Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 231 - 1. desember 2005 Hetta er tann tíðin, tá nógvar nýggjar bøkur koma á føroyska marknaðin. Og aftur í ár - 17. árið á rað - gevur Sosialurin út bókina SKEMT við tekningum hjá Óla P, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hetta seinasta árið. Tað var í 1989, at Óli Petersen gjørdi ta fyrstu veruliga føroysku teknirøðina: Stavnur og Snar. Ì samrøðu við útvarpið bjóðaði hann prentaðu miðlunum at keypa røðina og prenta hana. Tað skuldi ikki meira enn hálvtalað orð, so varð áfast millum henda dugnaliga og gløgga teknara og Sosialin. Blaðið tók av tilboðnum at prenta teknirøðina men víðkaði sam­tíðis samstarvið til eisini at fevna um aktuellar tekningar á baksíðuni. Hetta skuldi so blíva byrjanin til eitt livandi og lívlangt samstarv, sum til dagin í dag fevnir um meira enn 2500 tekningar. Fyri at geva øllum Føroya fólki møguleikan at ogna sær hesar tekningar varð gjørt av at geva tær út í bók. Fyrsta bókin kom út í 1989, og so hevur tað gingið slag í slag. Fríggjadagin kemur so út 17. bólkin í røðini av SKEMT. Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku í Miðla­húsinum fríggjadagin 2. desember klokkan 16. Óli P verður hjástæddur og verð­ ur lagt upp til eina hugnaløtu við tónleiki, røðum og práti. SKEMT O5 er so eisini nakað fyri seg. Óli P verður 70 ár í januar mánað, og tí hava vit gjørt meira burtur úr bókini hesaferð. M.a. eru greinar um teknaran og tekningarnar. Teir, ið skriva, eru Tórbjørn Jacobsen, Jørn Astrup Hansen og Signar Heinesen. Øll eru vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum fríggja­dagin klokkan 16 at síggja og ogna sær nýggju bókina og at heilsa uppá teknaran. DAGSINS MEINING Sosialurin SKEMTilig løta í Miðlahúsinum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Michael H. Feldballe Hansen Det virker som om Lag­mand­ en ønsker at score nogle politiske point på den inter­ nationale scene, når han i debatten om ud­viklingsstøtte, flere gange frem­hæver FN (ST) i sin argumentation. Nu kan han stå på egne ben oven på Overtagelsesloven og fremhæve det færøske samfund som hjælp til selv­ hjælp, til verden der har mindre end vi. Men burde man ikke sikre forholdene på hjemme­ fronten? Det kan være svært at forstå, hvorfor Út­oygg ja­ felagið ikke kan få op­mærk­ somhed og økonomisk støtte til sine projekter, når man så gerne vil give til Peru? Eller hvad med de højere uddannelser her på Færøerne. Uddannelse er en grundsten for visionen for 2015. Højere uddannelser skal internationaliseres, så man kan sammenlignes med udenlandske institutioner. Nuvel, at sam­menlægg e alt under Fróðskapasetur Før­ oya løs­er kun pro­blemet med retten til at ud­stede bache­ lor­grader. Det anviser ikke en langsigtet løsning for, hvordan uddannelserne skal indgå i samspil og synergi. Den vision er det sandelig værd at bruge penge på. Hvad udad gives kan indad tabes Mads A Hansen Skopun Tað hevur ongantíð verið meira umráðandi enn tað sama hjá okkum at standa saman, nú tað er eydnast okkum at fáa 5 mill til at fígg ja seismikkkanningina um Skopunarfjørð á fígg j­ arlógina fyri 2006. Eg havi roynt at fingið politisku feløgini í Sandoy at skumpa undir málið, men uttan held til víðari? Men eg fari enn eina ferð at heita á suðuroyingar og sandoyingar, at sýna Sand­ oyar tunnilsætlanini ans, og tosa saman við tí fyri eygað at skipa fyri at manna eina breiða felags nevnd fyri Suð­­uroy og Sandoy, sum kann koma við hugskotum til samferðsluna til og frá Sandoy og Suðuroy í fram­ tíðini. Tað er eftir mínari metan í tøkum tíma at vit fáa tunn­ ilin til Sandoynna, um vit skula gera okkum nækran tanka um, at ungdómurin í Sandoynni og Suðuroynni skula støðast og trívast og hava møguleika at verða bú­­sit­andi í oygg junum eft­ir lokna út­búgving; vit hava veri vitni til, hvussu við­brekið vinnulívið er, tá kurvin dalar í búskapinum, tá vóru tað virkini í Suðuroy og Sandoy, sum fór longst og sjótast niður við nakk­ aðum. Vit sígg ja øll fyrimunirnar, nú Vágoygg in hevur tunn­ il, vinnulívið hevur marg­ faldari betri møguleikar at planlegg ja og arbeiða, og Vág­oygg in verður nógv meira vitjað, enn man rokn­ aði við áðrenn tunnilin kom í brúk, og sama verður við Norðoyatunnlinum, har kemur at blomstra og trivn­ aðurin og møguleikarnir hjá vinnulívinum at menna seg verða margfaldir, alt gott um Eysturoyartunnulin, tað er eftir míni metan ein neyðug og góð íløga, sum uttan iva kemur at forrenta seg væl og sjótt aftur, men tað má roknast sum ein luxus íløga, samanborið við tunnil til Sandoy og ferjusamband av Sandi til Suðuroy. Hygg ur man í álmanakkan fyri 2005, sæst at fólka­grund­ arlagið: Í Norðoya sýslu er: 5.990 fólk Í Sandoy og Suðuroy: 6.503 fólk So eftur tí at døma er gott grundarlag fyri at gera Sandoyar tunnulin. Kostnaðarmetingin fyri tunnil og ferjulegu á Sandi er góðar 600 mill, tá er roknað við eini tunnilslongd á uml 12 km, men um seismikkin er til okkara fordeil, kann tunnulin gerast uml 9 km, og harvið einar 170 mill bí­ligari. Latið okkum standa saman at skapa møguleikar og betringar fyri oygg jarnar, tað er nú vit hava møguleikan, nú vit eftur øllum at døma hava vælvild frá politiska mynd­ugleikanum. Kári P. Højgaard løgtingsmaður Syrgilig vanlukka rakti Pakistan 8. oktober í ár. 8. november setir blað­ mað­­ur spurn­ar­tekin við, hví før­oy­ing­ar ikki veita hjálp til kreppurakta øki. 16. november skal Fíggj­ ar­ nevndin taka støðu til eitt fígg jarnevndarskjal, har løg­maður biður um 1.5 mió krónur til bráðfeingis hjálp til vanlukkuøkið. 6. januar í á varð líknandi fígg jarnevndarskjal viðgjørt sum bráðfeingishjálp áljóð­ andi 3 milliónir krónur til Sunami-vannlukkuna í Suð­ur­ indiska havinum, og dags dato eru framhaldandi 2,5 milli­ónir ikki útgoldnar. Um­fatandi vannlukka hótt­ ir nógv lond úti í heimi, serstakliga Afrika. Ongin fígg jarnevndarlimur er ímóti at veita hjálp í neyðstøðu, heldur ikki Kári P. Højgaard, men tá nøktandi frágreiðing ikki kundi fáast, hví umbønin ikki kom fyrr enn nú og pen­ingur framvegis stóð á konto til hjálp, vildi eg ikki viðgera hesa umsókn við fígg jarnevndarskjali, men vísti á, at Løgtingið eigur at taka støðu til at veita hesa hjálp. Tá Løgtingið er saman og semja er um, at at talan er um eitt hastimál, kann víkjast frá tíðarfreistum og málið avgreiðast sama dagin. Eg eri ein av løgtingslimunum, ið mælir til, at málið verður avgreitt á løgtingsfundinum frígg jadagin. Løgmaður hevði møgu­ leikan at avgreiða hetta málið fyri fleiri vikum síðani og var eisini kunnaður um, at tað fór at verða trupult at fáa játtan við fígg jarnevndarskjali. Somuleiðis kundi løgmaður biðið um at fingið snar­við­ gerð í Løgtinginum, so málið varð avgreitt eina viku fyrr enn talan er um nú. Málið er kensluborið og mis­brúkt í ólukku mát. Havi tikið avgerðina eftir bestu sannføring og eri ikki í iva um, at avgerðin um at burt­ urvísa umbønina við fígg j­ arnevndarskjalið var røtt. Viðvíkjandi burturvísing av figgjarnevndarskjali Sandoyingar og suðuroyingar standi nú saman