hósdagur 1. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 231 - 1. desember 2005
– Tónleikur er góður
fyri alt í lívinum,
sigur dirigenturin,
sum hetta viku
skiftið stendur á
odda fyri stórum
familjukonsertum í
Runavík og Havnini
við tónleiki, barna
kóri við 150 børnum
og einum kendum
ævintýri
Familjukonsertir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eitt slíkt tiltak sum hetta,
er sum at tendra eitt ljós í
myrkrinum.
Tað heldur Bernharður
Wilkinson, dirigentur i Før
oya Symfoniorkestri.
Nú um vikuskiftið skal
hann standa á odda fyri
tveimum stórum familju
konsertum við bæði tónleiki,
sangi og einum kendum
ævintýri.
Um hesa tíðina í fjør vóru
familjukonsertir í Runavík
og í Havnini og tær vóru so
mikið væl umtóktar, at tað
varð beinanvegin avgjørt at
tær skulu aftur vera í ár.
Sum sagt so gjørt og í ár
verða familjukonsertirnar
í Ítróttarhøllini í Runavík
leygardagin klokkan 17 og í
Norðurlandahúsinum í Havn
sunnudagin klokkan 16.
Við á konsertini verður
Føroya Symfoniorkestur,
sum í hesum sambandi eis
ini verður mannað við nógv
um ungum næmingum úr
musikkskúlanum, ið eisini
sleppa at royna seg sum solist
ar. Við á konsertini verður
eisini eitt stórt barnakór við
heili 150 børnum úr Havn,
Runavík, Leirvík og úr
Fuglafirði.
Av tí, at talan er um eina
familjukonsert, er konsert
skráin løgd hareftir.
Á Konsertini fer sjónleik
arin, Páll Danielsen, at
fortelja ævintýrið um stóra
sterka tarvin, Ferdinand,
sum ikki tímdi at berjast,
men heldur vildi sita ímillum
blómurnar. Umframt frá
sjónleiki, eru tað nógv, sum
kenna Páll Danielsen frá
barnasendingum í sjónvarp
inum og úr útvarpinum og
hann fer at forteljur kenda
ævintýrið um Ferdinand
ímeðan symfoniorkestrið
spælir afturvið.
Annars verður lættur, fjøl
broyttur og forvitnisligur tón
leikur at hoyra.
Á konsertunum fara tey at
spæla eitt lagatyssi av kend
um jólaløgum, eftir Leroy
Andersen.
Síðani fara næmingar úr
Musikkskúlanum at spæla
solo í einum verki eftir
Bach.
Áhoyrararnir fara somu
leiðis at hoyra tónleik úr
kenda filminum, Jurassic
Park og úr teirri líka væl
kendu sjónvarpsrøðini um
Simpsons.
Maria í Brekkunum og
Berghild Poulsen fara at
syngja vakra lagið Pie Jesu
eftir Lloyd Webber.
At enda fer tað stóra
barnakórið at syngja nakrar
kendar jólasangir, so sum
Sledurokk, Nissupápi og
Nissumamma og aðrar sang
ir, sum Atli Petersen og
Kári Bæk hava útsett fyri
orkestur.
Familjukonsertirnar eru eitt
úrslit av samstarvi ímillum
Føroya Symfoniorkestur,
Føroya Sanglærarafelag og
Norðurlandahúsið.
Atgongumerkini verða
so bílig sum gjørligt fyri at
tað skal bera til hjá allari
familjuni at fara á konsert.
Tí kostar atgongumerkið 75
krónur hjá vaksnum og 50
krónur hjá børnum.
Fáa okkurt positivt
fram í myrkum tíðum
Dirigenturin, Bernharður
Wilkinson, heldur at nú á
døgum er alstórur tørvur á
tiltøkum, sum øll familjan
kann vera saman um.
– Ein stórur partur av
undirhaldinum, sum annars
er til taks í hesum døgum,
setir ikki stórar avbjóðingar
til tey, sum hyggja ella lurta.
Dagsins børn og ung liva í
eini tíð við telduspølum og
MTV, har alt gongur við
rúkandi ferð og har tað er
óneyðugt at hugsa og at
lata hugflogið sveima, tí alt
er gjørt fyri tann, sum skal
undirhaldast.
Tí er undirhald nú á døgum
mangan lítið mennandi.
– Samstundis lesa børn
og ung kanska ikki so nógv
nú, sum tey gjørdu fyrr og til
dagligt hevur familjan,s um
heild, ikki nógvar stundir at
vera saman um nakað sum
helst.
– Tí hava vit sanniliga eis
ini brúk fyri at familjan kann
savnast um okkurt positivt,
har hvør í sínum lagi kann
sleppa at lata hugin reika
frítt.
Bernharður Wilkinson
heldur tí, at er neyðugt at hava
tiltøk, har øll familjan kann
vera saman eina hugnaliga
løtu og kann fordjúpa seg
eina løtu, uttan at alt skal
hanga við rúkandi ferð.
– Slíkar positivar løtur
sum hesar, eru sum at tendra
eitt ljós í myrkrinum og tað
hava vit ællk brúk fyri, held
ur hann.
Og júst her heldur hann, at
tónleikur hevur ein rættiliga
týðandi leiklut, tí tónleikur
er góður fyri alt í lívinum.
Eitt endamál við konsert
unum er eisini at royna at
vekja áhugan hjá teimum
ungu fyri klassiskum tón
leiki.
Samstundis hevur tað
týdning, at næmingarnir
í musikkskúlanum eisini
sleppa at spæla saman við
einum rættiligum symfoni
orkestri ístaðin fyri bara at
venja einsmøll.
Bernharður Wilkinson
sigur, at tað er eisini ein
sannroynd, at ung folk, sum
duga væl at spæla uppá
ljóðføri ella eru virkin í tón
leiki, klára seg eisini væl í
skúlanum og øllum øðrum
lívsins viðurskiftum. Ein
grund til tað er, at tey eru
von at hugsavna seg um
einstakar uppgávur og tað
gagnar teimum í øllum lív
sins viðurskiftum.
– Tí hevur tað stóran týdn
ing at menna áhugan hjá
ungum fólki fyri tónleiki,
sigur dirigenturin hjá Føroya
Symfoniorkestri.
Hann leggur afturat, at
hetta er eisini ein liður í
strembanini hjá symfoni
orkestrinum at røkka út um
Havnina við konsertum.
Jólahald í Losjuni í Havn
JÓLAHALD
Í morgin, fríggjadagin 2. desember kl 17, verður jólahald
í Losjuni í Havn.
Egon Hansen,lærari, hevur upplestur, meðan Jóan
Petur Jacobsen fer at spæla klaver.
Úr Losjuni siga tey, at borðreitt verður við smurdum
breyði – og at øll eru hjartaliga væl komin.
Stórar familjukonsertir um vikuskiftið:
Vit hava brúk fyri at tendra
eitt ljós í myrkinum
Fyrsta bygd
í Suðuroy
fingið
gøtunøvn
Fyrsta bygdin í Suðuroy
hevur nú fingið adressur.
Talan er um Hov, sum
nú hevur fingið gøtu
nøvn og bæði nøvn
og adressur eru góð
kendar og skrásettar í
Landsadressuskránni.
Ì Hovi eru átta vegir
og teir eita: Traðarvegur,
Heygavegur, Við Grind,
Garðsvegur, Brekku
vegur, Í Leivsgarði, Brú
arvegur og Stapavegur.
-áki-
Um vikuskiftið eru tað
børnini og tey ungu, sum
seta dám á, tá ið Føroya
Symfoniorkestur fer at halda
tvær familjukonsertir í
Runavík og í Havn. Tónleikur
er góður fyri alt í lívinum og
í hesum døgum er sanniliga
brúk fyri tiltøkum, sum øll
familjan kann vera saman
um, sigur Bernharður
Wilkinson, dirigentur í
orkestrinum