hósdagur 29. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
9
Hergeir mitt
í rokanum
Enski høvuðsstaðurin
London verður skakaður
av fleiri bumbuspreing
ingum, og løgtingsmað
urin Hergeir Nielsen
endaði mitt í rokanum,
tá ið bumburnar brustu.
Hergeir Nielsen hevur
júst vitjað á Isle of
Man í sambandi við
setanina av tinginum á
Tynwald, og tað var á
vegnum heimaftur til
Føroya, at hann endaði
mitt í ruðuleikanum í
London.
Hergeir Nielsen var
staddur á jarnbreyta
støðini við King´s
Cross, tá ið ein bumba
brast har, og hann
varð í ruðuleikanum
evakueraður av jarn
breytastøðini. Løgtings
maðurin fekk ongan
skaða.
Jenis-sangurin
avhøvdaður
á Rás 2
Í heilar trettan vikur
hevur lagið Muscleman
blað hjá punk-bólkinum
200 ligið á hit-listanum
15 tær bestu hjá Útvarpi
Føroya. 200 er ein bólk
ur, ið er kendur fyri sín
ar provokerandi tekstir,
men fleiri halda, at í
hesum lagnum er bólk
urin farin út um mark.
Ein av teimum er
Petur Jacobsen á Rás
2. Hann vil ikki hava
hetta lagið spælt á sínari
útvarpsstøð og hevur tí
heitt á síni starvsfólk um
ikki at spæla lagið.
– Talan er um eitt per
sónligt álop á Jenis, og
slíkum vil eg ikki stuðla
við at spæla lagið á mín
ari útvarpsstøð, sigur
Petur Jacobsen.
Europe í Gøtu
Útselt er til G! Festivalin
í Gøtu, og tey mongu
fólkini, sum hava leitað
sær á festivalin, kunnu
hoyra nógva og fjøl
broyttan tónleik.
– Europe vóru høv
uðsnavn á ársins G!
Festivali. Tað sást á
nógvu fólkunum, sum
vóru stúvað saman á
sandinum fyri at hoyra
gomlu svensku rokk-
stjørnurnar.Men tað var
bert í hendinga løgum,
at Europe fingu ordiliga
fatur í fólkinum, skrivar
ummælarin hjá Sosiali
num.
Hinvegin fær danski
bólkurin
Nephew
sera gott skoðsmál frá
ummælarum og fólkum
á festivalinum.
– Nephew var bara tað
allarbesta leygarkvøldið.
Tað var UG! og alt hatta
har, skrivar ummælarin
hjá Sosialinum.
Steypafinalurnar í fótbólti verða spældar. Hjá monnum vinnur GÍ finaluna á ÍF, meðan B36-kvinnurnar vinna á KÍ í teirra finalu.
Fakfeløgini hava hvør í sínum lagi hava vart sítt egna
kongaríki. Heldur enn at hava heildina í huga, hava
fakfeløgini í alt ov stóran mun dyrkað síni egnu áhugamál,
og tað hevur avgjørt verið ein forðing fyri at nútímansgera
føroyska arbeiðsmarknaðin.«
- Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
«
»
Mítt lív hevur verið ein bardagi móti fíggjarligum
ójavna, órímiligum stættarmuni og skeivum umbyðti av
samfelagskøkuni, og hesi sosialdemokratisku virði hava
verið drívmegin handan alt mítt politiska virksemi og lív.«
- Mogens Lykketoft, politikari«
»
Føroyar vinna 15
gullmerki á Oyggja
leikunum, sum verða
hildnir í Hetlandi.
Tað eru tó alsamt
færri ítróttargreinar,
sum draga tað stóru
mongdina av heið
ursmerki heim til
Føroya
Eini 130 føroysk ítróttarfólk
eru við á Oyggjaleikunum,
sum verða hildnir í Hetlandi,
og samlaða úrslitið er tað
næstbesta, sum føroyingar
nakrantíð hava fingið á
Oyggjaleikum.
24 lond taka lut í Hetlandi,
og tey hava sent sløk 2000
ítróttarfólk til leikirnar.
Kappast varð í 15 ymiskum
ítróttargreinum, og føroysk
ítróttarfólk vóru við í 10 av
hesum greinum.
Og tað eydnast eisini at
vinna heiðursmerki í flestu
av ítróttargreinunum, sum
føroyingarnar taka lut í.
Samanlagt vinna Føroyar
15 gullmerki, 11 silvur og 20
bronsu, og á samlaða yvirliti
num gevur tað Føroyum eitt
fimta pláss. Guernsey vinn
ur flest heiðursmerki.
Vandatekin
Hóast úrslitið er gott, so
eru eisini onkur vanda
tekin at síggja í heiðurs
merkjabýtinum. Tí tað eru
alsamt færri ítróttargreinar,
sum vinna stóran part av
føroysku heiðursmerkjun
um.
Í bogaskjóting vinna før
oyingar 8 heiðursmerki, í
fimleiki 14 og í svimjing 12.
Hinvegin klárar frælsi ítrótt
urin ikki at vinna nakað heið
ursmerki hesaferð, og tað er
eitt vónbrot. Heldur ikki í
súkkling eydnast føroysku
luttakarunum at vinna nakað
heiðursmerki.
– 15 gullmerki er flott.
Eingin ivi um tað. Men
konsentratiónin av heið
ursmerkjum innan ávísar
ítróttargreinar, staðfestir, at
verður ikki okkurt munagott
gjørt, so verða Føroyar av
álvara eftirbátar um heilt
stutta tíð, skrivar Sosialurin
eftir Oyggjaleikirnar.
– Fyrst og fremst, so eru
tað umstøðurnar, sum vanta.
Á seinastu leikunum hava vit
sæð, at stórir ítróttardeplar
eru antin bygdir ella renover
aðir, soleiðis at hesir kunnu
vera sentrum fyri fleiri kapp
ingargreinum. Men umframt
praktiska týdningin, tá leik
ir verða fyriskipaðir, so
hava hesir eisini víst seg at
hava alstóran týdning fyri
ítróttarligu menningina.
Ítróttardepil
í Føroyum
Sosialurin skrivar, at ein líkn
andi ítróttardepil í Føroyum
kundi veruliga skunda undir
menningina av nógvum ítrótt
argreinum.
– Stadion til frælsan ítrótt
verður í løtuni fyrireikað í
Havn, og hetta fer uttan
iva at økja um tilgongd og
menning innan tær greinar,
sum kappast verður um her.
Men skal eitt veruligt elitu
umhvørvi skapast, er helst
neyðugt við einum depli.
Einum depli, har fólk úr
fleiri ítróttargreinum dagliga
umgangast hvør annað, og
har synergieffektin av hesum
vil styrkja allar partar.
Júst langsiktaða árinið
av einum slíkum depli eig
ur helst at vera fremsta
orsøkin til, at Føroyar aftur
mugu og skulu arbeiða fram
ímóti einum nyðggjum verts
skapi av oyggjaleikum. 2013
er longu sett sum mál, og
hóast tað kann tykjast sum
góð tíð, so merkir hetta
veruleikanum, at allir hent
leikar helst skulu vera tøkir
longu á sumri 2009, tá tann
atkvøðugreiðslan stendur
fyri framman, skrivar Sosi
alurin.
Føroyar fáa gott úrslit í Hetlandi
[ Juli ]
Triðju ferð á rað vinna føroysku fótbóltskvinnurnar gull á Oyggjaleikunum í Hetlandi. Hesaferð er mótstøðan størri enn onkuntíð,
men føroysku kvinnurnar hava avgerandi munin