hósdagur 29. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
[ Januar ]
Tann fyrsti
var av Sandi
Tað vóru ikki meira
enn 55 minuttir farnir
av nýggja árinum, tá
ið Dagunn Clementsen
av Sandi átti ársins
fyrsta barn – fyrsta før
oyingin í 2005. Lítla
diddan kom til verðina
á Landssjúkrahúsinum,
og hetta var fyrsta barn
ið hjá Dagunn og manni
num, Eyðfinn.
– Eg var sett at eiga
21. desember, so lækn
in sendi meg til Havnar
longu tann 10. desember.
Eg havi hildið bæði hól
og nýggjár her í Havn,
segði tann fegna mam
man.
Sóla okkum
í sorg
Fýra pedagoglesandi á
Læraraskúlanum í Havn
finnast at fyritøkum og
handlum, sum alment
boða frá, hvussu tey
savna pengar tsunami-
hjálpina hjá Reyða
Krossi. Summir handlar
hava sagt, at ein partur
av teirra inntøka eina
ávísa tíð fer til Reyða
Kross.
– Hví skulu fyritøkur
og handlar lýsa við, at
tey geva so og so nógvan
pening til neyðhjálp.
Hví kunnu fyritøkurnar
ikki í stillum flyta
pengarnar á kontoina
hjá Reyða Krossi, uttan
av vit skulu sáa iva um
handilsligar baktankar
við neyðhjálpini. Tað
er blóðskeivt, at ávísar
fyritøkur sóla sær í
vanlukkuni, siga Johan
í Kollafirði. Noomi
á Válinum,
Sanná
Løgmansbø og Dagmar
Clothier.
Kvinnur taka
við á Hafnia
7. januar var Hotel
Hafnia formliga latið
nýggju
eigarunum.
Harvið søgdu brøðurnir
Restorff farvæl við
eitt virksemi, sum teir
saman hava rikið síðani
1971. MC og Johan
hava verið ímyndin og
blíða andlitið hjá Hotel
Hafnia, men nú gevast
teir. Í teirra stað eru
komnar tvær kvinnur,
Ása Johnsdóttir og
Birna Gaard.
– Avgerðin hevur ikki
kostað okkum náttar
svøvnin, men tað er sjálv
andi við sorblídni, at vit
siga farvæl. Okkara arb
eiðsdagur á Hafnia er nú
farin afturum, siga MC
og Johan Restorff.
ÍSF hevur síðani 2002 tikið nakrar og tjúgu dopingroyndir árliga av limum sínum. Enn hevur tó eingin roynd verið positiv.
Tað eru nøkur listarfólk, sum eftir øllum at døma halda
seg vera betur enn hini, men áðrenn tey fara at finnast at
listini hjá øðrum professionellum listarfólkum, áttu tey
heldur at tikið í egnan barm.«
– Kári Svensson, listamaður «
Eivør Pálsdóttir, Tei
tur Lassen og Kári
P høvdu eina nógv
umrødda framførslu
saman, tá ið sjón
varpsshow var til
frama fyri tey neyð
støddu eftir flóðaldu
vanlukkuna í Suður
asia
Tað vórðu savnaðar slakar
seks milliónir krónur, tá ið
árliga nýggjárskonsertin
gjørdist til eitt innsavning
artiltak til frama fyri neyð
støddu offrini í Suðurasia.
Reyði Krossur hevði síðani
vanlukkuna í desember 2004
savna pengar inn at senda
sum neyðhjálp, og nýggj
árskonsertin skuldi verða
endaspurturin í innsavning
ini.
Bæði Útvarpið og Sjón
varpið sendu beinleiðs frá
konsertini, og fólk fingu at
vita, hvussu tey kundu lata
eitt oyra til innsavningina.
– Tónleikurin gongur við
fullari ferð, og eingin ivi er
um, hvør stjørnan er. Eftir at
dupultkvartettin í Ebenezer
hevur brillierað, er Ernst
Sondum Dalsgarð kongurin
í Norðurlandahúsinum, og
sum ein rættur Don Juan við
síðum hári forførir hann alt og
øll. Umframt operarøddina
hevur hann sjarmuna og
útstrálingina, sum tryggjar
honum stjørnustatus, skrivar
ummælarin hjá Sosialinum.
Gamla hetjan viðaftur
Tað, sum fólk vóru serliga
spent at hoyra, var gamli
trubadoururin Kári P, sum
ikki hevur verið so virkin
innan tónleikin í nógv ár.
Hann hevði eisini játtað at
verða við á konsertini, og tað
var við stórum spenningi, at
fólk í Norðurlandahúsinum
og kring landið bíðaðu eftir,
at hann kom á pallin.
Og tá ið hann kemur fram
í ljósið, er tað í fylgi við
tveimum av bjartastu stjørn
unum í føroyskum tónleiki
nú á døgum – Eivør og Teitur.
Tey bæði hava rættiliga gjørt
vart við seg uttanlands, og
hetta kvøldið sleppa tey at
spæla saman við einum av
teimum, sum gekk undan í
føroyskum tónleiki í sjeyti-
og áttatiárunum.
– Tey trý sjarmera seg inn
í hjørtuni á áhoyrarum, og
fagnaðurin og lógvabrestirnir
vilja ikki steðga, tá tey eru
liðug. Stjørnutrioin kemur
innaftur á pallin, men vit
áhoyrarar fáa ikki tað eyka
nummarið, vit høvdu vónað,
skrivar Sosialurin.
Kári P fór heim
Millum sangirnar, sum tey
trý sungu, var gamli klass
ikarin um Súrligar nætur í
Keypamannahavn, og hesin
sangurin hevur verið nógv at
hoyrt í Útvarpinum síðani.
Og tá konsertin var liðug,
var Kári P. skjótur í vend
ingini. Sosialurin skrivar:
– Millum smílandi and
litini skundar ein styggur
maður við guitara á baki sær
avstað. Øll vilja hálsfevna og
heilsa uppá fólkakæra trou
badourin, men hann er einki
við uppá at steðga á. Kári p
hevur leverað vøruna, fólk
vilja sýna honum takksemi,
men hann er einki við uppá
at hoyra lovsongsorð. Hann
sleppur sær skjótt út í myrkrið
og illfýsna veðurlagið.
Gamla hetjan og ungu stjørnurnar
»
Eg vil pástanda, at ikki øll, men nógv fjølmiðlafólk eru
ein beinleiðis forðan fyri demokratinum í Føroyum.
Tíðindaflutningurin um bæði innlendis- og uttanríkismál
er so einstáttaður, at eg haldi tað er ein trupulleiki fyri
menningina av føroyska demokratinum.
– Jenis av Rana, politikari«
»
Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og Kári P syngja sama lag til nýggjárskonsertina, sum eisini var innsavning til tey neyðstøddu í Suðurasia