Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 250 - 29. desember 2005 Føroyskur tónleikur er í stórari menning. Hetta sæst m.a. á jólasøluni í ár, har føroyskar fløgur eru millum tær mest seldu. Henda gongd er so eisini ein staðfesting av, at tað grør um gangandi fót í føroyska tónleikalívinum. Talan hevur verið um eitt sera gott og frálíkt føroyskt tónleikaár. Festivalarnir hava ongantíð verið so nógvir í tali, og teir hava eisini verið sera væl vitjaðir. Eisini hevur árið verið merkt av nógvum spennandi konsertum. Vit hava so eisini verið vitni til, at nógvir nýggir bólkar hava sæð dagsins ljós. Eingin ivi er um, at tónleikaundirvísingin øll hesi mongu seinastu árini, eigur sín lut í hesi góðu tilgongd. Tó at vit samtíðis eisini mugu staðfesta og viðurkenna, at her kundi verið gjørt so nógv meira. Her er tørvur á bæði lærarum og hølum at venja í. Vit viðgjørdu henda spurningin á hesum stað nakað herfyri. Og var okkara niðurstøða tann, at tað er stórur tørvur á einum konserthúsi í høvuðsstaðnum, sum eisini kann virka sum venjingarhøli. Miðlarnir eiga so eisini sín part av æruni fyri hesi tilgongd. Bæði loftmiðlar og bløð hava gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri tónleikin. Sum partur av hesi menning skipa føroyski ungdóms- og tónleikaportalurin planet.fo og Sosialurin fyri stórum tónleikatiltaki á Hotel Føroyum í januar. Tá verða heiðurslønir latnar til føroyskan tónleik. M.a. skulu ársins bólkur, ársins sangarar og ársins útgávur heiðrast. Nevnast skal eisini, at tónleikurin hevur fingið sær eitt nýtt forum í miðbýnum í Havn. Eftir at Miðlahúsið í Vágsbotni gjørdist veruleiki hava tónleikatiltøk verið í húsunum. Hesi eru ætlað sum eitt supplement og alternativ til tey tónleikatiltøk, sum annars eru kring býin og landið. Henda tilgongd fer at halda fram í 2006 og er tað vónin hjá fyrireikarunum av hesum tiltøkum, at tónleikarar fara at troyta henda møguleika í nýggja árinum eisini. Hesi tilboð nøkta sjálvandi ikki allan tann stóra tørv, sum er á hølum til tónleikatiltøk. Tað eru hølini heldur ikki nóg stór til. Men Miðlahúsið er so enn eitt íkast til at skapa livandi tónleiki og tónleikarum góðar umstøður. Ársins seinasta tiltak av hesum slag verður í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19.30 tá bókmentir og tónleikur fara at verða á skránni, og eingin minni enn Eivør Pállsdóttir fer at syngja og spæla. DAGSINS MEINING Sosialurin Tónleikamenning VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ikki: nýttár, fakkil, heksahyl (danskt y), fløti og húggeligt/ húgga, men: nýggjár/nýár, kyndil, heksaýl, rómi og hugnaligt/hugna! Eyðun á Borg Nýggjár, ikki nýttár! Nýár, nýval, ikki nýttár, nýttval (í einum orði)! Ný­ársynski?!? Kyndil, ikki fakkil! Í út­varpskunngerð varð sagt: “Faklarnir til kyndla­ gonguna...”! Ja, mangt er! Man talan vera um útlendska ávirkan? Heksaýl, ikki heksahyl! Er tað so ringt at siga eitt ýl? Vit kundu kanska eisini sagt: gívragníst ella gívragneggj!?! Rómi og hugni, ikki fløti og húgga! Tað er ikki húggeligt at húgga sær við øllum hesum fløtanum á nýttárinum!!?! Á Borg á Argjum millum jólanna 2005 Gott ný(ggj)ár! Nýggjársmálrøkt Skil í fýrveksøluni Í gjár kannaði løgreglan fýrverksølur kring landið. Av politistøðini í Havn verður sagt, at fýr­ verksølurnar stórt sæð halda seg til strongu reglarnar um ikki at hava ov nógv fýrverk frammi og heldur ikki ov nógv á goymsluni. Onkur sølu fekk átalu og boð um at rætta smá­ vegis brot á reglarnar, men annars var ikki nógv at finnast at, sigur løgreglan. N ý g g j á r s a f t a n verða sum vant fleiri fólk til arbeiðis á løg­ reglustøðunum, enn van­ lig leygarkvøld. Um sjeytíðina í morgun var ein persónur tikin fyri at koyra við kenning á Havnargøtu í Havn. el Kim Hansen og hinir í Showmonnum fara fríggja­ kvøldið á pallin í REX, og har verður millum annað høvi at hoyra nøkur av løgunum á Føroya mest seldu fløgu í ár “Alt”. Showmenn eru ivaleyst Føroya best dámdi dansi­ bólkur og borga altíð fyri veitslulag og góðum dansi. Við trimum royndum oddamonnum í Jens Marna, Kim og James er bólkurin ein fjøllbroytt uppliving. nud Ein av Føroya best dámdu tvímansbólkum Finnur og Ronnie hava seinnu árini spælt nógv á barrum og caféum í Havn. Síðan Finnur Jensen flutti til Danmarkar hevur ikki nógv verið at hoyrt til bólkin. Fríggjakvøldið fer bólkurin aftur á pallin, hesaferð verður tað á einum av heimavøllunum hjá teimum Café Natúr. Teir borðreiða altíð við kendum løgum, bæði før­ oyskum og útlendskum, bæði heimagjørdum og útigjørdum. nud Hittløg í REX Finnur og Ronnie í natúrini www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo