Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2005  – Nú fái eg stundir at takast við alt tað, sum eg havi forsømt øll hesi árini, sigur Ellintur Abrahamsen Formansskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað skerst ikki burtur,at tað er ein lætti at sleppa frá sum formaður. Men eg komi ikki at ganga fyri onki, tí eg havi meiri enn nokk at takast við. Í gjár endaði eitt tíð­ ar­skeið í føroyskum fak­ felagspolitikki. Tað endaði, tá ið ein av mest markantu fakfelagsleiðurunum sein­ astu nógvu árini legði frá sær. Á aðalfundinum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag í gjár takkaði Ellintur Abrahamsen fyri seg, eftir at hava verið formaður fel­ agsins í heili 22 ár. Tað var longu í mars í fjør at hann gjørdi nevndini í felagnum greitt, at hann ætlaði sær frá sum formaður. Men tað vísti seg at ongin av nevndarlimunum hevði hug at taka við sum formaður. Samstundis vóru ymisk mál á skránni sum hann feg­in vildi hava fá hondini, áðrenn hann gavst og tí játtaði hann at halda fram sum formaður, men bara í eitt ár afturat og á aðalfundinum í gjár, skuldi tað vera endaliga liðugt. Men nú hann leggur frá sær, ásannar hann, at enn eru nógv mál fyri framman, sum eru óloyst, hóast arbeitt hevur verið við teimum. Á aðalfundinum í gjár kunnugjørdi hann kortini, at avgerðin um at fara frá, stóð við. – Áhugin fyri felagnum er ikki minkaður, men eg føli tað sum, at arbeiðsbyrðan er ov stór. Arbeiðið fellur tyngri og tyngri og tað verða alsamt fleiri mál, sum eg vildi fingið loyst, men sum liggja á láni, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann segði samstundis, at hann hevði onki ímóti at halda fram sum van­ligur nevndarlimur og á aðal­ fundinum í gjár varð hann eisini afturvaldur í nevnd­ ina. Nógv liggur á láni Hann sigur, at arbeiðið sum formaður er ógvuliga tíðarkrevjandi. Men hóast formansstarvið fer við nógvari tíð, følir hann, at tað eru mong mál, sum tað ikki eydnaðist at loysa. Eitt nú heldur hann at tað er átrokandi at sjó­ manna­lógin verður broytt. Ser­liga heldur hann, at tað er neyðugt at hyggja eftir uppsagnarreglun­um. Harafturat eru tað nógvar reglar í henni, sum ikki eru galdandi fyri fiskiskip. Eisini sjólógin treingir til dagføringar, heldur Ellintur Abrahamsen. – Eftir donsku sjólógini kann tann, sum hevur hýru til góðar hjá einum reiðara, seta fram sjópantikrav ímóti øllum skipunum hjá reiðaranum fyri at fáa tað, sum er tilgóðar. – Í Føroyum kann krav bara setast fram ímóti tí ítøkiliga skipinum Ellintur Abrahamsen sig­ ur, at hetta eru bara tvey dømi um viðurskifti, sum harð­liga treingja til at verða endurskoðað. Onnur mál, sum liggja á láni, eru eftirlønarviður­ skift­ini, kanska serliga inn­ krevjingin. – Vit vildu havt, at eftir­ lønin varð kravt inn ígjøgn­ um skattaskipanina, so at eftirlønin varð tryggjað. Vit hava nevniliga dømi um, at eftirløn ikki verður goldin, sigur hann. – Vit hava roynt at skriva til skiftandi landsstýrismenn á økinum, men kanska er ov lítið gjørt. Tað hendir í hvussu so er alt ov lítið á hesum øki, fyri ikki at siga púra onki. Ellintur Abrahamsen sig­ ur, at hetta eru mál, sum hann følir, at ov lítið er gjørt við. – Royndirnar vísa, at ong­ in ger nakað fyri sjófólkið av sínum eintingum. Tí krevur tað so ómetaliga nógvar kreft­ir at fáa mál framd Og tær kreftirnar følir hann ikki, at hann hevur longri. Ov mikið at takast við Ellintur Abrahamsen stúr­ir ikki fyri at ganga arbeiðs­ leysur, hóast hann nú fer frá sum formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum. Tvørturímóti gleðir hann seg nú til at fáa stundir til at røkja tey áhugamálini, sum hann hevur, men sum hann følir, at hann hevur forsømt hesi árini, hann hevur verið formaður. – Eg havi konu og børn og eisini abbabørn og tey fái eg nú betri stundir til. Eg havi eisini eina gamla mammu, sum eg havi vitjað alt og sjáld­an. Somuleiðis havi eg bæði hús, bát og ein gamlan bil, sum kundu trongt til eina hond. Og harafturat havi eg fulltíðarstarv sum skipari. – Tað er nógv, sum eg havi forsømt øll hesi árini og tað er nógv, sum eg ikki havi fingið gjørt øll hesi árini. Sumt av hesum er farið og kemur ikki aftur, men annað kann eg taka mær stundir til nú. Tí fái eg ov mikið at takast við, hóast eg ikki longur eri formaður longur, sigur fráfarni formað­urin í felagnum í Skipara- og Nav­ igatørfelagnum. Nýggi formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum ásannar at skógvarnir hjá undanmanninum verða ringir at fylla Formansskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er onki yvir at dylja, at eg fái stórir skógvar at fylla. Nýggi formaðurin í Skip­ ara- og Navigatør­fel­agnum ásannar, at tað verður tungt at lyfta arvin eftir Ellinti Abrahamsen, sum hevur verið formaður í yvir 20 ár. Nýggi formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag eitur Eyðstein Djurhuus. Hann býr í Havn, er 38 ára gamal og er skiftivís skipari og stýrimaður við Vestursøka. – Undanmaður mín hevur myndað felagið ógvu­liga nógv, so tað verður torført at ganga í hansara fóta­ sporum. – Men um eg fari at hava sama framferðarhátt sum hann, er púra óvist, tí hvør hevur sín stíl. Hann sigur, at tá ið tað kom upp á tal, at hann skuldi vera formaður, ivaðist hann ógvuliga nógv um hann skuldi taka av. – Tað hevur leingi verið greitt, at vit skuldu hava nýggjan formann, men or­søkin til at tað júst varð eg, var ikki tí, at eg helt meg framat. – Orsøkin var kanska meiri tann, at ongin annar hevði hug at royna seg, sigur Eyðstein Djurhuus. Ræðir um at verja borg Nú, hann er vorðin for­mað­ ur í Skipara- og Naviga­tør­ felagnum, ætlar hann sær at halda fram við Vestursøka og so at røkja formasstarvið í frítíðini. – So fáa vit at síggja hvussu tað fer at ganga, legg­ ur hann afturat. Nú er hann so nýggjur í starvinum, at tað er ilt at siga, hvat hann fer at leggja dent á. Hann ásannar, at tað vísir seg at verða ómetaliga trupult hjá sjómonnum at fáa nakrar batar, hvørki hjá reiðarum ella hjá politiska myndugleikanum. Tí heldur hann, at hansara størsta uppgáva verður at royna at verja borg og at halda fast um tað, sum vunnið er. Annars verður størsta at halda fram við tí arbeiði, sum felagið longu hevur stungið út í kortið. – Men vit vita, at fakfelagsarbeiðið er ómetaliga torført og tí her tað nokk skeivt at seta sær alt ov stór mál heldur Eyðstein Djurhuus. Kortini vísir hann á, at hóast hann er formaður fyri allar limirnar, hevur hann sítt starv í fiskiflotanum, so tað er eyðsæð, at viðurskiftini hjá teimum hava hansara serliga áhugað. Skipara- og Navigatør­felagið hevur fingið nýggj­an formann, eftir at Ellintur Abrahamsen hevur lagt frá sær eftir at hava sitið í heita stól­inum í heili 22 ár Nevndarval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ellintur Abrahamsen hevur nú lagt frá sær sum for­maður í Skipara-og Navigatørfelagnum. Hann hevur langt síðani boðað nevndini í felagnum frá, at hetta varð hansara seinasta ár sum formaður og á aðalfundinum í gjár, segði hann seg frá alment. Hann hevur verið formaður í heili 22 ár og nú heldur hann, at tíðin er komin til at lata yngri kreftir sleppa framat. Ellintur heldur tó fram í nevndini. Eftir aðalfundin í gjár, hevur nevndin í Skipara- og Navigatørfelagnum, skipað seg og nýggjur formaður í felagnum er er Eyðstein Djurhuus í Havn. Næstformaður er Regin Nónstein úr Hvalba. Annars hevur nevndin gjørt av at avskaffa heitið eykalimir í nevndini og hereftir verða eykalimirnir tískil vanligir nevndarlimir. Í nevndini í Skipara-og Navigatørfelagnum eru sostatt 11 limir. Valskeiðið hjá lim­ unum er tvey ár og teir, sum vórðu valdir á fundinum í gjár, vóru: Regin Nónstein, Hvalba, Egil Simonsen, Hoyvík, Jákup Gøthe, Toftir, Jan Kristoffersen, Tórshavn, Harry á Lakjuni Fugla­ fjørður og Ellintur M. Abrahamsen, Fugla­fjørð­ ur. Annars sita í nevnd­ini, Eyðstein Djur­huus, Tórs­ havn, sum nú er formaður, Jóhannes Jacobsen, Við­areiði, Leivur Christiansen, Miðvágur, Dánial Jákup Jørgensen, Miðvágur og Jógvan Líggjas Gregersen, Eiði. Skiparar fingið nýggjan formann Ein lætti at sleppa frá Í gjár endaði eitt tíðarskeið í føroyskari fakfelagssøgu, tá ið Ellintur Abrahamsen legði frá sær sum formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum. Arbeiðið verður tyngri og tyngri og tað eru nógv mál, sum eg føli, eru óloyst, segði hann á aðalfundinum hjá Skipara-og Navigatørfelagnum í gjár Eg fái stórar skógvar at fylla Hetta er nýggi formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum. Tað verður tungt at lyfta arvin eftir ásannar Eyðstein Djurhuus