Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2005 12 Nr. 251 - 30. desember 2005 [ Oktober ] Nýggi Smyril fekk eina stórfingna mót­ tøku, tá ið hann kom til Suðuroyar mitt í verkfallinum á almenna arb­eiðs­ markn­aðinum. Ferð­ in heim gekk av­bera væl og allan leyg­ armorgunin lá Smyril eystanfyri Suð­ur­ oynna og bíðaði eftir klokk­uni, so hann kundi koma til lands Tað vóru sjálvandi nakrir heilt fáir suðuroyingar, sum høvdu fingið sær seyð at fletta leygardagin. Men næst­ an allir hinir vóru á Tvøroyri og tóku ímóti nýggja Smyrli, tí hóast tað var reiðiliga ill­sligt við regni og fitt av vindi, vóru eini 4000 fólk á samferðsluhavnini á Tvøroyri og tóku ímoti nýggju ferjuni. Her skal hav­ ast í huga, at tað búgva bara 5000 fólk í Suðuroy. Fyrst gingu hundraðtals fólk skrúðgongu av gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi, út í nýggju Sam­ ferðsluhavnina á Kramba­ tanga, sum er ein lítlan kilo­metur ytri á fjørðinum. Har vóru røðu hildnar, horn­orkestrið spældi og fel­ agssagnur var, áðrenn hekku­ port­ið fór upp og fólk fingu høvi til at sleppa umborð at síggja skipið. Fyri ikki at dálkað ov illa, fingu øll skóleistar úr plasti upp á beinini. Teir høvdu 3000-4000 skóleistar og teir vórðu allir brúktir og tí fæst ein reiðiliga góð ábending um, hvussu nógv fólk var um­borð. Vælegnaður Og tey vóru øll sum ein samd um, at her var talan um eitt av­bera stásiligt far. Hóast vit fleiri ferðir hava hoyrt, hvussu stórur og flottur Smyr­il er, vóru øll mestsum ov­farin tá ið tey komu um­borð og sóu við egnum eyg­um, hvussu stórfingin hann í verleikanum er. Skiparin Pauli Larsen iv­ast heldur ikki í, at Smyril verð­ur eitt gott skip til Suð­ ur­oyarfarleiðina. – Tað er heilar 24 metrar breitt, sum er 7-8 metrar breið­ari enn Smyril I er, og sostatt er tað ógvuliga stútt í sjónum Harafturat er for­skipið ógvuliga slankt, so hann er smíðaður til at skera seg ígjøgnum alduna og fer ikki at bresta so illa, tá ið hann er ímóti, sigur skip­arin. Góðar umstøður Umborð eru nógvir leysir stól­ar og tað hava fólk fýlst á, men tey, sum hava havt við skipið at gera, siga, at tað er so gott í sjónum, at tað verð­ur ongin trupulleiki. Annars eru eisini ein hóp­ ur av bleytum, djúpum benkr­ um, ið mest av øllum líkist sof­um, so har er eisini nógv betri pláss at leggja seg enn um­borð á Smyrli, sum nú fer í søguna. Men vil onkur hava kamar, ber eisini til at fáa eitt slíkt um­borð, og tey eru bæði góð og rúmlig. Annars eru eisini flúgv­arasetur at sita í. Tá ið fólk fóru í land aftur av Smyrli, var farið í høllina í Trongisvági, har tiltak varð alt kvøldið og alla náttina við, og tað var alt ókeypis. Av tí at veðrið var so illsligt og tað gekk so illa atfáa hekkuportrið niður, vóru tað nógv fólk, sum fóru avstað aftur, uttan at hava verið umborð. Tí var Smyril somuleiðis opin fyri almenninginum sunnudagin og eisini tá var reiðiliga nógv fólk um­borð. Airbus í Vágum Eitt Airbus A319 flogfar við plássi fyri 136 ferða­ fólk­um lendir í Vágum, og harvið verður stað­ fest, at tað er eingin trup­ulleiki at lenda í Føroyum við størri flog­ fari enn teimum, sum í løtuni røkja ferða­fólka­ flúgv­ingina. Atlantsflog ætlar sær und­ir at endurnýggja flot­an hjá sær, og talan kann gerast um at keypa størri flogfør enn tey, sum flogfelagið hevur í løt­uni. Tí kom Airbus-flog­far­ ið, sum kostar einar 220 milliónir krónur, roynd­ ar­túr til Føroya. Mary og Fríðrikkur fingu ein son Ein nýggjur danskur trún­arvingur kem­ur til verðina á Ríkis­ sjúkra­húsinum í Keyp­ mannahavn leyg­ar­nátt­ ina 15. oktober, og tað er ein drongur, sum Mary og Fríðrikkur fáa. Hann vigar 3500 gram og er 51 sentimetrar til longd­ ar. Fríðrikur krúnprinsur var sera glaður á at líta á tíðindafundinum, ið hann helt beint áðr­enn hálvgum níggju leyg­ ar­morgunin. Hann var móð­ur, men segði seg vera sera ernan av konu síni, ið hevði klára hetta sera væl. Hann helt sjálv­ur, at hann hevði ver­ið ein góður stuðul hjá krúnprinsessuni og hevði gjørt sítt fyri at hjálpa. Flakavirkini bløða út Støðan í flakavinnuni er vánalig, og stjórin í Norðoya Sparikassa held­ur, at eisini fram­tíð­ ar­út­litini eru døkk. – Tað eru longu nógv arb­eiðspláss burtur í fiski­vinnuni á landi, og verð­ur eingin broyting næstu tíðina, so verður arb­eiðsloysi í hesari vinnu stórt næsta ár ella longu í ár, sigur Eyðfinn Reyð­berg. – Fleiri virki hava lig­ ið still seinastu tíðina, tí tey klára seg ikki, og sum tað sær út í løtuni, so hava flakavirkini onga fram­tíð, sigur hann. Verkfallið endar við semju Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fáa eina 0,9 prosent í lønarhækking, og nýggi sáttmálin er bara galdandi í eitt ár. Tað verður úrslitið av sam­ ráð­ingunum mill­um tað al­menna og fakfeløgini, eft­ir at verkfall hevur ver­ ið í eina viku. Løg­ting­ið var á veg at leggja upp í verkfallið, tá ið part­ar­ nir sjálvir funnu eina loysn. B36 vinnur føroyameistaraheitið í mansfótbólti eftir avgerandi dyst ímóti HB. Hjá kvinnum verður KÍ føroyameistari sætt árið á rað. Listastevnan hevur kostað ov nógvar pengar, og Norðurlandahúsið hevur brúkt ov stóran part av sínum pengum til hetta einstaka tiltak, sum fer fram í einum stuttum tíðarskeiði um summarið, tá ið annars eina rúgva av øðrum tiltøkum eru í landinum. - Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum.« » Av náttúru eri eg eitt ógvuliga opið menniskja, haldi eg sjálv, og tað fer vónandi at seta sín dám á mítt yrki her í Føroyum. Tað er eisini umráðandi at duga at tosa við fólk í einum slíkum starvi, og tað meti eg sjálv, at eg dugi. - Karen Marie Olesen, nýggjur fúti » 4000 fólk tóku ímóti nýggja Smyrli Eini 4000 fólk vóru umborð og hugdu eftir nýggja Smyrli, tá ið hann kom til Suðuroyar, og tað vóru bara góð orð at hoyra um skipið. Endligi kostnaðurin fyri skipið gjørdist slakar 270 milliónir krónur, men tað verður sagt, at tað kostaði minst tvífalt so nógv hjá IZAR-skipasmiðjuni at byggja skipið «