hósdagur 1. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2005
11
Viðmerking til greinina hjá
Rúnu Sivertsen á Portalin
um 27.11.2005 viðv. trygdini
í Skálafjarðartunlunum
Alfred Olsen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Tað gleddi meg, sum ein
av fyrireikarunum til tann
almenna fundin á Svanga
skarði av framløguni av
Skálafjarðartunlunum, at
síggja forkvinnuna í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd koma á
fundin, og sjálvandi fekk
hon pláss í fremstu røð.
Møguleiki at spyrja.
Tá tann professionella fram
løgan av prosjektinum var
liðug og landsstýrismaðurin
hevði havt orðið, var møgu
leiki hjá øllum, kanska burtur
sæð frá løgtingsmonnum, at
spyrja um hvat tað skuldi vera
viðv. tunnilsprosjektinum,
vegaføringini og ferðsluni.
Nøkur fundarfólk nýttu
hetta høvið og fingu svar,
men røddin hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd var kvirr og
tað tók eg sum eitt positivt
signal um góðkenning av
hesum spennandi prosjekti.
Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Men nú sunnudagin boðar
Rúna Sivertsen frá, at Ráð
ið fyri Ferðslutrygd hevur
skrivað til Løgmann (hví løg
mann?) og Bjarna Djurholm
viðv. Skálafjarðartunlunum,
tí hon bæði øtaðist og var
skelkað av, at ongin hevði
spurt um trygdina á fundi
num. Men hví spurdi Rúna
Sivertsen ikki um trygd
ina?.
Eg vóni ikki, at Ráðið fyri
Ferðslutrygd heitir á løgmann
og landsstýrismannin, við tí
fyri eyga, at steðga tunnilspro
sjektinum? Tá eg hugsi um
tað øking í ferðslutrygdini,
tað stóru tíðarsparingina,
minni dálking av umhvørvið,
nógv minni oljunýtslu,
minni slit av vegnum o.s.v.
hesin tunnilin viðførir fyri
ferðsluna í Føroyum.
Rúna Sivertsen.
Eg vóni ikki, at hetta átak
hjá forkvinnuni í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, er gjørt
fyri at markera hana sjálva,
tí til tað er prosjektið alt
ov týðandi, fyri at økja um
ferðslutrygdina í Føroyum,
og tí fari eg at heita á Ráð
ið fyri Ferðslutrygd, um at
arbeiða saman við Skála
fjarðartunnlunum, fyri at
fáa prosjektið so fullkomið
sum gjørligt.
Null-hugsjónin
Eg eri ikki í iva um, at trygdin
í Skálafjarðartunlunum,
sum er sett í hásæti, og eftir
strongu norsku ásetingunum,
vil vera við til, at vit koma
nærri null-hugsjónini, um at
ongin í Føroyum skal láta lív
í ferðsluni, og tí heiti eg á
Ráðið fyri Ferðslutrygd, um
at samarbeiða í staðin fyri at
mótarbeiða.
Skálafjarðartunnilin, trygdin í hásæti
Hví ætlar samgongan
at samtykkja ta donsku
lógina um felags foreldra
myndugleika, tá danir
sjálvir ásanna, at hon ikki
er nóg góð og vilja broyta
hana?
Theodor E. D. Olsen
Dagur og vika bar í sein
astu viku tey tíðindi, at
Jógvan við Keldu, innlendis
málaráðharri, ætlar at seta
ríkislógartilmæli í gildi um
felags foreldramyndugleika.
Sambært Degi og viku vóru
framsøgufólk úr samgonguni
samd um hetta, og andstøðan
varð als ikki spurd.
Danska løgmálaráðið
sendi í 2002 eitt uppskot til
føroysku myndugleikarnar
um dagføringar av gomlu
myndugleikalógini at taka
støðu til. Uppskotið er bygt
á donsku lógina um “For
ældremyndighed og sam
vær” frá 1995, og tað er hetta
uppskot, sum samgongan
sigur seg ætla at seta í gildi
fyri Føroyar.
Men hví skulu vit júst seta
ta donsku lógina um felags
foreldramyndugleika í gildi
í Føroyum, tá onnur lond
eru komin munandi longri á
hesum øki enn Danmark? Hví
ætlar samgongan ikki heldur
at arbeiða fram ímóti at
yvirtaka hetta málsøkið, tá
hon hevur sett sær fyri at
yvirtaka onnur málsøki í
hesum valskeiðnum, so ein
føroysk lóg kann gerast? Er
tað tí, at ov nógv sokallað
“etisk mál” eru blandað
upp í familjulóggávuna,
og tí ikki kunnu viðgerast
flokspolitiskt og enn minni
yvirtakast sum ein heilur
pakki?
Og hví kannar Dagur og
vika ella aðrir fjølmiðlar
ikki, hvussu lógin um felags
foreldramyndugleika royn
ist í Danmark? Hetta kundi
verið hent at vitað, um ætl
anin hjá føroyingum er at
kopiera hana.
Eitt nú hevði borið til at
spurt Foreningen Far ella
farið inn á heimasíðuna hjá
teimum ella øðrum áhuga
felagsskapum, ið stríðast
fyri rættindum hjá pápum
og børnum teirra í Danmark,
og frætt, hvat hesi halda um
lógina.
Bøtir ikki um
javnstøðuna
Í Danmark er tað so, at um
foreldur ikki eru gift, skal
mamman skriva undir, um
foreldrini skulu hava felags
foreldramyndugleika.
Longu her koppar javnvágin
millum mammu og pápa, tí
um mamman noktar, hevur
hon foreldramyndugleikan
einsamøll. Eisini um tey
búgva saman.
Um foreldrini seinni velja
at fara frá hvørjum øðrum,
kann annar parturin tó velja
at leggja sak og krevja allan
foreldramyndugleikan.
Sambært núverandi donsku
lógini, sum samgongan ætlar
at samtykkja, hevur dómarin
í slíkum førum ongan møgu
leika at døma felags for
eldramyndugleika, hóast
bæði foreldrini verða mett
at vera egnað sum foreldur.
Hevur annar parturin stevnt,
er talan um antin ella.
Slíkar sakir kunnu tí vera
sera torførar at avgera hjá
einum dómara, sum skal
meta um, hvat er best fyri
barnið. Dómarin hevur tí
møguleika at bjóða mekling
sum eitt alternativ, men bert
um báðir partar ynskja hetta.
Um annar parturin ikki
ynskir mekling, skal dómur
fellast.
Í øðrum londum enn Dan
mark ber hinvegin til at lata
bæði foreldur varðveita for
eldramyndugleikan, um tey
verða mett at vera egnað
foreldur.
Tí haldi eg tað vera av
alstórum týdningi, at føroy
ingar ikki fara at kopiera ta
núverandi donsku lógina, av
tí at hon eftir mínum tykki
bert er eitt eiti og ikki nógv
frægari enn lógin frá 1922,
sum er í gildi í Føroyum í
dag. Hetta sigi eg, tí danskir
pápar, ið tapa nærum 80 %
av slíkum rættarsakum,
mugu sigast at vera eins illa
staddir og teir føroysku páp
arnir, sum heldur ikki hava
møguleika at fáa felags
foreldramyndugleika yvir
teirra børnum í Føroyum í
dag. Munurin er bara, at í
Danmark verða fleiri pápar
ofta dømdir til at missa felags
foreldramyndugleikan, hóast
teir av dómaranum verða
mettir sum egnað foreldur.
Og tá er spurningurin,
um tann felags foreldra
myndugleikin
sambært
donsku lógini frá 1995 er
nøkur trygd, um partarnir
velja at fara hvør til sítt.
Hon bøtir í øllum førum
ikki upp á javnstøðuna mill
um kynini, sum var eitt av
argumentunum hjá m.ø.
umboði Javnaðarfloksins
fyri at seta ta donsku lógina
í gildi í Føroyum. Hon bøtir
heldur ikki um rættartrygdina
hjá børnunum og rætt teirra
at kenna bæði síni foreldur.
Danir ætla at broyta lógina,
sum samgongan ætlar at seta
í gildi.
Tí áttu vit heldur arbeitt
fram ímóti at yvirtikið
familjurættarlóggávuna, so
vit sjálv kundu dagført lógir
á økinum.
Í hesum sambandi áttu før
oyingar heldur at hugt eftir
lógunum í t.d. Svøríki,
Norra, Íslandi og Týsk
landi, har tað m.a. ikki
ber so væl til at døma fólk
til ikki at hava felags for
eldramyndugleika, um bæði
eru egnað sum foreldur. Tá
høvdu børnini havt rætt til
bæði síni foreldur, og bæði
foreldrini havt skyldur mót
vegis sínum børnum.
Í Danmark verður í hesum
døgum kjakast á politiskum
stigi um at broyta hesa lóg
ina, sum føroyingar ætla at
samtykkja.
Flestu flokkar ásanna, at
verandi danska lóg ikki er nóg
góð, og konservativi danski
familjumálaráðharrin, Lars
Barfoed, hevur sett eina
nevnd at kanna, um danska
lógin er tíðarhóskandi.
Eisini kann nevnast, at í
t.d. Svøríki kann ein sak av
slíkum slagi vara einar tvær
vikur at avgreiða í rættinum.
Í Danmark tekur hon bert
tveir tímar.
Somuleiðis hava røddir í
Føroyum verið frammi um,
at tað átti at verið barnasak
køn ráðgeving hjá Ríkisum
boðnum. Men tað er kortini
avmarkað, hvussu nógv
ein samtala í hálvan annan
tíma kann geva foreldrum.
Har skal meira til, og er
hetta aftur eitt dømi um, at
Danmark eftir mínum tykki
ikki eigur at vera fyrimynd,
tá lógir um familjurætt skulu
smíðast í Føroyum.
Tí sum so er ikki tann
stóri munurin, um ein lóg
er frá 1922 ella 1995. Tað
er innihaldið í henni, sum
telur.
Setið ikki donsku lógina um felags foreldramyndugleika í gildi í Føroyum
VIÐMERKINGAR
Jørgen Niclasen
Góðar og breiðar vegir
ynskja vit til koyra skjótt,
samstundis sum vit ynskja
forðingar fyri at tryggja
lítla fer.
Taki fult undir við Rúnu
Sivertsen, form. í ráðnum
fyri ferðslutrygd um at
ferðsla gjøgnum bygt øki
eigur at tálmast.
Tað eigur ikki at verða
framtíðin, at landsvegur
við nógvari ferðslu koyrir
gjøgnum bygt økið. Held
ur enn at seta alskyns
forðingar upp, eiga vit,
har tað ber til, at leggja
landvegaferðslu uttan fyri
bygt økið. Dømi um hetta
er orðaskifti sum nú er um
vegaføringina gjøgjum/
undir/omanfyri Leirvik,
har trygdin eigur at hava
stóra ávirkan á avgerðina.
Annar táttur í trygdini
eigur at verða teir farvegir,
ið eru í fjøllunum,ofta í
brøttum. Har er veturin ein
vansi fyri trygdini. Vit eiga
í framtíðini at fáa vegirnar
so lágt sum møgulig.
Sum dømi kunnu nevnast
Kaldbakstunnilin, tunnil
Øravik/Hov og ynski hjá
Vestmenningum um tunnil
fyri at sleppa undan at
koyra í hæddini.
Oyragjógv/Vatnsoyrar
Vestri í Vágum hava
vit báðar hesar vansar.
Nógv Ferðsla gjøgnum
Miðvág og Sandavág,
umframt
kavahæddini
á Hálsi (niðanfrá Oyra
gjáarbrekkuni). Vit kunnu
gera ferðsluforðingar fyri
at minka um ferðina ella
gerða vegir omanfyri
bygdirnar, men tað verða
ongantíð meir enn næst
bestu loysnirnar.
Fyri nøkrum árum síðini
kom Jóanis Nielsen við
einum sera áhugaverdum
uppskoti um tunnil. Fram
tíðin vestri í Vágum eigur
at verða ein tunnil av
Oyragjógv til Vatnsoyrar.
Vit sleppa undan ferðslu
gjøgnum bygt øki og vit
sleppa undan brekku og
hæddum. Harafturat verður
t.d. tíðin úr Tórshavn vestur
á flogvøllin minka niður
um 30 minuttir.
Tað er eisini vert at nevna
at ætlaða leingingin av
flogvøllinum krevur nógv
grót. Hugsa vit um hvar
hetta grót skal koma frá, er
grót úr slíkum tunnli betri
loysn, enn at spreingja stór
beni í fjallið. Umframt er
peningur at spara um báðar
íløgurnar verða gjørdar
samstundis.
Vit eiga at hugsa meira
um trygd, tá vit taka
avgerðir um framtíðar
ferðslu.
Upp um dalar, gjøgnum fjøll