Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 250 - 29. desember 2005 Tey, sum tóku læraraprógv í 1917 vóru: Anna Elisabeth Olsen, Tórshavn, Anne Helene Bjarnadal, Tórshavn, Einar Edvard Hildebrand Skaalum, Hvalba, Eliesar Hans Jacob Laurits Poulsen, Gøtugjógv, Elieser Andreas Reynberg, Funningur, Hjalmar Waag, Klaksvík, Johan Kallsoy, Eiði, Johan Henrik Danbjørg, Porkeri, Kristian Frederik Bjarnadal, Stykkið, Magnine Debes, Kollafjørður, Poul Titus Samuelsen, Kirkjubøur, Poul Olsen, Eiði, Poul Enok Ole Jacob Andreas Hansen, Norðragøta, Poul Frederik Joensen, Sumba, og Zacharias Sørensen, Kirkja. 15 lærarar fingu prógv í 1917, 12 dreingir og 3 gentur. Á myndini eru 12 dreingir, 2 gentur og lærarin. Tey einastu vit kenna á myndini eru: Aftasta rað nr. 2 f.v. er Hjalmar Waag, Klaksvík, og uttast t.h. er Zacharias Sørensen, Kirkja. Í fremru røð eru f.v.: nr. 1 Johan Henrik Danbjørg, Porkeri, og nr. 2 er Poul Enok Hansen, Norðragøta, næst uttast t.h. er Johan Kallsoy, Eiði. Um onkur av lesarum okkara kann hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar, og siga okkum hvør lærarin er, er viðkomandi vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Lærarapróvtøka í Havn í 1917 Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 90 ára føðingardegnum tann 11. desember takki eg hjartaliga. Takk fyri vitjan, gávur, blómur, telegrammir og uppringing. Øllum, sum gjørdu tað møguligt at halda dagin, sendi eg eina serstaka tøkk, somuleiðis eitt gott nýggjár. Kærar heilsur Louisa Olsen, Miðvágur Dagurin í morgin 30. desember. Dávid. Hildin til minnis um Dávid kong, ið vit lesa um í Sámuelsbókunum og í fyrru Kongabók. Navnið er hebráiskt og merkir elskaður. Sóknast eftir mynd av lærarum frá 1929 Er tað onkur, sum liggur inni við myndini av lærarunum, ið tóku prógv í 1929? Tey, sum tóku læraraprógv í 1929 vóru: Andreas Andrea­sen, Vestmanna, Anna Sofía Petersen, Velbastaður, Elisa­ beth Andreasen, Tórshavn, Hans Mikael Jacobsen, Kirkja, Hans David Petersen, Vágur, Helga Johild Sofía Øre­gaard, Kvívík, Jacob Pauli Sofus Follend, Vestamnna, Jacob Heinesen, Kunoy, Johan C. F. Olsen, Tórshavn, Johanne Zacharia Jacobsen, Fuglafjørður, Napoleon Nolsøe Petersen, Sørvágur, Nicolai Herman Sofus Poul­sen, Kirkja, og Olaf Frits Krossteig, Leirvík. Um onkur av lesarum okkara eigur myndina av hes­um lærarafólkunum, so vinarliga sigið frá hjá Birgari Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Lesið Sosialin - so eru tit við