hósdagur 29. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
8
Nr. 251 - 30. desember 2005
Øll vildu síggja Mary
krúnprinsessu, tá ið
tey kongaligu vitjaðu
í Føroyum. Børnini
vóru forlipt uppi í
nýggju prinsessuni,
og eisini tey vaksnu
vildu royndu at troka
seg fram at Mary. Tey
kongaligu vitjaðu
kring landið í nakrar
dagar
Stór mannfjøld var savnað í
Vágsbotni í Havn, tá ið konga
liga fylgi kom til Havnar. Tað
var eisini í høvuðsstaðnum,
at almenni parturin av ferð
ini hjá Margrethu Drotning,
Heindrikki prinsi, Fríðrikki
krúnprinsi og Mary krúnprin
sessu byrjaði.
Steðgurin í Vágsbotni var
eitt tað besta høvi hjá havn
arborgarum at heilsa upp á
kongaligu gestirnar, og tað
sást eisini aftur. Mannfjøldin
var rættuliga stór, og nógv
børn vóru komin oman á
keiina og veittraðu bæði við
Dannebrog og Merkinum.
Eisini í bygningunum kring
Vágsbotn var nógv fólk at
síggja, sum stóðu í vindeyga
num og royndu at fáa eyga á
kongaligu gestirnar.
Tey kongaligu vitjaðu á
nógvum plássum kring land
ið. Tey vóru stóran part av
tíðini saman, men tað vóru
eisini fleiri løtur, har tey
yngru fór í sína ætt og tey
eldru í sína.
Nógv útlendsk fjølmiðla
fólk vóru í Føroyum í
sambandi við ferðina, og
sambært teimum var eingin
ivi um, hvør var mest áhuga
verdur fyri teirra lesarar og
hyggjarar, tí fjølmiðlafólkini
fylgdu í stóran mun við Fríð
rikki og Mary á ferðini í Før
oyum.
Spottað í
Århus
Føroysku tónleikararnir
á SPOT-festivalinum í
Århus fingu sera góð
ummæli eftir teirra
framførslur.
Eivør
Pálsdóttir, Teitur Lassen
og Lena Andersen vóru
við, og tey megnaðu
øll at gera vart við sín
tónleik.
– Eftir eina fína byrjan
á konsertini, gjørdist
lagið enn betur, tá ið
føroyska sirenan Eivør
Pálsdóttir kom á pallin.
Við gittara, trummu,
einari rødd á hædd við
Bjørk og Annisette og
við strúkarum í bak
grundini sang Eivør
við fullari orku so mann
næstan kundi stúra fyri,
at bygningurin fór at
rapa, skrivar ummælarin
Ole Rosenstand.
Samfelags
tænastu á
útoyggj
- Hví ikki senda fólk,
sum skulu inn at sita
fyri rúsdrekkakoyring,
út á onkra útoygg at
gera samfelagstænastu
í staðin? Tey høvdu
verið ein stór hjálp hjá
okkum, samstundis
sum tey fingu nakað
meiningsfult at fara
upp til.
Tað segði Tummas
Frank Joensen úr Skúvoy
á útoyggjastevnuni, sum
varð hildin í Svínoy.
Sum dømi um arbeiði
til hesi fólki nevnir hann
rásirnar í berginum, sum
treingja til ábøtur, skera
upp haga og velta, grava
veitir, hegna og mangt
annað.
–Tað mátti verið mun
andi meir meiningsfult
at ganga úti í náttúruni
og gera okkurt til nyttu
enn at sita í Jónas
Bronksgøtu, og gløða
inn í ein gráan vegg,
sigur Tummas Frank.
Holið skotið
ígjøgnum
Norðoyatunnilin verður
skotin ígjøgnum leyg
ardagin 25. juni. Jógv
an við Keldu, landsstýr
ismaður, festir í fjúsið
til seinasta skotið í Norð
oyatunlinum. Og spreing
ingin 130 metrar undir
Leirvíksfirði er start
skotið til veruligu niður
teljingina til koyrandi er
undir Leirvíksfirði.
– Hetta minnir meg
aftur á stórar hendingar,
sum vóru avgerandi fyri
framburðin í Klaksvík.
Eg vil líkna hetta saman
við Elverkið á Strond,
sum varð bygt í 1931
og fyrstu havnaútbygg
ingina í Klaksvík í
1937, sigur Jógvan við
Keldu.
Arbeiðið at gera
Norðoyatunnilin hevur
gingið væl, og roknað
verður við, at tunnilin
kann takast í brúk í mai
mánaði 2006.
Todi Jónsson verður stórliga fagnaður í Parkini í Keypmannahavn, tá ið hann sigur farvæl við viðhaldsfólkini hjá FCK.
Todi fer nú til Noregs at spæla.
Eg havi ein góðan gerandisdag í Danmark saman við
manni mínum, vinum og kenningum, men Føroyar og
familjuskapurin liggja altíð í bakgrundini. Tað fer
ongantíð burtur.
- Annika Hoydal, songkvinna«
»
Ein prædikumaður segði einaferð, at hann hevði skift
10.000 prædikur við ein sálm, tí at ein prædika festir seg
sjáldan í minnið eins og tónleikur. Tónleikurin er ein so
ómetaliga tyðdningarmikil partur av lovsongi og gudsdyrkan
sum heild.
- Russ Taff, gospelsangari úr USA
»
Mary stjól myndina allastaðni
Tey kongaligu fingu eina góða móttøku allastaðni, sum tey komu kring landið, og tað var einki yvir at dylja, at Mary Krúnprinsessa, sum vitjaði í Føroyum fyri
fyrstu ferð, var populerast millum fólk
[ Juni ]
«