hósdagur 29. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
4
Nr. 251 - 30. desember 2005
[ Februar ]
Hans Pauli
ger 10-krónu
Danski tjóðbankin hev
ur í sambandi 150 ára
føðingardagin hjá H.C.
Andersen givið út eina
serliga 10-krónu. Mynt
urin fæst eisini í silvuri
og gullið. Annað motivið
á hesari nýggju 10-krón
uni hevur føroyski lista
maðurin Hans Pauli
Olsen gjørt.
Hann hevur gjørt eitt
motiv av einum full
vaksnum svana, sum
speglar sær í vatninum
við Bregentved Gods,
har H. C. Andersen
fekk íblásturin til sína
heimskendu søgu,»Den
Grimme Ælling«.
– Eg haldi, at spegils
myndin er rættiliga sen
tral í søguni, og tí havi
eg brúkt hana aftur í mín
um verki. Søgan er jú
um, tann vakra svanan,
sum heldur seg vera ein
ljótan dunnuunga, sigur
Hans Pauli Olsen.
Seks sjólátast
Farmaskipið Jøkulfell,
sum er á veg til Íslands,
søkkur
norðanfyri
Føroyar. 11 mans eru
umborð, og fimm mans
verða bjargaðir á lívi.
Leitað varð eftir hinum
monnunum, men eingin
annar varð funnin á lívi.
Fýra lík verða funnin,
meðan tveir ikki koma
afturíaftur.
Jøkulfell er heima
hoyrandi í Estlandi, er
skrásett á Isle of Man og
hevur seinasta árið verið
í sigling fyri Samskip.
Manningin er úr Russ
landi og Letlandi.
Atli Dam
farin
Atli P. Dam, fyrrverandi
løgmaður, doyr 72 ára
gamal. Føroyskir pol
itikarar siga, at Atli
Dam var ein álítandi,
nýskapandi og miðvísur
politikari, og í Danmark
kenna tey eisini væl til
avrikini hjá fyrrverandi
løgmanni.
– Vit fara altíð at minn
ast Atla Dam fyri sín
stóra kamp og innsats
fyri at menna Føroyar til
eitt vælferðarsamfelag.
Hann
hevði
ein
avgerandi leiklut í
arbeiðnum at tryggja
føroyska
fólkinum
eitt moderna vælferð
arsamfelag, sigur Frank
Jensen, politiskur fram
søgumaður hjá danska
Javnaðarflokkinum.
Atli Dam er tann pol
itikarin, sum hevur sitið
longst sum løgmaður í
Føroyum.
Menninir hjá StÍF og kvinnurnar hjá Stjørnuni vinna gull, tá ið steypafinalurnar í hondbólti verða spældar.
Silvurvinnarar gerast VÍF-menn og Neistakvinnur
Lat meg sláa fast, at um eg veruliga var ambitiøsur, hevði eg
ongantíð komi heim aftur til Føroya. Valið at arbeiða sum
lækni í Føroyum er júst at vinka farvæl til fleiri ambitiónir,
sum bert lata seg gera í høgum sessum uttanlands
- Pál Weihe, lækni «
»
Ígjøgnum eina sorg upplivir tú nakað álvarsamt í tínum lívi,
sum tú ikki ert harri yvir. Ert tú tilvitað um hetta, kanst tú
læra at gerast glað aftur og berjast fyri teimum tingunum,
ið gleða teg
- Lena Lindenskov Mohr, blaðstjóri«
»
Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin
vunnu kapprenn
ingina um fólka
tingssessirnar við
størri muni, enn
roknað varð við
frammanundan. Javn
aðarflokkurn misti
luftina í endaspurti
num, meðan Sam
bandsflokkurin ong
antíð kom rættiliga
upp í ferð
Fyri seks árum síðani
sóust Høgni Hoydal og
Anfinn Kallsberg ofta á
Christiansborg.
Tá vóru ørindini at samráð
ast við donsku stjórnina um
fullveldið. Buldraliga hjún
arbandið teirra millum slitn
aði í 2003, og síðani hevur
Fólkaflokkurin verið inn í
hitanum í landsins leiðslu,
meðan Tjóðveldisflokkurin
hevur verið úti í kuldanum.
Nú skulu Høgni Hoydal
og Anfinn Kallsberg aftur á
Christiansborg, tí teir gjørd
ust vinnararnir av fólkatings
valinum.
Javnaðarflokkurin, sum
stóð væl í veljarakanningini,
misti luftina í endaspurtinum
og datt aftur um bæði
Tjóðveldisflokkin
og
Fólkaflokkin. Sambands
flokkurin kom ongantíð av
álvara upp í ferð og fór frá at
hava verið størsti flokkur á
fólkatingsvalinum í 2001 til
at verða fjórðstørsti flokkur
hesaferð.
Tjóðveldisflokkurin og
Fólkaflokkurin vunnu tí
valið greitt, og harvið fingu
teir báðir sjálstýrisflokkarnir
umboðini í danska parla
mentinum.
Profilar vórðu styrktir
Tað eydnaðist fleiri av profil
unum í føroyskum politikki
seinnu árini at staðfesta ella
styrkja sína støðu. Størsta
persónliga sigurin hevði
Anfinn Kallsberg, sum fekk
flestar persónligar atkvøður
á valinum hesaferð og meira
enn tvífaldaði sítt atkvøðutal
upp í 3276. Hetta var ein
stórur persónligur sigur hjá
vrakaða løgmanninum hjá
Fólkaflokkinum.
– Tað kom púra óvart á
meg, at eg skuldi fáa so nógv
ar atkvøður. Eg hevði rokn
að við, at tað fór at vera tætt
ímillum meg og Óla Breck
mann, og tí hevði eg als ikki
væntað hetta úrslitið, sigur
Anfinn Kallsberg.
Høgni Hoydal hevur verið
partur av einum tí harðasta
politiska stríðnum síðsta
hálva árið, men hetta gav
ikki formanninum í Tjóð
veldisflokkinum nakran
snudd á valinum hesaferð.
Hann staðfesti sína støðu við
sløkum 2800 atkvøðum, og
tað var ein framgongd sam
anborið við tað góða valið
seinasta.
– Tað kendist sum ein
stórur lætti, at valið varð
so gott. Tað var sum ein
stór byrða fór av herunum.
Flokkurin hevur verið
ígjøgnum eina trupla tíð,
men vit fingu eina álitis
váttan sum flokkur á hesum
valinum, sigur Høgni Hoy
dal
Profilar viknaðu
Aðrir markantir politikarar
máttu taka til takkar við
færri atkvøðum hesaferð.
Serliga stór var afturgongdin
hjá løgmanni Jóannesi
Eidesgaard, men støðan
hjá honum var øðrvísi hesa
ferð, tí hann kundi ikki taka
sætið á fólkatingi, og tí
valdu javnaðarfólk í størri
mun onnur valevni á javnað
arlistanum.
Eisini Óli Breckmann misti
nógvar atkvøður, nú Anfinn
Kallsberg fekk so stóra
undirtøku í Fólkaflokkinum.
Fólkatingsmaðurin gjøgnum
17 ár fór úr 2335 atkøvðum
og niður um túsund hesa
ferð.
Landsstýrismenninir stóðu
seg ikki serliga væl á valinum
hesaferð, og spurningurn
er, um tað tænir nøkrum
endamáli, at teir stilla upp
til fólkatingið, um teir ikki
fáa tikið sætið. Veljararnir
hava í øllum førum ikki
nakran serliga góðan hug at
velja landsstýrisfólkini til
fólkatingsvalið.
Gamla fullveldisparið aftur á Christiansborg
Tað var einki serliga stuttligt hjá Stuttliga Flokkinum, sum fekk 306 av teimum sløku 25.000 atkvøðunum á fólkatingsvalinum, men Høgni Hoydal og Anfinn
Kallsberg kundu fegnast um góð úrslit, og teir vórðu valdir í Fólkatingið