hósdagur 29. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2005
3
Í høðru kappingini
millum heili 28 lið
gjørdist tað liðið hjá
línubátinum Jákup
B, sum vann árligu
fótbóltskappingina
fyri sjómenn, ið varð
hildin í KÍ høllini í
gjár
Sjómannakapping
Anna V. Ellingsgaard
sosialurin.fo
Klokkan 11 fyrrapartin byrj
aði árliga fótbóltskappingin
fyri sjómenn, sum í gjár varð
hildin í Klaksvík 6. árið á
rað. Eins og undanfarin ár
var undirtøkan sera góð,
og høvdu 20 skip og bátar
mannað ikki færri enn 28 lið
– og tá skal havast í huga,
at stóru skipini sum Atlantic
Navigator, Skálaberg, Sunda
berg og Sjúrðaberg øll eru
til fiskiskap í løtuni og tí
bert fingu mannað okkurt
einstakt lið. Flestu bátarnir,
sum vóru umboðaðir, eru
úr Norðoyggjum, men
manningar úr Havnini
og
Eysturoynni
fylla
nú eisini heilt væl í Sjó
mannakappingini.
Stóru spenningur
Tað var týðiligt, at bæði
áskoðarar og sjómenn ganga
høgt uppí kappingina. Flestu
liðini høvdu skaffað sær ser
ligar liðblusur at spæla í,
og onkar av manningunum
hava vant heilt nógv til kapp
ingina.
Jørgen Jacobsen, sum spæl
ir við á liðnum hjá Klakki,
dylir ikki yvir, at menninir
eru sera spentir.
- Vit plaga at leiga KÍ
høllina til venjing millum
túrarnar fyri at halda okkum
í formi og fáa liðið betri sam
anspælt. Vit hava verið við á
hvørjum ári, og gleða okkum
líka nógv hvørja ferð. Hetta
er stuttligt og sera spennandi,
sigur Jørgen.
Hóast tað gekk heilt væl
hjá Klakki, hesa løtuna, eydn
aðist tað ikki at tryggja sær
eitt av vinnaraplássunum
í ár. Eitt sindur spell, men
liðið hjá Klakki kemur sterkt
aftur næsta ár, vissaði Jørgen
okkum um.
Hópin av áskoðarum
fylgdu við kappingini, og
spenningurin í KÍ høllini
var í hæddini, tá seinastu
umførini vórðu leikt. Tá
avtornaði, gjørdist tað liðið
hjá línubátinum Jákup B,
sum vann kappingina, meðan
Norðborg og Ågot endaðu á
ávikavist 2. og 3. plássi.
Eftir at vinnandi liðini
høvdu fingið handað steyp,
vórðu allir teir umleið 120
fótbóltsleikandi sjómenninir
bodnir til stórt borðhald í
Skálanum.
Sjómannakappingin varð
í ár stuðlað av Føroya Bjór,
Norðoya Bjargingarfelag og
Skipalistanum.
Jákup B vann sjómannakappingina
- Klakkur verður avgjørt við
aftur næsta ár, vissaði Jørgen
Jacobsen um, sum her stendur
saman við fjepparanum
John Villiami Johannesen,
sum sjálvandi var í røttum
Klakkur fjepparakeppi
Tey trý vinnaraliðini í árligu Sjóamannakappingini í fótbóltt vóru: Jákup B, nr.1, Norðborg nr. 2 og Ågot nr. 3
Fyriskiparin Palli Ziskason og
formaðurin í reiðarafelagum,
Jákup Sólstein, fylgdu spentir
við, hvussu leikur fór úti á
vøllinum
Spenningurin var í hæddini millum leikarar og áskoðarar, tá seinastu umførini í árligu
Sjómannakappingini í fótbólti vórðu leikt í KÍ høllini í gjár