hósdagur 1. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2005
9
UTTAN ÚR HEIMI
Nú vilja teir samráðast
Tann sera illa lýddi uppreistrarfelagsskapurin Harrans
Mótstøðuherur í Uganda sigur seg nú vera til reiðar at
samráðast við myndugleikarnar. Vicente Otti, sum er
næstovasti í felagsskapinum, sigur við BBC, at teir eru
sinnaðir at samráðast um eina friðaravtalu, sum skal fáa
enda á tí meiri enn 20 ára langa borgarakrígnum har
norðuri í Uganda.
Diplomatar halda, at Harrans Mótstøðuherur er í ferð við
at tapa kríggið ímóti stjórnarherinum, og at tað er orsøkin til,
at hann brádliga er sinnaður at tosa um frið. Ein talsmaður
hjá stjórnini í Kampala sigur við BBC, at myndugleikarnir
ivast í, at tilboðið er meint í fullum álvara, og harafturat hevur
stjórnin ikki álit á, at uppreistrarfelagsskapurin fer at halda
eina friðaravtalu, sigur hann.
Harrans Mótsatøðuherur er kendur fyri sína sera harð
rendu framferð ímóti sivilfólkinum í bardagaøkinum. Hann
hevur eisini verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevur
burturfdlutt børn og síðani brúkt tey sum hermenn.
Bin Laden í bók
Amerikanski søgumaðurin Bruce Lawrence gevur nú út
eina bók við ymsum, sum yvirgangsleiðarin Osama bin
Laden hevur sagt. Í bókini eru 24 røður, sum bin Laden
hevur hildið í sjónvarpinum al-Jazeera, samrøður, sum
hann hevur havt við ymsar fjølmiðlar, umframt aðrir
tekstir.
Bruce Lawrence, sum dagliga starvast á lærda
háskúlanum í Durham, sigur við AP, at vónandi fer bókin
av geva amerikanarum eina betri fatan av tí, sum bin Laden
hevur sagt. Hann heldur, at nógvir amerikanarar hava ilt
við at gera sær eina heildarmynd av yvirgangsleiðaranum,
og at bókin vónandi kann hjálpa teimum við tí.
Undan atsóknini tann 11. september í 2001 var tað
rættiliga lætt at fáa fatur á tí, sum bin Laden hevði sagt,
men atsóknin gjørdi, at arabisk forløg steðgaðu øllum
útgávum, sum høvdu við bin Laden at gera. Bruce Law
rence heldur tí, at tað er í tøkum tíma, at okkurt nýtt frá
honum verður givið út.
Atkvøða um Elizabeth
Myndugleikarnir í Barbados hava gjørt av at biðja fólkið
taka støðu til, um landið framhaldandi skal hava bretsku
drotningina sum ríkisleiðara.
Owen Arthur, forsætisráðharri, sigur, at fólkaatkvøða
verður um at broyta grundlógina næsta ár, og stjórnin hevur
mælt fólkinum til at atkvøða fyri at broyta grundlógina,
so landið verður skipað sum lýðveldi við einum forseta
heldur enn bretsku drotningini sum ovasta leiðara. Hann
heldur tað vera burturvið, at ríkisleiðarin hjá Barbados-
búgvum skal sita í London.
Barbados fekk sjálvsstýri frá Bretlandi í 1966, men
valdi at varðveita Elizabeth drotning sum ríkisleiðara,
og síðani hevur hon havt ein generalguvernør sum sítt
hægsta umboð á oynni. Nógv fólk í Barbados kenna seg
tætt knýtt at Bretlandi, men tey seinnu árini hava alt fleiri
tikið undir við kravinum um at loysa landið frá bretsku
krúnuni.
Skjaldbøka tvey høvd
Ein nýklakt skjaldbøka í miðamerikanska landinum Costa
Rica hevur tvey høvd, og vísindafólk halda, at dálking
er orsøkin.
Carlos Dewes hjá heimsnáttúrugrunninum WWF
sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey hava funnið eitt dømi
um, at dálking ella veðurlagsbroytingar hava ávirkað
skjaldbøkur. Sjálvur heldur hann, at tað er tann veksandi
hitin í sjónum og dálkandi evni hjá landbúnaðinum, sum
eru orsøkin til, at tann lítla skjaldbøkan hevur tvey høvd.
Tí hevur hann skotið upp, at vísindafólk skulu halda
eyga við hesum skjaldbøkuslagnum fyri at vita, um hon
er tann einasta.
Á hvørjum ári koma fleiri túsund skjaldbøkur inn á
Ostional-strondina í Costa Rica at leggja egg.
Í loyndum hevur
amerikanska her
valdið í Irak rindað
irakskum bløðum
samsýning aftur fyri
at bera góð tíðindi um
gongdina í landinum
Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Endamálið er at geva irakum
eina fatan av, at tað gongur
tann rætta vegin, og at tað
er amerikanarunum fyri at
takka, skrivar Los Angeles
Times.
Frá amerikonskum her
yvirmonnum, irakskum tíð
indamonnum og loyniligum
skjølum hevur blaðið fing
ið at vita, at ein serlig
fregnartænastudeild hjá
amerikanska herinum hevur
keypt eitt irakskt blað og eina
útvarpsstøð, sum fáa pening
aftur fyri at bera góð tíðindi
um gongdina í landinum og
fyri at rósa USA og teimum
amerikonsku hermonnunum
í Irak.
Talsmaðurin hjá verjumála
ráðnum Pentagon, Bryan
Whitman, sigur við Los
Angeles Times, at hann kann
hvørki vátta ella avsanna
tíðindini hjá blaðnum. Hann
leggur afturat, at hann hevur
biðið herleiðsluna í Bagdad
um fleiri upplýsingar um
málið.
Iraksk bløð fáa pengar
fyri at bera góð tíðindi
Tað vóru ikki allir áhoyrararnir, sum vóru líka spentir, tá George W. Bush, forseti, fyrradagin greiddi næmingunum á
herflotaskúlanum í Annapolis frá krígnum í Irak. Bush segði, at USA fer ikki úr Irak, fyrr enn uppgávan er fullførd, men eftir
myndini at døma vóru tað minni enn so allir, sum hoyrdu, hvat hann segði.
Meðan forsetin heldur røðu
Tað horvna tilfarið
er nóg mikið til at
gera fleiri kjarno
rkubumbur burturúr.
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Skjalakanningar
hjá
amerikonsku myndugleik
unum vísa, at stórar nøgdir
av evninum plutonium eru
horvnar, skrivar blaðið San
Fransisco Chronicle.
Sambært blaðnum eru
minst 270 kilo av plut
onium horvin av einari
rannsóknarstovu á kjarn
orkustøðini Los Alamos
National Laboratory í statin
um New Mexico. Talan er um
plutonium, sum er klárt at
brúka til kjarnorkubumbur,
og tey, sum hava kannað
skjølini, siga, at talan kann
vera um munandi størri
nøgdir.
The Institute of Energy and
Environmental Research,
sum hevur kannað skjølini í
Los Alamos, skal hava boð
að stjórnini í Washington
frá, at tað er ikki vist, at
evnið er stolið, men at tað
er ikki óhugsandi. Men aðrir
møguleikar eru eisini. Ein
er, at evnið er koyrt burtur,
uttan at tað er fráboðað, og
ein annar møguleiki er, at tað
er goymt onkunstaðni, uttan
at tað stendur nakrastaðni.
Arjun Makhijani, sum
hevur verið við til at kanna
skjølini í Los Alamos, sigur
við San Fransisco Chronicle,
at er evnið ikki á støðini í
New Mexico longur, er tað
eitt sera álvarssamt mál.
Lívshættisligt plutonium
horvið í USA