anganum, ið stóð úr bindinum av royki bóndans, pápanum og tíggjunda Christiani. Allir hennara vinir – Lítli Max, Svana Pól, Hindemann og Tubbaks Per - vóru um hana. Teir róstu henni fyri hennara avrik hesa løtu. Allir søgdu við ein munn, at hon var ein megnar kvinna. Tað hoyrdist eitt klikk og atamonfløskan skygdi í stovuljósinum, og allir vinir hennara fingu ein smakk av hesum lívgandi vági. Lítli Max tók súgvurørið úr netinum og seig tað síðsta úr botninum á atamonfløskuni. Legði alt upp á pláss í tí musisku, musikalsku knoppataskuni og legði hana við síðuna av Jenny, ið nú var sovnað í djúpa stóli bóndans í bestustovu.