hósdagur 29. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
2
Nr. 251 - 30. desember 2005
Blaðútgávan av Sosialinum,
sum tygum halda í hondini
í dag, er nummar 251 í
hesum árinum. Sosialurin
kemur út í blaðútgávu hvørt
gerandiskvøld, og tíðindini
er sum oftast skrivað sama
dag. Tað er tí eitt feskt
blað, sum stóri parturin av
Føroyum fær inn um hurðina
um kvøldini.
Sosialurin flutti fyrr í ár
í nýggja Miðlahúsið í
Vágsbotni, men blaðið hevur
í ár sum nógv undanfarin
ár gjørt nógv við at koma
út kring landið til tiltøk og
hendingar. Sosialurin hevur
blaðfólk í fleiri býum og
bygdum kring landið, og tað
styrkir munandi um blaðið.
Í Klaksvík er redaktión, og
í Sandvík starvast eitt av
blaðfólkunum hjá blaðnum.
Harafturat
eru
onnur
blaðfólk úti um landið knýtt
at blaðnum á ymsan hátt,
og við tveimum bilum ber
til at koma út til stóran part
av landinum eftir stuttari tíð.
Harafturat hevur Sosialurin
eisini fólk uttanlands, sum
eru knýtt at blaðnum, og
tað gevur blaðnum enn eina
dimensjón.
Tað sæst aftur í Sosialinum,
at blaðið er úti um seg, og vit
halda eisini, at hetta er ein
styrki, sum Sosialurin hevur
fram um nógvar av hinum
miðlunum í landinum.
Sosialurin er fólksins blað,
og tað merkja vit eisini
á blaðnum. Áhugin fyri
blaðnum sera stórur kring
alt landið.
Fyrr í ár gjørdi Sosialurin av
at flyta av Argjum og inn í
hjartað á Havnini, har nýggja
Miðlahúsið í Vágsbotni er
blivið ein livandi partur
av
høvuðsstaðnum.
Í
Miðlahúsinum
verður
blaðútgávan av Sosialinum
framleidd, og redaktiónin
framleiðir eisini tíðindi
til aðrar miðlar - til dømis
til mest lisnu føroysku
heimasíðuna,
Portalin.
Miðlahúsið í Vágsbotni
roynir støðugt at menna
Sosialin og hinar miðlarnar,
sum Miðlahúsið veitir
tænstur til, og tað eru eisini
nýggj hugskot og nýggir
tankar til komandi árið.
Umframt at framleiða
tíðindi til føroyingar virkar
Miðlahúsið í Vágsbotni
eisini sum eitt livandi
mentanarhús, har smærri
konsertir,
fyrilestrar,
kjakfundir og annað verður
hildið. Húsið er sera væl
egnað til tiltøk av hesum
slagnum, og áhugin fyri at
koma í Miðlahúsið til tónleik,
kjak ella fyrilestrar hevur
verið sera stórur. Miðlahúsið
liggur í hjartanum á Havnini,
og vit halda, at hetta eisini
forpliktar okkum at bjóða
húsið fram til mentan og
annað.
Umframt at framleiða
Sosialin 251 ferðir í hesum
árinum, hevur Sosialurin
eisini gjørt fleiri onnur
bløð, sum eru komin út
saman við Sosialinum.
Fótbóltsblaðið
við
kappingarbyrjan, Páskablað,
Jóla- og Nýggjársblaðið,
Ólavsøkublaðið og fleiri
stevnubløð eru millum tey
eykabløð, sum lesararnir hjá
Sosialin fáa við í keypinum,
tá ið teir halda ella keypa
Sosialin.
2005 hevur verið eitt
hendingarríkt ár á nógvum
økjum, og vit vilja við
hesum eykablaðnum tríva í
nakað av tí, sum hevur verið
frammi í árinum. Hetta er
ikki ein roynd at geva eina
fullfíggjaða mynd av tí,
sum hevur verið frammi,
men heldur at taka nakrar
søgur fram, sum hava verið
við til at mynda føroyska
samfelagið - sumt fyri tað
góða, og sumt kanska fyri
tað minni góða.
Hetta er bert ein lítil
brøkpartur av tí, sum hevur
verið at finna í teigunum
í Sosialinum, men her eru
nakrar hendingar, meiningar
og myndir, sum vóru frammi
í 2005.
Ger so væl og
gott nýggjár!
2005 - hendingar, meiningar og myndir
Serblað hjá Sosialinum desember 2005 · Lagt til rættis: Eyðun Klakstein · www.sosialurin.fo · post@sosialurin.fo
Tað ringasta, sum kann
henda, er, at einki hendir.
Soleiðis tók stjórin í Norð
oya Sparikassa til fyri
nakað síðani, tá ið hann
varð spurdur um vánir
nar hjá klaksvíkingum og
norðoyingum og vinnulívi
num har norðuri, nú fasta
sambandið um Leirvíksfjørð
bara er nakrar fáar mánaðir
burtur.
Stjórin rakti seymin beint
á høvdið. Tá ið tingini
standa í stað, ella tá ið talan
er um stagnatión, so gongur
tað skeiva vegin. Soleiðis er
tað í búskapinum, soleiðis er
tað í politikkinum, soleiðis
er tað í familjunum og sivila
samfelagnum yvirhøvur, og
soleiðis er tað eisini hjá Sosi
alinum.
Um vit seta okkum upp aft
ur á og siga, at nú er slottið
vunnið, og nú hava vit tað so
gott, at tað ikki er neyðugt
at spíla seg út longur, so er
deyðin í durðunum. Einki er
so víst sum tað.
Fyri einum ári síðani stóðu
vit fyri stóru avbjóðingini
at flyta úr blaðhúsinum á
Argjum og heim í Vágsbotn.
15. apríl flutti Sosialurin
heim í Miðlahúsið í Vágs
botni. Tað var rættuliga til
vitað, at vit settu hetta navn
ið á húsini.
Blaðdeyði er vælkent fyri
brigdi í okkara verð. Bløðini,
sum eru bukkað undir í
hørðu kappingini, hava verið
tey, sum hava latið staðið til.
Tey hava ikki sæð týdningin
í tí, sum sparikassastjórin í
Klaksvík tók til eina ferð í
hesum árinum. Ella hava tey
spent bogan ov høgt og eru
hoyknað undir ov stórum
byrðum, tí fíggjarliga
avkastið ikki gjørdist tað,
sum var neyðugt, tá ið íløg
urnar skuldu afturrindast og
raksturin skuldi standa upp
og niður.
Síðani Sosialurin flutti í
Vágsbotn eru møguleikarnir
vornir nógv fleiri. Takið hjá
okkum, sum starvast í Miðla
húsinum, er nú at gera nyttu
úr møguleikunum. Hvussu
hetta skal gerast, verður tað
arbeitt við hvønn einasta
dag.
Tað er synd at siga, at
tað verður leitað eftir hug
skotum. Nógv var á lista
num, áðrenn flutt varð av
Argjum, og undir søguligu
lonini í Vágsbotni er nógv
sprottið. So at siga dagliga
koma input uttanífrá, og í
Miðlahúsinum takka vit fyri,
at tað eisini í hesum vísir seg
at vera gott samband við við
skiftafólkini.
Vit fegnast um, at tað við
tiltøkunum í Miðlahúsinum
hevur eydnast at gera Sosialin
til tann nátúrliga partin av
miðbýarumhvørvinum,
sum vit roknaðu við, at tað
skuldi gerast, og vit fegn
ast um, at havnarfólk, myn
dugleikarnir, vinnulívið
og føroyingar yvirhøvur
hava tikið Miðlahúsið
til sín. Hópur av fólki
– einstaklingar og bólkar –
hyggja inn á gólvið, og tá ið
skipað verður fyri tiltøkum
er áhugin stórur. Tak eitt nú
trapputingini, jólatiltakið og
ikki minst ólavsøkutiltakið.
Tað verður vónað og roknað
við, at hesi tiltøkini fara at
verða afturvendandi.
Á gáttini til nýggja árið
kunnu vit geva lesarum og
lýsarum tað lyftið, at tað
framvegis fer at vera lív og
nýskapan á Sosialinum og
í Miðlahúsinum. Blaðið er
kjarnuproduktið. Ynskið er
framvegis, at Sosialurin skal
vera við kring alt landið,
og at fingurin skal vera
á pulsinum í so breiðum
høpi, sum tað á nakran hátt
ber til. Málið er, at hann
skal vera í fremstu røð, og
starvsfólkini ofra seg fyri at
røkka málinum. So verður
tað upp til lesarar og lýsarar
at gera av, hvussu hetta fer
at eydnast.
Hvussu menningin annars
fer at verða, fara næstu mán
aðirnar at vísa. Takið er at
varðveita javnvágina allar
vegir. Tað vil siga, at hug
flogið og manningarliga og
fíggjarliga tilfeingið skulu
blandast so skynsamt, sum
tað ber til og við tilvitanini,
at tað framvegis er soleiðis,
sum maðurin segði, at tað
ringasta, sum kann henda,
er, at einki hendir.
Gott nýggjár og takk fyri
gott samstarv í árinum, sum
nú er runnið!
Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri
Á gáttini millum tað farna og tað ókenda