hósdagur 29. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
11
[ September ]
Finnbogi
farin
Finnbogi Ísakson doyr
62 ára gamal. Finnbogi
hevur í eina slaka
hálva øld verið við til
at seta dám á føroysku
samfelagsmenningina.
Hann
var
kanska
best kendur sum pol
itikari, men hann var
eisini
slóðbrótandi
fjølmiðlamaður.
– Bæði politiskt og í
øðrum viðurskiftum eyð
kendi tað Finnboga, at
hann var ótrúliga góður
til at síggja samanhangin
í tingunum. Hann var
vitugur, og hann dugdi
væl at analysera, sigur
Jógvan
Jespersen,
útvarpsstjóri.
Fólk vilja
hava kol
Eftirspurningurin eft
ir koli úr Hvalba er
nógv vaksin seinastu
mánaðirnar. Høgi olju
prísurin ger sítt til, at
fólk vilja hava kol at
brenna.
– Tað ringja fólk dag
og dagliga at biðja um
kol, men tíverri fáa vit
ikki annað enn boðað
teimum frá, at onki kol
er eftir, sigur Jan Poul
sen, stjóri í Roynds Kola
sølu.
Hann sigur, at táið
teir fóru í summarfrí á
Ólavsøku, høvdu teir so
mikið av koli niðurfyri,
at teir plagdu at klára
seg til nakað langt út í
oktober. Men í ár varð
seinasti sekkurin seldur
longu í august.
Klassamunur
í Fraklandi
Føroyar
tapa
3-0
ímoti Fraklandi í HM-
undankappingardysti,
og stórur munur er á
føroyska og franska lið
num hendan dagin.
- Har vóru nokk einir
tveir ella tríggir klassar
á muni í spælinum. Vit
gera alt tað, sum vit eru
mentir, men tað munar
bara ikki stórvegis. Teir
hava eitt lið í heimsflokki
við skjótleika og teknisk
um førleika, sum bara
kanst hyggja at. So eitt
tap upp á 3-0 kunnu vit
ikki klaga um, sigur
landsliðvenjarin Henrik
Larsen eftir dystin.
Brúktu høvdið
í Leirvík
Høvdavirkið í Leirvík
verður kosið til Ársins
virki á vinnudegnum
hjá Føroya Arbeiðsgev
arafelag.
– Eg eri errin av at
vera stjóri á einum virki
og síggja, hvussu væl so
nógvar tjóðir kunnu arb
eiða so væl saman og
náa so høgum málum,
sum vit hava nátt, sigur
stjórin Eirikur á Húsa
mørk.
»Nú ælti eg mær at hugna mær við familjuni og annars hugsa um klædnafyritøkuna hjá mær, sigur Allan Simonsen, fyrrverandi
føroyskur landsliðsvenjari, sum gevst sum venjari.
Heilsuverkið er eitt botnleyst hol. Tí er tað ikki rætt, at vit
rinda so nógv fyri tilbúgvingar, har starvsfólk sita og trilla
tumlar og sjáldan verða aktiverað, fyri síðani at avspáka
um dagin.
– Jóhan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum«
»
– Vit mugu tosa saman um, hvussu vit fáa sum mest burtur
úr, og tað destruktiva prátið um, hvat vit nú skulu niðurleggja
á sjúkrahúsunum, kunnu vit gloyma, tí tað førir ikki til
nakað
- Jákup Petersen, leiðandi yirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi«
»
Føroyingar elska at
flenna eftir sær sjálv
um, og Pipar & Salt
duga betur enn onnur
at fáa alskyns sløg av
føroyingum at síggja
láturligar út. Fleiri
enn 8000 fólk hava
sæð showið hjá Pipari
og Salt, og tað er met í
Norðurlandahúsnum
Tað byrjaði við tveimum
sýningum til Listastevnuna,
men tað vildi ongan enda
taka, tí áhugin var so ovur
hondsstórur.
Pipar & Salt eru ein
buldrandi succes í føroysk
um undirhaldið. Tað hava
øll vita í langa tíð, men
tað var aftur staðfest við
showinum hjá teimum í
Norðurlandahúsinum, sum
hevði ikki færri enn 20
eykasýningar. Væl oman
fyri 8000 fólk vóru til
showini, og tað er met í
Norðurlandahúsinum. Har
afturat hava Pipar & Salt eis
ini spælt fyri fullsettum høll
um aðrastaðni í landinum.
Sjúrður Skaale, ið er saltið
í piparinum, ella piparið í
saltinum sigur, at hann held
ur, tað vera ótrúligt so góð
undurtøkan hevur verið.
Hann roknar við, at ein av
orsøkunum ivaleyst er tann,
at eingin ólavsøkukaberett
var í ár, so tørvurin eftir
onkrum at flenna at var
stórur.
Harumframt hevur Norður
landahúsið hesuferð givið
teimum sera góðar treytir.
Seinast var einans møguligt
at hava fimm sýningar, tí
okkurt annað tiltak skuldi
inn. Men hesuferð hevur
húsið latið hølini til ikki
færri enn 22 sýningar, og
hetta fegnast teir um.
At flenna at
sær sjálvum
Sjúrður heldur orsøkina til tí
góðu móttøkuna, sum Pipar
& Salt fær millum manna,
vera, at fólk hava tørv á at
flenna at sær sjálvum. Typ
urnar í Pipar & Salt eru
nokkso vanligar, og fólk
kenna seg sjálvan og onnur
aftur í teimum, og hetta ger
tað stuttligt.
Fleiri av teimum kendu
fólkunum, ið Pipar & Salt
gera gjøldur burtur úr, hava
verið og hugt at showinum,
eitt nú Heðin Mortensen og
Tórbjørn Jakobsen. Men
Sjúrður heldur ikki, at teir
hava verið fornermaðir av
tí, sum teir hava sæð. Hann
sigur seg ongantíð hava
møtt nøkrum, sum hevur
verið fornermaður av skemti
num.
– Hetta er jú ikki illa
meint á nakran hátt, sigur
Sjúrður.
Í Trongisvági var móttøkan
t.d. serstakliga góð, eisini
móttøkan av skemtinum um
suðuroyingar, sum hevur ein
stóran leiklut í showinum.
Trimma show
Tá Sjúrður og Jákup sam
an við tónleikarunum Kim
og James fara á pallin til
seinasta showið í Norður
landahúsinum er showið nak
að broytt frá fyrstu ferð, tað
varð framført. Onkur aktuell
ting eru komin upp í, okkurt
er tikið burtur, og sum heild
er alt trimmað og strammað
eitt sindur.
Men Sjúrður heldur ikki,
at broytingarnar hava verið
nógvar í ár, ikki so nógvar
sum teir av fyrstan tíð høvdu
ætlað.
Pipar & Salt setir met
Pipar & Salt fáa føroyingar at flenna eftir sær sjálvum, og nýggja showið hjá teimum er so væl umtókt, at neyðugt var við 20
eykasýningum í Norðurlandahúsinum