Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2005 6 Nr. 251 - 30. desember 2005 Aftan á næstan 25 ár á Argjum flyt­ ir Sosialurin til Havn­ar við síni høv­ uðsskrivstovu. Nýggja og snotuliga Miðla­ hús­ið í Vágsbotni verð­ur nú høvuðsstøð hjá blaðnum Mánadagur 11. apríl varð ein søguligur dagur á Sosialinum. Tá høvdu starvs­ fólkini á blaðnum sín fyrsta starvsdag í nýggja Miðla­ húsi­num í Vágsbotni. – Vit á blaðnum fegnast um hesa nýggju og spenn­ andi avbjóðingina og kunnu eisini gleðast um, at vit hava verið so heppin at fáa atgongd til henda bygn­ing og hetta søguliga og sentrala stað, sigur Jan Müll­er, ábyrgdarblaðstjóri á Sosi­alinum. Starvsfólk og leiðsla á Sosi­alinum hava leingi glett seg til innflytingardagin, sum varð fluttur aftur nakr­ ar ferðir. Ætlanin var at flyta inn áðrenn páskir, men mongum brestir ætlan. Fríggja­dagurin tann 8. apr­íl gjørdist so endiliga dag­urin, har fjølbroytta miðla­fyri­ tøkan flutti av Argjum og inn í gamla bygningin hjá Valdemar Lützen í Vágs­ botni. Fyri 23 árum síðani flutti Sosialurin annars úr Havn­ ini og út á Argjar. Tá hevði blaðið húsast undir trong­um umstøðum, fyrst á Heygs­ breyt í Havn, har Einars Off­sett er, og seinnapartin av sjeytiárunum í einum set­ hús­um í Sjúrðargøtu 9. Hoyra heima í miðbýnum Ein ørgrynna av fólkið var inni á gólvinum, tá ið Sosi­ al­urin nakrar dagar seinni hevði almenna móttøku. Millum teirra, sum helt røðu, var borgarstjórin í Havn. – Vit, ið hava okkara dag­ ligu gongd her í miðbýnum, fegn­ast um, at hava fingið ein so kreativan og virkisfýsnan granna, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at skapa eitt stórt virk­semi her í miðbýnum, segði Heðin Mortensen. – Her er brotið upp úr nýggjum í føroyska fjøl­ miðla­heiminum, og eg ivist onga løtu í, at blaðleiðslan hev­ur tikið rætta avgerð. Sjálv­andi skal ein redaktión og eitt blaðhús - ja, nú eitur [ Apríl ] Pávin farin Jóhannes Páll pávi annar doyr 84 ára gamal. Pavin hevur verið merktur av sjúku seinnu árini, og fyrst í apríl fór hann. - Fyri katolikkar og nógv onnur við var Pávin tann størsti á jørð. Tú vart ongantíð í iva um, hvat hann stóð fyri, og eini slíkari fyrimynd hevur heimurin kanska meir brúk fyri nú, enn nakrantíð, sigur Kinn Magnussen úr Havn, sum er katolikkur, og sum er ein av 10 før­oy­ ing­um, sum fingu høvi at hitta páva í Danmark í 1989. Joseph Ratzinger, sum er ættaður úr Týsklandi, verður valdur til nýggjan páva. Hann fær navnið Benedikt 16. Astrup takkar fyri seg Danski bankastjórin í Føroya Banka boðar frá, at hann fer úr starvinum 1. mai. – Eg og konan hava altíð ætlað okkum at flyta aftur til Danmarkar, og eg haldi, at vit skulu gera tað, meðan vit framvegis kunnu tyggja gras, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann kom til Føroya í ringastu kreppuárunum at vera bankastjóri, og hóast steðgurin ikki skuldi verða langur, fer Astrup nústani av landinum aftur. – Eg havi verið sera glaður fyri at verða í Føroyum, okkum hevur dámt sera væl her, og nú vit fara avstað aftur, liggur ein partur av okkum eftir í Føroyum, sigur hann. Uni í sjeynda blueshimli Tríggjar góðar fram­førsl­ ur vóru til finaluna í Prix Før­­oyum, og dómararnir, sum hesaferð bara vóru út­lendskir, valdu GoGo Blues til vinnara. Fin­ al­­an hevði tað mesta – handverkararock, før­ oysk­­an blues og popp við broddi í. Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe og GoGo Blues kappaðust um sig­­urin í kappingini, og tað yngsti av teimum vann. – Tað var fantastiskt. Tað besta við at vinna Prix Føroyar var, at vit fingu eina viku í einum góð­um studio. Tað var akkurát tað, sum vit høvdu brúk fyri, tí vit hava nógv tilfar liggj­ andi, sum vit vilja hava spælt inn, sigur Uni R Debess, oddamaður í bólkinum. Í kappingini um Løgmanssteypið verða B36 og KÍ tveitt út, tí tey hava brúkt spælarar, sum ikki høvdu neyðugu spæliloyvini í lagi. Føroyar eru reyvin á fjórðu deild og skulu vit upp í elituna, verða vit noydd at taka okkum heilt alvorliga saman. Tað er alt annað enn sjálvsagt, at Føroyar fara at menna seg. Í veruleikanum hevur tað ongantíð verið so lítið sjálvsagt, sum nú. - Tróndur Djurhuus, menningarleiðari á Føroya Tele« » Tað løgna er, at nógv halda, at júst teirra søga er lítið verd. Mær dámar serliga væl at tosa við fólk, og mínar royndir eru, øll hava okkurt áhugavert at siga frá. Um eg tosi við fólk í haganum ella geri eitt kaffiprát í einum køki, so er altíð okkurt at frætta. - Jónheðin H. Tróndheim, útvarpsmaður« » Sosialurin flytir inn í Miðlahús í Vágsbotni Sosialurin flytir inn í miðbýin í Havnini eftir næstan 25 ár í blaðhúsum á Argjum Ein ørgrynna av fólki vitjaði inni á gólvinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá ið almenn móttøka var har