Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 25 T Ó R S H A V N A R K O M M U N A - l e y s s t ø r v ? H y g g á w w w . t o r s h a v n . f o Ráðhúsavørður Tórshavnar kommuna søkir eftir ráðhúsavørði. Sum ráðhúsavørður hevur tú ábyrgd av at halda ráðhúsið, býráðssalin, umsitingarligar bygningar, móttøkuhúsið, smiðjuna í Lítluvík, Heinesens hús, úthúsið og Mullers Pakkhús rein og nosslig. Arbeiðsuppgávurnar verða gjørdar í tøttum samstarvi við stjórnarskrivstovuna. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at: - syrgja fyri at tað er reint og ruddiligt, eisini uttanum bygningarnar - syrgja fyri at trygdarútbúnaðurin lýkur ásett krøv - flaggað sambært ásetingum - goyma amboð, innbúgv og tilfar á tryggan hátt - beina burtur rusk - seta borð upp v.m. Kommunan roknar við at tú: - hevur eyga fyri, at hampuligt og nossligt er innan- og uttandura, ansar eftir og boðar frá tørvi á ábótum og kemur við hugskotum til betringar - ert ábyrgdarfullur, ágrýtin og til reiðar at arbeiða sjálvstøðugt undir skiftandi umstøðum - ert røkin og hevur lætt við at samskifta - ert handaligur Koyrikort er neyðugt fyri at røkja starvið. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært fastlønarsáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Fyri at flaggað verða 1000 kr latin í viðbót. Nakað av arbeiði er uttanfyri vanliga arbeiðstíð, sum verður avspákað. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eivind Danielsen, leiðara á húsaumsitingini ella Bjørgfríð Ludvíg, miðfyristingingarstjóra, tlf. 302010. Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 4. januar 2006 kl. 16.00. Viðmerk á brævbjálvan "ráðhúsavørður". Húsaumsitingin hjá kommununi umsitir yvir 100 bygningar. Hesir eru, umframt umsitingar- bygningar, svimjihallir, fim- leikahallir, leiguíbúðir, bý- lingshús og dagstovnar, skúlar og aðrir. Í húsaumsitingini starvast 3 húsavørðar. Internet