hósdagur 29. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2005
7
Nesvík: Hetta komandi árið
kunnu fólk í Heimamissiónini
gleða seg til mong spennandi
og áhugaverd tiltøk.
Skráin fyri øll tiltøkini
í 2006 eru nú vorðin
almannakunngjørd, og her
sæst ein heilt tyssi av døgum
og vikuskiftum bæði fyri
ung og gomul.
Millum tey stóru tiltøk
ini kann nevnast Lands
ungdómsstevnan,
sum
plagar at savna hundraðtals
ungfólk eitt heilt vikuskifti.
Í ár verður hetta tiltakið á
Giljanesi í mai mánaði.
Eitt annað tiltak er sang
skeiðið, sum á hvørjum ári
verður hildið í heystfrítíðini,
og har eisini hundraðtals
fólk í øllum aldrum hittast
til sang og tónleik eina heila
viku.
Í september mánaði
verða eisini trý spennandi
tiltøk. Byrjað verður fyrsta
vikuskiftið í mánaðinum við
stórmøtum í Havn, har ein
eisini skipar fyri serstøkum
Nóa-degi í Nesvík.
Og vikuskiftið eftir verður
ein stór og fjølbroytt missi
ónsstevna hildin í Legu
húsinum í Nesvík.
sb.
Sundalagið: Tað eru
mong sum standa á bíði
lista eftir grundøkjum í
høvuðsstaðnum og hava
staðið har leingi.
Hava fólk hinvegin hug
at búseta seg aðrastaðni á
Streymoynni, so eru grund
øki at fáa t.d. í Sunda
kommunu, har fleiri av
bygdunum í oynni eru við.
Eitt yvirlit, sum stendur
á heimasíðu teirra, yvir
tøk grundøki hjá Sunda
kommunu vísir, at í allari
kommununi eru omanfyri
30 tøk í flestu bygdum.
Flestu teirra eru í Hval
vík, har níggju eru tøk og
í Streymnesi har sjey eru
tøk. Hinumegin sundið eru
eisini grundøki at fáa, m.a.
eru seks tøk á Oyri og 2 á
Oyrarbakka.
Tað er kortini bert í
bygdunum Hósvík, Tjørnu
vík og Saksun at einki tøkt
grundøki er at fáa.
Yvirlitið vísir eisini
fermeturprísin fyri hesi
grundøkini. Natúrliga eru
økini dýrast í Hvalvík og
Streymnesi, meðan tey eru
bíligast við Gjógv.
Hinvegin so sæst, at bæði
á Langasandi og í Haldórs
vík er fastur prísur fyri
økini, sum eru til taks.
sb.
Fleiri grundøki í
kommununi
Sundalagið liggur væl fyri landafrøðiliga. Og har eru eisini grundøki at fáa til tey sum ynskja
tað
Stevnur og tiltøk fyri
allar aldursbólkar
Leguhúsið í Nesvík verður hetta komandi árið karmur um ein hóp av tiltøkum
Hóast nógvan royk,
so var eingin skaði av
tilburðinum á Gallarí
Jinx í nátt. Eftir at
café’in varð vaskað,
kundu tey lata upp
aftur á middegi í dag
ELDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um hálvgumtveytíðina í nátt
varð boðað frá eldi á Gallarí
Jinx á Áarvegnum í Havn.
Fólk varnaðust nógvan royk
inni á café’ini og boðaðu
alarmsentralinum frá.
Vit vóru sera heppin í
óhepni, tí eldurin gjørdi
ongan skaða. Vit vaska nú
og lata upp á middegi, sigur
Florenze Ólavsdóttir, stjóri í
Gallarí Jinx.
Vakthavandi á politistøðini
í Havn sigur, at talan var um
eld í einum ruskílati, og at
løgreglan ikki ger meira við
málið.
Tá sløkkiliðið kom á stað
ið, var sera nógvur roykur
inni. Talan var um eina
stálspann, tey nýta at tøma
øskubikør í. Ein glóð frá sig
arett festi í og elvdi til nógva
roykin.
Florenze Ólavsdóttir sigur,
at spannin stóð soleiðis fyri,
at eldurin neyvan hevði fest
í, men tey fingu kortini ein
álvarsaman hvøkk.
Men vit lata helst uppaftur
á middegi, ein tíma seinni,
enn vit vanliga lata upp,
segði Florenze Ólavsdóttir,
tá vit hittu hana mitt í
vaskiarbeiðinum í morgun.
Tað var um hálvgum tvey
tíðina, at fólk varnaðust
nógvan royk inni á Gallarí
Jinx á Áarvegnum í Havn.
Sløkkiliðið kom beinanvegin
á staðið, og hóast nógvan
royk, so var eingin skaði.
Eldur í
ruskspann
á Jinx
Sigarettstubbar, sum verða tømdir í
hesa spannina, festu í pappír í spannini
– og tað elvdi til nógva roykin á Gallarí
Jinx hósnáttina
Mynd: Álvur Haraldsen