hósdagur 29. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 250 - 29. desember 2005
Loysingin hevði
neyvan ávirkað
politikkararnar og
fólkið í Havn, men vit
hugsaðu um, hvørjar
avleiðingar loysingin
fór at fáa fyri
føroyingar á bygd, tá
fullveldissamráðing
arnar vóru í hæddini,
sigur Frank Jensen.
Nú viðurskiftini
millum Føroyar og
Danmark eru komin
í fasta legu, heystar
Fogh tað, sum Nyrup
sáddi undir samráð
ingunum, heldur
fyrrverandi danski
løgmálaráðharrin
Politikkur
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Aalborg: Nú klárar hann
ikki at halda sær longur. Stór
an part av leiðini úr Vejle
Idræts Hus hevur staðið
nógv á honum, og komin
á hotellkamarið er loksins
friður frá ágangandi fjøl
miðlafólki. Ungi og evnaríki
politikarin úr Aalborg, 31 ára
gamli Frank Jensen, brestur
út í grát og hálsfevnir sína
stóru politisku fyrimynd,
Svend Auken.
Hann hevði stríðst væl
og manniliga fyri at hjálpa
Auken. Fyri góðum tíma
síðan hevur hann hildið við
mælisrøðu fyri Svend Auken,
men sama gjørdi. Úrslitið
var greitt frammanundan.
Sitandi formaðurin og stóra
fyrimyndin hjá honum,
Svend Auken, mátti lúta fyri
avbjóðaranum úr Esbjerg,
Poul Nyrup Rasmussen.
Soleiðis greiðir rithøv
undurin Bettina Heltberg
frá í bók síni, Hvor der
handles, um formansstríðið
í Danska Javnaðarflokkinum
á vári1992, tá Poul Nyrup
Rasmussen framdi sonevnda
kongamorðið á sitandi for
mannin, Svend Auken.
Hóast sín almenna stuðul
til mótstøðumannin hjá
nýggja formanninum í
danska Javnaðarflokkinum,
sær Poul Nyrup Rasmussen
kortini okkurt í unga politik
aranum, Frank Jensen.
Nærum øll átta árini, sum
Nyrup Rasmussen situr við
valdinum í Danmark, er
evnaríki politikarin úr Norð
urjútlandi týðandi limur
stjórnunum hjá Poul Nyrup
Rasmussen.
Júst tíðarskeiðið, tá
Nyrup Rasmussen ræður
fyri borgum, fer uttan iva
í søguna sum eitt tað mest
baldruta tíðarskeiðið í viður
skiftunum millum Føroyar
og Danmark. Stórur partur
av nítiárununum varð merkt
ur av køldum misáliti millum
partarnar. Serliga bankamálið
og gróthørðu fullveldissam
ráðingarnar lýsa stundum
kensluleysu støðuna, sum
valdaðu millum partarnar
í ríkisfelagsskapinum hesi
árini.
Sosialurin hitti miðskeiðis
í desember mánaði ein av
týðandi monnunum hesi
árini, fyrrverandi løgmála
ráðharran Frank Jensen, í
hugnaliga heimi hansara til
eitt prát um hetta tíðarskeiðið,
sum fekk mangan dana og
føroying at ilskast.
Samráðingarnar
- Ongin av teimum fýra
fundunum á Christiansborg
í 2000 vóru serliga tespiligir
at vera á. Hýrurin undir sam
ráðingunum var alt annað
enn góður. Heldur enn at
hava ein konstruktivan dialog
vóru samráðingarnar merkt
ar av óneyðugari illgiting
millum
partarnar. Vit
kundu ikki byrja fundirnar,
áðrenn krav um time-out
var á skránni. Spenta støðan
gjørdist ikki betri av, at
fjølmiðlarnir í heilum vóru
drignir inn miðskeiðis undir
samráðingunum, hóast greið
avtala var um hetta undan
samráðingunum.
Frank Jensen sigur seg
hava alt annað enn góð minni
frá fullveldissamráðingum
millum donsku stjórnina og
Føroya Landsstýri í 2000.
Saman við Poul Nyrup
Rasmussen, Mogens Lykke
toft, Marianne Jelved og
Niels Helveg Petersen var
Frank Jensen við í fyri
reikingararbeiðnum undan
fullveldissamráðingunum.
Hóast ynskið úr Føroyum
um fullveldi, var støðan
hjá dønum greið: Teir vildu
varðveita ríkisfelagsskapin.
Hóast drúgt fyrireikingar
arbeiðið var gjørt á embætis
mannastigi í Føroyum, var
danska stjórnin hvørki at
høgga ella stinga í. Føroyska
samráðingarnevndin fekk
greitt at vita, at ynsktu teir
fullveldi, varð ríkisveitingin
skorin eftir fýra árum. Hetta
koma at svíða hjá føroysku
samráðingarnevndini.
Við blokkniðurskurðinum
eftir fýra árum hevði før
oyska sendinevndin lítið og
einki at samráðast um, og
tað er neyvan ov nógv sagt,
at júst blokkniðurskurðurin
tók luftina úr føroysku sendi
nevndini.
- Ætlaðu føroyingar út úr
ríkisfelagsskapinum, máttu
teir fáa skriftina á veggin:
Blokkstuðulin
skuldi
hvørva eftir fýra árum, og
føroyingar skuldu haraftrat
missa øll síni rættindi sum
danskir ríkisborgarar í Dan
mark. Hóast hetta óivað var
sum at fáa ein frammaná hjá
føroyingum, haldi eg fram
vegis, at okkara mótspæl
var skilagott og rætt, heldur
Frank Jensen.
Spurdur, um danir á øðr
um økjum áttu at borið
seg øðrvísi at undir sam
ráðingunum í 2000, svarar
Frank Jensen:
- Tað er altíð lætt at líta
aftureftir og siga, hvat tú
skuldi gjørt øðrvísi. Eg eri
kortini sannførdur um, at vit
kundu verið allar illgitingar
fyriuttan og rokkið endaliga
úrslitinum nógv skjótari, enn
vit gjørdu. Hóast tíðarandin
greitt ikki talaði fyri hesari
loysn, so haldi eg í dag, at
vit- danir- møguliga áttu
at verið meira virknir og
komið við loysnum sjálvir,
sum báðir partarn kundu
tikið undir við. Hetta hevði
møguliga havt við sær, at vit
høvdu sloppið undan hasum
strævna tíðarskeiðnum, sigur
Frank Jensen.
Kallsberg vs Hoydal
Frank Jensen sigur seg
minnast væl, at støðan inn
anhýsis í føroysku samráð
ingarnevndini var spent.
Sambært fyrrverandi løg
málaráðharranum var lætt
hjá donsku sendinevndini
við Nyrup, Lykketoft, Jelved,
Helveg-Petersen og honum
sjálvum at síggja, at Høgni
Hoydal og Anfinn Kallsberg
ikki drógu eina línu.
- Tað var týðiligt undir
samráðingunum, at Anfinn
Kallsberg kendi seg noyddan
at hóreiggja sær, tí hann var
undir trýsti frá Tjóðveldis
flokkinum. Anfinn Kallsberg
var nógv meira pragmatiskur,
enn hann lætst, tí hann var
jú noyddur at fyrihalda seg
til samgongusamstarvið við
Tjóðveldisflokkin. Úrslitið
av hesum trýsti frá Tjóð
veldisflokkinum gjørdist
eisini, at samráðingarnar
gjørdust til ein óneyðugan
samanbrest heldur enn kon
struktivan dialog, greiðir
hann frá.
Tað átti at verið funnin
fressur hjá donsku sendi
nevndini at gjørt sær dælt
av ósemjuni millum Hoydal
og Kallsberg, men hesum
afturvísir Frank Jensen staði
liga, at danir gjørdu.
- Vit hugsaðu ikki um
spreingja føroysku samráð
ingarnevndina. Tað týdn
ingarmesta hjá okkum var,
at einki varð fjalt undir sam
ráðingunum. Valdu føroy
ingar fullveldi, mátti tað
fáa avleiðingar. Vit kundu
ikki í kjalarvørrinum av
einum sterkum føroyskum
fullveldisráki, har allar inn
tøkurnar vóru í topp, leypa
upp á føroyska fullveldis
vognin, tí vit vóru fullgreiðir
yvir, at tað fór at fáa stórar
fíggjarligar avleiðingar fyri
føroyska samfelagið, og
hendan veruleika máttu vit
halda okkum til, fortelur
hann.
Frank Jensen, fyrrv. danskur løgmálaráðharri:
Fullveldið hevði
breiðkað gjónna
millum rík og
fátæk í Føroyum
Navn: Frank Jensen
Føddur: 28 mai 1961
Bústaður: Aalborg
Útbúgving: Cand.oecon., Aalborg Universitet
1986. Hf-eksamen, Aalborg Katedralskole 1980
Politisk karriera: Løgmálaráðharri 30. des. 1996
- 27. nov. 2001. Granskingarráðharri 27. sept. 1994
- 30. des. 1996.
Limur í Folketingets Finansudvalg 1992-1994.
Limur Udenrigspolitisk Nævn 2002. Limur í
Fælleskommissionen for selvstyre i Grønland
2004. Limur í Udvalget vedrørende Grønlandske
Forhold. Limur í 21-mands-udvalget for Færøerne.
Varamaður í Europaudvalget 2001. Politiskur
ordførðari til 1994 og aftur 2002-2005.
Uppstillaður fyri Javnaðarflokkin í Aalborg
Nordkredsen frá 1987.
FAKTA
- Hýrurin undir samráðingunum var alt annað enn góður. Heldur
enn at hava ein konstruktivan dialog vóru samráðingarnar
merktar av óneyðugari illgiting millum partarnar. Vit kundu ikki
byrja fundirnar, áðrenn krav um time-out var á skránni. Spenta
støðan gjørdist ikki betri av, at fjølmiðlarnir í heilum vóru drignir
inn miðskeiðis undir samráðingunum
”
Undir samráðingunum um yvirtøku av løgregluni í Føroyum
í 2000 varnaðist eitt av donsku embætisfólkunum, at føroyska
sendinevndin nýtir ein bandupptakara undir borðinum fyri
at fáa samráðingarnar festar á band. Hetta skapti mikla
øsing, tí tað var greitt avtalað frammanundan, at eingin
bandupptakari skuldi nýtast, sigur Frank Jensen, fyrrverandi
danskur ráðharri