Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2005 Nr. 251 - 30. desember 2005 7 [ Mai ] Hondgranat á diskotek Eitt bumbulið hjá løgregluni í Keyp­ manna­havn kom á før­oyska diskotekið í Keypmannahavn, Jaq­ ues, tá ið ein frá­boð­ an kom um, at onk­ur hevði spælt við eina hondgranat á disko­teki­ num. Ein gestur segði starvsfólkinum frá, at tríggir menn spældu við okkurt sum líkt­ist eini hondgranat. Durð­ar­ vørðarnir kannaðu mál­ ið, og sóu at granatin var ordilig. Teir fylgdu so monnunum út, og burturvístu teir. Sam­ stundis boðaði starvs­ fólk­ið løgregluni frá. Løg­reglan kom á staðið, og mennirnir vórðu hand­tiknir ein hálvan tíma seinni. Sangir ov avbjóðandi Foreldur at børnum, sum skulu taka lut Nósa Barnaprixnum, harm­ast um, at eingir før­oyskir barnasangir, sum børnini kenna, eru mill­um løgini, veljast kann ímillum. Har eru mest bara enskir kær­ leiks­sangir. Summir við beinleiðis sexu­ellum heitum og undirtónum, siga for­ eld­ur, sum Sosialurin hev­ur tosað við. Við at hyggja gjøgnum list­an við uppskotum til sang­ ir, síggjast heiti sum »Sexed up«, »Sweet trans­vestite « og »Jeg vil í seng med de fleste«, vísa hesi foreldrini á. – Tað er ov dýrt at brúka føroyskar sangir, men vit fara ongantíð at loyva børnunum at syngja ósømiligar sangir, siga fyrireikararnir av Barna­prixnum. Endaleysar bøtur – Talið á bótum, vit kunnu skriva um dagin, er bara ein spurningur um, hvussu nógv fólk, vit hava. Tað verður sagt av politistøðini í Klaksvík. Løgreglan í Klaksvík hevur gjørt eitt ordans hál nú ein dagin, hon kannaði ferðsluna. Uppá góðar fýra tímar høvdu teir skrivað 102 bøtur, og tað var kanska met hjá løgregluni í Føroyum. – Tað er heilt vónleyst at fáa fólk at brúka trygdarbelti og høvdu vit nokk av fólki, kundu vit sum onki skriva 1000 bøtur um dagin, sigur politistur á vakt á politistøðini í Klaksvík. VB vinnur føroyameistaraheitið í kvinnuhondbólti, og tær fáa gullmerkini handað á seinasta leikdegnum fyrsta dagin í mai. Í Føroyum verður ófaklært arbeiði stuðlað við skattalætta til sjómenn - vit áttu heldur at eggja til at skapa nýggjar vinnur - vit mugu stuðla íbirtarum, fólkum, sum vísa áræði. - Heini Zachariasen, stjóri í Bullguard« » Advokatar hava nærum fingið einarætt uppá sannleikan í føroyskum politikki. Ja, teir kunnu næstan samanberast við orakul og heksadoktarar. Men tað ber altíð til at bíleggja sær politisk argument frá einum advokati, og øll fáa tað, sum tey hava brúk fyri, tí nógvir teirra eru til sølu til hægstbjóðandi. - Sjúrður Skaale, stjórnmálafrøðingur« » Torbjørn Jacobsen sló til høgru og vinstru, tá ið hann helt røðu á Vaglinum í Havn 1. mai. Hann spurdi, um vælferðarsamfelagið er við at sigra seg í hel, nú vaknsir menn sleingjast í sof­um, drekka skálir fyri Morinho og Abramovich og ivast í, um Wayne Rooney kanska hevur vitjað á bordelli 1. mai helt løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen røðu á Vaglinum í Havn. Altjóða arbeiðaradagin var hann so bersøgin og ágangandi sum sjáldan. Hann sló til høgru og vinstru í føroyskum poli­ tikki, leitaði út í heim eftir frændum og fíggindum og dró alt heimaftur til eina bland­ing av revsing og ruðuleika. Her er nakað av tí, sum hann segði hendan dagin: – Fakfeløgini hava havt týðandi og avgerandi leiklut í framtøkuni í føroyska samfelagnum. Tað svitast ikki. Men samstundis er tað púra rætt, sum formaður Havnar Arbeiðsmannafelags segði fyri ári síðani, at tað kennist órógvandi so lítil áhugi, sum nú tykist vera fyri arbeiðaradegnum. Hesi seinastu árini nøkur fá tandur, ið hava hokið framvið gamla Kommunuskúlanum og ditto Bókhandlinum, í royndini at frætta hvatið nakrir yvir­ gøddir breyðpolitikarar hava at siga teimum, sum knossa fyri síni úrkomu, tíma fyri tíma, á flakavirkjum, í egningarskúrum, í bil­smiðj­ um, á kajuni, í krambúðum og so fordont. Her er ongin glóð, onki engasjemang, ong­ in uppreistur, ongin skoðan inn í framtíðina. Byrjandi moydn­aroykur og turrur deym­ur av status quo smellir í næsa­gluggarnar. – Hetta stendur í skærari and­søgn til myndirnar á skíggjanum hjá teimum, sum eru á mínum aldri. Sterku haldini og orðini á Vaglinum hend­an dagin og úti á Skansa­ num, á Doktaragrund og úti í Læraraskúlahøllini, harið alt slag av sosialistum hitt­ust, reyða kórið sang og stríðsfúsir ungdómar slerdu eitt slag fyri eini soli­dariskari framtíð. Nú er alt individualiserað. Am­erikaniserað. Glo­bali­ ser­að. Øll hava nógmikið í sær sjálvum. Væl-ferð­ar­ sam­felagið doyvir. Vaksnir menn sleingjast í sofum, eta poppkorn og zappa seg ígjøgnum tíggjutals sjón­varpskanalir. Drekka skál­ir fyri Morinho og Abramovich. Illneitast um okk­urt slatriblað, sum rør fram­undir, at Ferguson er í holt við at selja van Nistelroy og um nakað man vera í tíðindunum um allar bordelvitjaninar hjá Wayne Rooney. Er væl­ferð­ ar­samfelagið ávegis at sigra seg sjálvt í hel. Í fer við at ger­ ast eitt tómt fíggjarligt hylki ? við ongum substansi? Ong­ ari kós? Ongum hugsjónum ella visiónum, sum kunna flyta menniskja inn í eina spennandi og innihaldsríka framtíð? Valdskabalan Tobjørn Jacobsen helt eisini, at tað var eitt paradoks, at harðastu mótstøðumenn í svart/hvíta heiminum fyri 30 árum síðani nú samstarva í landsins leiðslu. – Kammerátar. Kenda til­ talu­sniðið hjá øllum heimsins komm­unistum rungaði mill­ um húsaveggirnar á Vagli­ num fyri tríati árum síðani. Ungur framamaður royndi í svart/hvíta heiminum at tosa fyri heimsfatanini hjá polit- býronum í Kreml. – Nú situr hann á ovastu rók í sosialdemokratiskum flokki, ið letur sær lynda, at Pinochet-fjepparin Óli Breckmann er sjefdomptørur í hini mest konservativu og asosialu heimastýrisstjórn nakrantíð. Kanska hevði ein marxistiskur ástøðingur rætt, táið hann tvíhelt um, at sosialdemokratisku flokk­ ar­nir ikki kundu brúkast í koll­velt­ingarliga stríðnum hjá teim­um fæleysu, men heldur eru valmaskinur, skaptar til parlamentsval og hitt parla­mentariska stríðið. Og hað­ani er stutt út á rekamið, íður og vaggandi gjálv. Tað ræður bara um at fløkja seg upp í onkra valdskabalu. Politiski sub­ stansurin er óviðkomandi. Bæði táið ræður um loysing ella samband – vinstra ella høgra. Galliónsfigurar, sum svíkja arbeiðarafjøldina og pantseta føroyska frælsið í donskum varmapútum. Pol­ itiskt korrumperaðir korri­ dor- covboyarar, ið dyrka sítt egna vald meira enn natio­ nalu áhugamálini og lívs- lunn­indini hjá fólkinum, sum valdi teir, segði Torbjørn Jacobsen. »Pantseta frælsið í donskum varmapútum«