hósdagur 22. desember 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
33
men eisini hjá teimum dreingjum,
sum um sumrarnar leitaðu sær til
Oyndarfjarðar at ríða summarið
av sær í einum ævintýri, sum
rakk úr Vatnsdali oman í Støðna.
Lestrarfjølin var kanska
komin úr Sibiria, hevði siglt
fram við Novaja Semlja og
farin um Hvítahavið, fram
við skergarðinum í Noregi og
var endað sum sker í sjónum
í Djúpunum og hevði nú í ár
so mong ligið til terra í Gutta
neystinum og var vorðið eitt
gott lunnaskip at floyta við í
Krabbhyli.
Skúla Jákup las: Johs. Evang.
1, 1 – 14. I begyndelsen var
ordet, og ordet var hos Gud,
og ordet var Gud. Dette var i
begyndelsen hos Gud. Alle ting
var blevet til ved det.. Tú hoyrdi
vættrarnar teska sína millum, at
sjálvandi var lestrarlunnafjølin
eisini vorðin til við einum orði.
Garðshornsvætturin, sum var
so belest, meinti, at lunnurin
var farin oman eftir Jenisej sum
eitt stórt træ, men varð sindrað
sundur av tí stríða streyminum í
ánni og tað, sum áin ikki kláraði,
tað kláraði havið við sínum
ævigu brotasjógvum at piða av
bulinum restina av tí, ið Várharra
hevði skapt við einum orði á
einari víðari fløtu í Sibir.
Gulligi rekaviðurin lýsti hetta
jólakvøld uppi undir tróðrinum
í durinum hjá Fíu við Stein.......
Skúla Jákup setti høkuna fram
ímóti lestrarfjølini úr Sibir og
las: Når vi nu igen bliver indbudt
til at holde julefest, gælder det jo
om at få en virkelig velsigneslse
ud deraf, så det ikke blot bliver
en fest for kødet.... Fía og alt
bygdarfólki sótu undir orðinum
og lurtaðu við andakt eftir,
hvat Skúla Jákup hevði at siga
bygdarfólkinum. Lesturin bar
heitið: Har du modtaget Guds
julegave? Vættrarnar søgdu allar
við ein munn: - Ja, sjálvandi
hava vit tað. Vit eru manngóðar.
Vit gera bara góðar gerðir... ja,
vit gera bara góðar gerðir. Fía
við Stein sat í sínum heilaga
heimi og smánikkaði. Ella var
hon sovnað? Nei, eingin kann
sova jólakvøld í Oyndarfjarðar
kirkju undir takskegginum við
Stein. Tað ber ikki til. Knappliga
leyp ein vættur niður á pannuna
og sat nú á herðunum á Fíu og
lýddi henni okkurt í oyrað. Hon
lat eyguni renna eftir hesum
fitta, forniska skapningi. Tað
sást tíðiliga, at tey kendust.
Eingin ivi var um, at hetta var
Steinavætturin, sum var so
góður við Fíu, og hon við hann,
at her var skinni ikki undan
aðrari lon enn við Stein. Fía
brosaði og vætturin brosaði. Øll
í kirkjuni í durinum við Stein
vendu sær á og brosaðu.. Øll
sóu vætturin og hvussu Fía lýsti
í sínum okkergula sjali, sum
nú varð drivið í livandi ljósi
undan penslinum hjá Rembrandt
ella Eckersberg. Skúla Jákup
hoyrdi væl hetta suðið, sum
nú fór um alt skotið við Stein
jólakvøld 1951. Hann kendi til
lótirnar í bygdini, um vættralív,
gamlamannalív, mandómslív,
ungdómskæti, barnagaman og
barnafjas.
Jákup lyfti høvdið upp
og menti sína rødd í einum
drynjandi lagi, legði áherðslu
á orðini og á stavilsini, sum
settu seg í ta ljósu høkuna, sum
var eins ljós sum rekatræið.
Brillurnar gjørdust so livandi
at onkur vættur var bangin
fyri, at tær fóru at detta av
nøsini,. Gjørdu tær tað og
brustu í gólvið og fóri í sor, so
vóru jólini oyðiløgd. Eingin
kundi lata jólakvøld í ein so
heilagan dám við sínum ikoniska
atburði, lata upp fyri ein dýrd
úr lestrarbókini hjá Carl Moe ,
sum Skúla Jákup. Hann var í
ljósinum í Oyndarfjarðar kirkju
undir skotinum hjá Fíu við
Stein.... Ordet blev kød, det vil
sige, da Jesus, som fra evighed
af var hos Gud og selv var
Gud, og ved alle ting er skabt,
forlod denne herlighed og steg
til det fornedrede liv på en
jord, hvis fyrste er djævelen...
Skúlavætturin leyp niður á
lestrarfjølina at sita til reiðar
at lofta brillunum hjá Skúla
Jákup, um tað skuldi borið á, at
brillurnar fóru eina flogferð í
tí tóma rúminum jólakvøld, so
skuldi hann lofta teimum. Skúla
Jákup vildi hava at øll, sum sótu
undir Guds orði í kvøld, skuldu
taka við orðinum, tí menti hann
seg upp, nú tað líkasum fór
sum eitt vættrasjóð um næstan
øll húsini við Stein. Vætturin
nærkaðist lestrarbókini. Jákup
tók hondina upp frá lestrarfjølini
og fór at kína vættrinum.
Vætturin brosaði og tað gjørdi
Jákup eisini. Hinar vættrarnar, ið
hingu uppi undir takskegginum
í durakovanum, brosaðu, og
tær áttu eisini onkran, sum sat í
dusraskotinum í Oyndarfjarðar
kirkju við Stein hetta kvøldið.
Tær smáflentu og peikaðu
eftir sínum eigarafólkum. Har
vóru vættrar undan Garðshorni,
Marknagili, av Flótti, úr Skúla
num, av Grundlendi, Dunganum,
úr Ansastovu, Heiðriksstovu,
Móritsarstovu, Stovuni, Breytini,
Stórustovu , Billustovu, av Gutta,
Garðamørk, úr Víkum, Kinn,
Hálvmørk, Tarti, Langagarði og
undan Garði. Teimum vaksnu
vístu vættrarnar seg ikki altíð
fyri, men jólakvøld komu tær
undan væðingunum og fóru
beina leið oman og heim í
Sjóvartún. Hetta var eitt av
teimum fáu kvøldunum, tær
samlaðust á árinum. Hetta
var teirra kvøld, tí tær vóru so
manngóðar, og jólaboðskapurin
talaði til teirra smáu sálir,
sum tær væl kundu kenna
seg aftur í. Tær vístu seg fyri
øllum kirkjufólkinum undir
takskegginum í durinum við
Stein hetta kvøldið.
Børnini brosaðu, tá ið tey sóu
vættrarnar og tað vóru glómur
í teimum, tá ið Skúla Jákup fór
at kína sínari eygagóðu vættur á
lestrarfjølini. Hetta var eitt satt
ævintýr, sum ikki hevði sín líka
kring tann víða heim.
Tá ið lesturin var liðugur undir
durahválvinum við Stein, tók
Skúla Jákup lestrarfjølina og
skuldi seta hana á pláss, men tá
bleiv slík trongd frammi í kór.
Øll, sum inni vóru, vildu sleppa
upp á hesa lunnalestrarfjøl.
Flestu teirra kendu lunnin aftur,
sum hevði havt nógvar góðar
dagar í Krabbhyli. Skúla Jákup
fekk einki gjørt. Hann stóð bara
og hugdi at. Til endans varð rópt
til hansara: - Kom við, Jákup, tað
er eisini pláss fyri tær!- Hvar fara
tit? – Vit fara yvir í kirkjuna. Tað
er jólakvøld. Skúla Jákup setti
seg á fjølina, men Fía við Stein
vildi ikki. Hon vildi ganga sjálv,
sum hon altíð hevði gjørt. Hon
kom í sínum jólahýri einsamøll,
sum hon var von um Sjóvartún.
Í nøkrum kastingum sigldi
lunnurin undan durinum,
fram við húsunum hjá Ellu á
Breyt, Stórustovu og smiðjuni.
Lunnurin fann vegin sjálvur og
allar vættrarnar hildu í hesum
kosmiska spreki, so hann stýrdi
beina leið til kirkjuna. Komin
í forkirkjuna skóru øll útí at
syngja:
Søde Jesus, Davids rod,
kæmpestærk og barnegod,
høvding stor i Englehjem,
barnefødt i Bethlehem,
du, som giver nytår bedst,
kom herind og vær vor gæst,
gør en liflig julefest!
Tann okkerguli liturin, sum
spældi sær allastaðni í viðinum,
kastaði sítt glaruta ljós yvir
andlit og hendur á teimum , sum
sótu á lunninum, nú hann kom
siglandi inn eftir gólvinum.
Sjálvt í lunninum var hetta ljósið.
hetta var tað æviga ljósið, sum
var í orðinum, sum Skúla Jákup
hevði lisið um. Fía kom í sínum
ljósabrúna sjali smoykin inn um
og setti seg í sín stól. Hon helt
hetta var í so nógv avgjørt at fara
inn eftir kirkjugólvinum á einum
lunni, men vættrarnar søgdu
við Fíu, at vættrajól vóru bara
einaferð um árið, og so skóru tær
út í at syngja.
Nu ville vi os samle
i Jesus Kristi navn,
de unge med de gamle
skal løbe ham i favn.
Hann er vor julegave,
vor glæde, lyst og liv,
i ham vi og vil have
vor jule-tids-fordriv.
Knappliga vaknaði eg úr einum
søtum svøvni við ommusa
lið. Brá mær á og hugdi yvir
har, sum Fía sat. Hon sat sum
ein skínandi gloria í sínum
fedranna beinki, har hon sum
heilt ung hevði hildið til og nú
á ellini sat einsamøll. Høgtíðin
var í andlitinum og sáliggjørdi
hennara andans vitsku í
barninum, sum borið var jálanátt
í tí játtaða landinum.
Jákup kom út á kórsgáttina og
las útgangsbønina. Biðisløgini
fóru um bygdina, Stórá og
Krabbhyl. Eftir kirkjugongdina
smeyg eg mær oman í Krabbhyl
at vita, um lunnurin, sum alt
kirkjufólkið hevði sitið á, lá í
Krabbhyli. Nei, har var eingin
lunnur. Fór í somu ferð yvir
at Guttaneystinum. Jú, har lá
hann í einum okkergulum ljósi,
sum bara sæst jólakvøld í tí
myrka neystinum, væl reivaður
jólakvøld 1951.