hósdagur 29. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 250 - 29. desember 2005
Tá Lea varð borin í
heim fyri seks árum
síðani fekk hon eina
bamsu frá ommu síni.
Henda bamsan hevur
verið besta bamsa
hennara líka síðani.
Men í summar varð
kortini heilt galið,
tá bamsan ikki var
við, tá Lea og familja
hennara fóru eitt
tíðarskeið til Kina
Leikur
Snorri Brend
Argir: Tað er fyrrapartur
á degi, og seks ára gamla
Lea situr við køksborðið
við eini litbók og litar ein
stóran fisk.
Frammanfyri henni liggja
fleiri litblýantar, sum hon
skiftir at lita henda vakra
fiskin við.
Í morgun fær hon kortini
ikki møguleika at lita fiskin
lidnan beinanvegin, tí tvey
umboð fyri tíðindatænastuna
vóru komin á vitjan.
Tey ætlaðu at tosa við Leu.
Ikki beinleiðis um litbókina
ella fiskin, men heldur um
besta kelidjórið hjá henni
– bamsuna Leika.
Bamsan Leika er ein
lítil brún bamsa, sum við
tíðarinnar tonn er vorðin
rættiliga slitin. Men tað
hevur ikki havt nakað at siga
fyri Leu.
Hon hevur átt hesa
bamsuna síðani hon varð
fødd, og hon hevur fylgt
henni dag og dagliga. Men
fyrr í ár varð hon burtur, tá
Lea saman við familjuni var
á veg til Kina!
- Hetta var ikki so gott,
tí eg longdist so illa eftir
henni. Tí var tað ordiliga
gott at fáa hana aftur, sigur
Lea Rasmussen.
Lea gongur dagliga í
barnagarði í Dagstovninum
á Argjum, har hon er kn‡tt at
skúlabarnagarðinum.
Hetta dámar henni væl,
og hon dugir eisini longu nú
at leggja nøkur av smærru
tølunum saman.
Tey spæla eisini nógv
ymiskt har, men einki tykist
at kunna taka plássið frá
bamsuni Leika.
Gavst ikki at spyrja
Í summar skuldi pápi hennara
á eitt skeið í Kina, í samband
við starv sítt, har hann tók
familjuna við á hesa longu
ferðina.
Tá tey høvdu verið í Kina
eina tíð, byrjaði Lea at spyrja
eftir hesi kæru bamsuni, tí
hon saknaði hana so nógv.
Tey leitaðu allastaðni,
men hon var ongastaðni at
finna.
Foreldrini
hildu,
at
hon helst ikki var komin
við allan vegin eystur til
Kina. Annaðhvørt lá hon
í Danmark ella var hon
ongatíð komin við í flogfarið
úr Føroyum, tí hon lá eftir
heima við hús á Argjum.
Lea gavst kortini ikki at
spyrja eftir henni, men har
var einki at gera. Leika var
ongastaðni at finna.
Tá tey komu aftur til
Føroyar, kundu tey bara
staðfesta, at bamsan heldur
ikki var heima við hús.
Hon mátti tí vera umborð á
onkrum flogfari.
Tey gjørdu ikki mætari enn
at ringja til Atlantsflog. Og
hagani fingu tey leiðbeining
í, hvussu ein skuldi bera seg
at, við at boða frá og finna
fram til lutir, sum vóru burt
urmistir á flogleiðina.
Funnin aftur
Tá lutir verða burturmistir,
er skipanin hon, at teir verða
lætnir eini finningarstovu í
Valby, har lutirnir verða
goymdir.
- Ja, vit fingu at vita, at
skuldu vit spyrja eftir einum
ávísum luti, so skuldu vit
senda eitt telefaks hagar.
- Her skuldu vit so uppl‡sa
um lit og stødd og annað í
hesum sambandinum. Vit
sendu so faksið, hóast vit,
heilt erliga, ikki væntaðu at
tað fór at geva nakað úrslit,
greiðir mamman frá.
Men tað ótrúliga hendi.
Teir funnu bamsuna aftur,
og varð hon send Leu, sum
var øgiliga glað henda dagin,
sum vituligt er.
Lítla fitta bamsan kom
sendandi í einum brævbjálva.
Lea var ikki heima júst tá
brævið kom, men hon var
skjót at pakka upp, tá hon
fekk brævbjálvan í hondina.
- Jú, eg var ordiliga glað,
tá eg sá bamsuna aftur, sigur
Lea.
BamsAN
Nú er nakað síðani at Lea
fekk bamsuna aftur, men
hon er ikki vorðin minni
glað fyri hana síðani tá.
Hon fekk Leika beint eftir
at hon varð borin í heim fyri
seks árum síðani. Hóast Lea
eigur aðrar bamsur, so hevur
Leika kortini alla tíðina verið
bamsAN.
Lea er so góð við hesa
bamsuna, at hon svevur við
henni hvørja einastu nátt.
- Ja, eg má hava hana
við, tá eg leggi meg at sova.
Hetta er allarbesta bamsan
sum eg eigi.
- Og tá eg fari í barnagarð,
so situr hon í songini og
bíðar eftir mær, greiðir ein
fegin Lea frá.
- Besta bamsan hjá
Leu kom aftur
Lea eigur nógvar bamsur, men eingin er sum Leika. - Hetta er besta bamsan hjá mær, sigur Lea
Mynd: Jens Kr. Vang