Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 32 Frits Johannesen Beint niðan fyri kirkjuna í Oynd­ arfirði er Krabbhylur. Hetta var spælipláss hjá smádreingjum í mong ára tíggjur. Um sumrarnar var gylt av børnum, sum vóru í summarfrí í hesi bygd. Hugtakið at sigla við lunnum fór fram í hesum hyli, sum frá natúrunar hond var gjørdur til dreingirnar. Her fóru mangar løtur av stað í spæli, sum avmyndaði lívið hjá tí vaksna liðnum. Páparnir vóru allir burtur um sumrarnar. Skjótt var ímyndin av Íslandi og Grønlandi fest sum ein hugamynd í hylin. Lunnarnir vóru al oftast rekaviður, sum var komin við vindi, aldu og streymi av fjarum leiðum og var endaður í onkrum neysti í Støðni. Teir høvdu fingið ein drúgvan dóp, og í dópsgávu fingu teir frá dreingjunum tað skotsmál, at hetta var eitt framúr gott leika, sum Várharra hevði tilevnað á víðum havi og í Djúpunum. Lunnarnir fingu ymisk nøvn alt eftir hvørjum skipi, fedrarnir sigldu við. Tað var lív í Krabb­ hyli á hásumri, men um jóltíðir var steindeytt í hesum alheims hyli, men altíð varð steðgað á, tá ið gingið varð fram við hesum dammi um vetrarnar. Tá runnu tankarnir aftur til summarið og dreymin um eitt gott komandi summar saman við lunnunum, sum lógu og svóvu sín vetrarsvøvn í teimum myrku neystunum niðri í Støðni. Sat tú í kirkjuni um jólahøg­ tíðina, hoyrdist alduskvatlið úr krabbhyli, og var tað brimgangur, so komu aldubrotini upp í sálma­ sang og lestur. Hetta fekk teg at hugsa um summarleikin í hesum brimbarda hyli. Tá ið sitið varð soleiðis, vandraðu tankarnir víða. Ljósini í stakunum blaktraðu undir kirkjuhválvinum, í altar­ talvuni og á andlitinum á yngri sum á eldri, men andlitsbrøgdini á teimum eldru fekk teg at droyma um farna lívið hjá hesum fólkum í hesi bygd. Menninir sótu sum høgdir úr teimum stóru klettunum, sum vóru komnir rullandi oman av Knúki. Kvinnurnar sótu við síðuna av hesum bulmiklu monnum og goymdi at tí strevi, sum hesir menn høvdu riðið av sær upp ígjøgnum árini. Teir fóru undir sítt lívsverk í Krabhyli.. Her gjørdu teir sín sáttmála við havgudin Poseidon, og hildu teir orð til likamið viknaði so mikið, at tað helt ikki til teir langu túrarnar undir Íslandi ella Grønlandi, men at liggja fyri berggyltum eitt summarkvøld við Høgna boða ella damla fram við landi á dyrgingarferð inn í Fjørð, var tváttur fyri sál og likam. Tá ressaðist aftur veiðihugurin hjá teimum eldru monnunum, sum vóru eitt við havið. Sálin var í havinum og havið var í teimum. Tá spældu viknaðar spengur og vøddar á stokkinum í tí váta vatninum og eitt bros fór um ennið, sum gjørdu løtuna til eitt tignaðarligt endurskin frá farnum døgum. Tær gomlu genturnar sótu við einari innisælari sál undir turrikløðunum og hildu saman hendur - lítillætnar í hesi heilagu løtu. Øll fólk í kirkjuni vildu vera í kyrru, hóast at inn- og útsúðurin í Krabbhyli kundu leiða tankarnar aðra leið. Tær gomlu genturnar søgdu ikki nógv um tað guddómliga, men hví skuldu tær tað? Tær høvdu lurtað eftir Brockmann og Carl Moe ár um ár. Tað var lykilin til ríki Guds. Tær bóðu sínar bønir, sum vóru í ætt við katólska liturgi. Kirkjan var frístaður teirra, tí her vóru øll eins. Várharra gjørdi ikki mun ímillum høgan ella lágan. Hann var við dreingjunum, tá ið teir silgdu við lunnum í Krabbhyli, hann var við monnunum, sum baldust á havinum, og hann var við hvørjum mansbarni, sum sat undir bitunum í Oyndarfjarðar kirkju jólakvøld. Fía við Stein sat á triðaftasta beinki konufólkamegin. Hon var sum ein stólpi høgd úr einum ævintýrakendum heimi. Sat kvirr undir sínum brúna sjali, sum fjaldi allari hennara synd. Sat við foldaðum hondum, sum vóru so ljóst hvítar av innilívi, men tær livnaðu í tí leiftrandi ljósinum í kirkjuni sum í málningunum hjá Rembrandt ella Eckersberg. Hevði annar teirrra verið oynd­ firðingur, høvdu teir havt gjørt Fíu ódeyðiliga. Hon hevði verið teirra livandi vágur í mynda­ gerðini. Fía dugdi jólasálmarnar uttan­at og blundaði við hvørt, hugdi við hvørt, men sat bara í einum andaligum sissheimi, sum í hennari vitsku og vilja leiddi til sálini, sum var undir tí ljóst brúna sjalinum, sum var eitt litfagurt íkast til teir myrku, døkku skuggarnar, sum vóru undir sperrunum, undir hválvinum og uppi undir tróðrinum, fóru upp á loftið og goymdu seg undir væðingini, har teir gomlu dreingirnir sótu. Okkergula sjalið, ljósið og tað svarta, var ein góður palettur, sum Rembrandt og Eckersberg ikki vóru ókunningir við, tí hevði Fía við Stein verið ein góð ond í teirra myndagerð og givið teimum íblástur til eina heimsmynd, sum bar heitið: Jólakvøld í Oyndfjarðar kirkju. Skúla Jacob las lesturin til jólakvøld. Brillurnar sótu frammi á nøsini, og høkan flyrraði í hesum ljóspæli. Hann livdi seg inn í boðskapin, og til endans var Skúla Jákup ein standmynd, sum í mótljósi á kórsgáttini var rættvísgjørdur undir lestrinum av aldargamla boðsskapinum um barnið og tess anda og tign. Fía fylgdi væl við. Hon búði við Mataránna í einum ævintýrahúsum, sum enn munnu vera rist í minni hjá mongum, sum hava skoðað hesi hús. Fía var eitt við húsini við Stein. Hennara svarti búni, ljósabrúna sjall og hennara gráa hár vóru vóru í palettinum hjá Rembrandt ella Eckersberg. Ljósið í durinum á hesum húsi goymdi at einum ævintýri, sum fór fram jólanátt, tá ið Guð steig til jarðar í mannalíki og gjørdi menniskjum líkur í kjøti og blóði. Fía sat nú á triðaftasta beinki konufólkamegin uppi í tróðrinum í durinum í barndómsheiminum. Hon hevði flutt seg. Skúla Jákup hevði eisini tikið seg upp frá og stóð nú og las lestur í dura­kovanum. Hann var so guddómsligur við einari gloriu um høvdið. Øll bygdin flyktist uppi undir takskegginum við Stein í tí innskaraða durinum. Her var ein guddómligur jóla­hýrur. Vættrarnar gingu uppi á tekjuni í tí okkergula vetrargrasinum – bóltaðu rút, stóðu á høvdinum og spældu krógva og blunda í tí svøvntunga deyðagrasinum, men tá ið Skúla Jákup fór at lesa lesturin til jólakvøld, løgdu vættrarnar seg út á takskeggið uppi við innvikaða durin fyri at hoyra hvat Jákup hevði at siga hesum kátu smáfólkum, sum jólakvøld vóru serliga lívlig. Summar vættrar vóru so for­vitnar, at tær lupu niður á lestrarfjølina, sum var eitt rekatræ úr Guttaneystinum. Ikki var hetta sprek fremmant. Hetta var ein so sera góður lunnur, sum mangan brattan hevði farið í Krabbhyli. Hann hevði eisini tikið til sín allar tær silvitnisløturunar, har kirkju­ skjøldur hevði blankað sær í hesum dreingjavatni dag um dag, viku eftir viku og ár um ár. Rekatræið var komið langvegis frá í froðandi brotum sendandi inn eftir Djúpunum millum Kall og Nasa og hevði lagt seg til hvíldar í eini afturundirgerð norðuri í Reyðurð og tikin heim í Guttaneystið av onkrum gløggum rekamanni. Her var hann reivaður og var eitt gott leika hjá óvitunum í bygdini, Jólakvøld í Oyndarfirði 1951