Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2005 Nr. 251 - 30. desember 2005  [ Januar ] Tann fyrsti var av Sandi Tað vóru ikki meira enn 55 minuttir farnir av nýggja árinum, tá ið Dagunn Clementsen av Sandi átti ársins fyrsta barn – fyrsta før­ oy­ingin í 2005. Lítla didd­an kom til verðina á Landssjúkrahúsinum, og hetta var fyrsta barn­ ið hjá Dagunn og manni­ num, Eyðfinn. – Eg var sett at eiga 21. desember, so lækn­ in sendi meg til Havnar longu tann 10. desember. Eg havi hildið bæði hól og nýggjár her í Havn, segði tann fegna mam­ man. Sóla okkum í sorg Fýra pedagoglesandi á Læraraskúlanum í Havn finnast at fyritøkum og handlum, sum alment boða frá, hvussu tey savna pengar tsunami- hjálpina hjá Reyða Krossi. Summir handlar hava sagt, at ein partur av teirra inntøka eina ávísa tíð fer til Reyða Kross. – Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar ikki í stillum flyta pengarnar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan av vit skulu sáa iva um handilsligar baktankar við neyðhjálpini. Tað er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni, siga Johan í Kollafirði. Noomi á Válinum, Sanná Løgmansbø og Dagmar Clothier. Kvinnur taka við á Hafnia 7. januar var Hotel Haf­nia formliga latið nýggju eigarunum. Harvið søgdu brøðurnir Restorff farvæl við eitt virksemi, sum teir saman hava rikið síðani 1971. MC og Johan hava verið ímyndin og blíða andlitið hjá Hotel Hafnia, men nú gevast teir. Í teirra stað eru komnar tvær kvinnur, Ása Johnsdóttir og Birna Gaard. – Avgerðin hevur ikki kostað okkum nátt­ar­ svøvnin, men tað er sjálv­ andi við sorblídni, at vit siga farvæl. Okkara arb­ eiðs­dagur á Hafnia er nú far­in afturum, siga MC og Johan Restorff. ÍSF hevur síðani 2002 tikið nakrar og tjúgu dopingroyndir árliga av limum sínum. Enn hevur tó eingin roynd verið positiv. Tað eru nøkur listarfólk, sum eftir øllum at døma halda seg vera betur enn hini, men áðrenn tey fara at finnast at listini hjá øðrum professionellum listarfólkum, áttu tey heldur at tikið í egnan barm.« – Kári Svensson, listamaður « Eivør Pálsdóttir, Tei­ tur Lassen og Kári P høvdu eina nógv umrødda fram­førslu saman, tá ið sjón­ varpsshow var til frama fyri tey neyð­ støddu eftir flóð­aldu­ vanlukkuna í Suð­ur­ asia Tað vórðu savnaðar slakar seks milliónir krónur, tá ið ár­liga nýggjárskonsertin gjørd­ist til eitt inn­savn­ing­ artiltak til frama fyri neyð­ støddu offrini í Suðurasia. Reyði Krossur hevði síðani van­lukkuna í desember 2004 savna pengar inn at senda sum neyðhjálp, og nýggj­ árskonsertin skuldi verða endaspurturin í inn­savn­ing­ ini. Bæði Útvarpið og Sjón­ varp­ið sendu beinleiðs frá kon­sertini, og fólk fingu at vita, hvussu tey kundu lata eitt oyra til innsavningina. – Tónleikurin gongur við full­ari ferð, og eingin ivi er um, hvør stjørnan er. Eftir at dup­ultkvartettin í Ebenezer hev­ur brillierað, er Ernst Sond­um Dalsgarð kongurin í Norðurlandahúsinum, og sum ein rættur Don Juan við síð­um hári forførir hann alt og øll. Umframt operarøddina hev­ur hann sjarmuna og út­strálingina, sum tryggjar hon­um stjørnustatus, skrivar ummælarin hjá Sosialinum. Gamla hetjan viðaftur Tað, sum fólk vóru serliga spent at hoyra, var gamli tru­badoururin Kári P, sum ikki hevur verið so virkin inn­an tónleikin í nógv ár. Hann hevði eisini játtað at verða við á konsertini, og tað var við stórum spenningi, at fólk í Norðurlandahúsinum og kring landið bíðaðu eftir, at hann kom á pallin. Og tá ið hann kemur fram í ljósið, er tað í fylgi við tveimum av bjartastu stjørn­ un­um í føroyskum tónleiki nú á døgum – Eivør og Teitur. Tey bæði hava rættiliga gjørt vart við seg uttanlands, og hetta kvøldið sleppa tey at spæla saman við einum av teim­um, sum gekk undan í før­oyskum tónleiki í sjeyti- og áttatiárunum. – Tey trý sjarmera seg inn í hjørtuni á áhoyrarum, og fagn­aðurin og lógvabrestirnir vilja ikki steðga, tá tey eru lið­ug. Stjørnutrioin kemur inn­aftur á pallin, men vit áhoyrarar fáa ikki tað eyka­ numm­arið, vit høvdu vónað, skriv­ar Sosialurin. Kári P fór heim Millum sangirnar, sum tey trý sungu, var gamli klass­ ik­arin um Súrligar nætur í Keypamannahavn, og hesin sang­urin hevur verið nógv at hoyrt í Útvarpinum síðani. Og tá konsertin var lið­ug, var Kári P. skjótur í vend­ ingini. Sosialurin skrivar: – Millum smílandi and­ lit­ini skundar ein styggur mað­ur við guitara á baki sær av­stað. Øll vilja hálsfevna og heilsa uppá fólkakæra trou­ ba­dourin, men hann er einki við uppá at steðga á. Kári p hev­ur leverað vøruna, fólk vilja sýna honum takksemi, men hann er einki við uppá at hoyra lovsongsorð. Hann slepp­ur sær skjótt út í myrkrið og illfýsna veðurlagið. Gamla hetjan og ungu stjørnurnar » Eg vil pástanda, at ikki øll, men nógv fjølmiðlafólk eru ein beinleiðis forðan fyri demokratinum í Føroyum. Tíðindaflutningurin um bæði innlendis- og uttanríkismál er so einstáttaður, at eg haldi tað er ein trupulleiki fyri menningina av føroyska demokratinum. – Jenis av Rana, politikari« » Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og Kári P syngja sama lag til nýggjárskonsertina, sum eisini var innsavning til tey neyðstøddu í Suðurasia