hósdagur 22. desember 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2005
23
Innlendismálaráðið
Stuðul av játtanini
til útoyggjamenning
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs
endamál er at stuðla tiltøkum í útoyggjum, sum
virka mennandi fyri hesar.
Játtanin verður umsitin sambært reglugerð, sum
fæst á www.imr.fo ella við at venda sær til Innlendis-
málaráðið.
Umsóknarfreistin at søkja stuðul er 1. februar 2006.
Innlendismálaráðið
Stuðul av játtanini
til umhvørvisverndartiltøk
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs
endamál er at stuðla tiltøkum
• sum menna vitanina um umhvørvið og/ella
náttúruna
• sum virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella -
avmarkandi
• sum verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg
• sum kunna almenningin um umhvørvis- og/ella
náttúruviðurskifti.
Umsóknarblað, kunning og reglugerð fæst á
www.imr.fo ella við at venda sær til Innlendismála-
ráðið.
Umsóknarfreistin er 1. februar 2006.
Innlendismálaráðið
Stuðul av játtanini
til frama fyri viðarvøkstur
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs
endamál er at stuðla viðarvøkstri fyri at fríðka um
lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt verja
ímóti jarðarmáan.
Umsóknarblað, kunning og reglugerð fæst á
www.imr.fo ella við at venda sær til Innlendismála-
ráðið.
Umsóknarfreistin er 1. februar 2006.
Landsfundur
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður
í Norðurlandahúsinum tann 29. desember. Byrjað
verður kl. 10.00 og hidið verður á út á seinnapartin.
Skráin verður tann vanliga fyri landsfundin, fyrst
og fremst ársfrágreiðing, roknskapur og ásetan av
limagjaldi.
Gestarøðari verður Petur Steingrund, fiskifrøðingur
á Fiskirannsóknarstovuni. Fiskifrøði er eitt evni, sum
er av stórum áhuga hjá fiskimonum, so vit vóna at
menn fara at møta upp og nýta møguleikan at lurta
og at seta spurningar á røttum stað. Hetta kann
eisini gagna fiskifrøðingum í teirra arbeiði.
Teir, sum hava útreiðslur av luttøkuni, fáa tær
endurgoldnar.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in