hósdagur 29. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
10
Nr. 251 - 30. desember 2005
[ August ]
Ein illveðursdag á
heysti í 1999 fór argja
maðurin, Kjartan
Festirstein, á sjógv í
eini roynd at fáa fatur
á einum horni, hann
misti í eini hvirlu.
Nú seks ár seinni sær
hann hornið aftur
fyri fyrstu ferð
Hósdagurin 9/9-99. Hesin
dagurin við øllum níggju
tølunum fer seint í gloymsk
una hjá í dag 17 ára gamla
argjamanninum Kjartani
Festirstein.
Í illveðri er hann á veg
út á Argir eftir venjing á
Musikkskúlanum. Brádliga
tekur ein hvirla hornkassan
hjá Kjartani, og kassin fer
á flog. Kjartan roynir at
fáa hendur á kassanum aft
ur, men ólukkutíð verður
Kjartan tikin við brotunum
á Argjalandi og rekur skjótt
frá landi.
Lítla løtu seinni er hann
eini 70 metrar frá landi. Í lívs
vanda rópar Kjartan alt tað,
hann er mentur, eftir hjálp,
og stutt eftir leypa táverandi
blaðmaðurin á Sosialinum,
Høgni Mohr, og Hannus Pet
ersen á bláman fyri at bjarga
smádronginum.
Til alla eydnu eydnast tað
Høgna og Hannusi at fáa
Kjartan upp á turt í øllum
góðum.
Upprunin til sjálvan til
burðin á Argjum á heysti í
1999, hornið hjá Kjartani
Festirstein, sá kortini eingin
nakrantíð nakað aftur til.
– Hatta er mítt
Ein seinnapart í august mánaði
støkkur sløkkiliðsmaðurin
og froskmaðurin, Heiðrikur
Christiansen, inn á gólvi á
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Seinastu góðu tvey árini
hevur hann havt eitt horn
liggjandi í fýrrúminum
heima við hús, sum hann, í
samband við eina vanlukku,
fann á botninum við Skansa
bryggjuna í Havn fyri sløkum
tveimum árum síðan.
Stutt eftir, hann hevði
funnið hornið, kom honum
til hugs, at møguliga var tað
hornið hjá Kjartani, sum
var rikið ein kvartan fjórð
ing úr Argjalandið yvir á
Skansabryggjuna við Molan
í Havn.
Henda illveðursdagin
á heysti 1999, tá Kjartan
Festirstein fór á sjógv, var
Heiðrikur annar av monnun
um, sum var á staðnum fyri
sløkkiliðið í Havn.
– Eg havi eina tíð hugsa
um tað møguliga kundi vera
hornið hjá Kjartani, sum eg
havi havt liggjandi í fýrrúmi
num, og at tað kundi verið
stuttligt hjá honum at sæð
aftur. Eg havi sett hornið eitt
sindur í stand, men tað hevur
verið so leingi á botni, at tað
neyvan fæst at spæla aftur,
greiðir Heiðrikur Christian
sen frá.
Vit vóru skjót at ringja til
Kjartan Festirstein, og spyrja
hann um hann hevði stundir
til at koma framvið at hyggja
eftir horninum. Hann játtaði,
og góðar 20 minuttir seinni
var hann á Miðlahúsinum.
– Jú hatta er tað hornið, eg
misti handan dagin, er Kjar
tan skjótur at viðmerkja, tá
hann ber eyga við hornið
aftur. Hornið sær ikki út av
nógvum í dag. Rustað og
gjarvaksið. Kjartan Festir
stein vildi kortini fegin hava
hornið í varðveitslu, hóast
tað neyvan fæst stórvegis
tóni úr horninum aftur. Eitt
gott minni um eina hendinga
ríkan tilburð.
Todi misti vitið
Fótbóltsspælarin Todi
Jónsson misti vitið og
varð lagdur inn á sjúkra
hús í Kristiansand í
Noregi, har hann spælir
við felagnum Start. Hann
fekk krampar og skalv
illa ein fríggjamorgun,
og hann fall í óvit eina
løtu. Todi fór á sjúkra
hús, har hann var til
eftirlit til fram móti
kvøldinum
– Orsøkin var helst
nógva og strævna venj
ingin og broytingar í
kostsamansetingini, sig
ur Todi um tilburðin,
sum gjørdi at hann
kundi ikki spæla sum
ætlað við Start ímóti
Molde sunnudagin.
Tikin við 422
Ecstasy-tablettum
Ein 24 ára gamal maður
fær eitt ára fongsulsrevs
ing fyri at hava roynt at
smugla eina stóra nøgd
av ecstasy-tablettir til
landið. Maðurin var
tikin, tá ið hann kom
í land av Norrønu.
Tollvaldið fann 422
og eina hálva ecstasy-
tablett, og hetta størsta
nøgdin av hesum tab
lettum, sum nakrantíð
er funnin í Føroyum.
John vann
HM í egning
Fyri fyrstu verður skipað
fyri Sjómannadegi í
Klaksvík, og millum
mongu tiltøkini er HM
í egning. Egnarar koma
úr Íslandi og Noregi at
kappast við føroyingar,
men føroyingarnir egna
nógv skjótari. Og í final
uni um HM vinnur John
Havn úr Klaksvík sann
førandi.
– Føroyingar egna
skjótari
enn
bæði
íslendingar og norð
menn, so eg ivaðist ikki
í, at ein føroyingur fór
at vinna. Eg hevði bara
ikki væntað, at tað fór
at vera eg, sigur John
Havn.
Persson
ræðist oljuna
Svenski forsætisráð
harrin Gøran Persson
vitjar í Føroyum, og í
samrøðu við Sosialin
sigur hann seg stúra fyri
týdninginum, sum oljan
hevur fingið í heimssam
felagnum.
– Samstundis sum vit
gerast meira og meira
bundin av olju, størri
ávirkan hava høgu
oljuprísirnir á okkara
búskap. Vit mugu ong
antíð ov skjótt bera so
í bandi at fáa fleiri og
størri íløgur gjørdar í
verkætlanir, sum royna
at menna nyðggjar
orkukeldur, sum fara
betri um umhvørvið,
sigur hann.
FSF boðar frá, at Henrik Larsen gevst sum venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, tá ið sáttmálin gongur út á heysti 2005.
Vit noyðast tí at viðurkenna, at vit frameftir ikki kunnu
byggja okkara kappingarføri á, um vit hava eitt lágt lønarlag,
ella um vit hava eitt tilfeingi svimjandi kring oyggjarnar,
men vit mugu alt meira byggja kappingarførið á okkara
vitan og hegni til at skapa nýggjar vinnur, samstundis sum
vit áhaldandi menna og betra um verandi vinnu.
– Jóannes Eidesgaard, løgmaður í ólavsøkurøðuni«
»
Víst er sosiala kontrollið sterkari í lokalsamfelagnum, men
mín niðurstøða er framvegis, at tú hevur betri fortreytir fyri
at liva eitt erligari lív í Føroyum, tí føroyingar vilja vita, hvør
tú ert, áðrenn teir vilja vita, hvat tú gert. Í teimum mentanum,
eg havi livað í, er tað umvent.
– Renate Simonsen, ættað úr Sveis, men búsitandi í Føroyum
»
Fekk hornið aftur
Seytjan ára gamli Kjartan Festirstein við horninum á staðnum, har hann datt á sjógv fyri 6 árum síðani.
Mynd: Bárður Lydersen
«