hósdagur 1. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 231 - 1. desember 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin í morgin
2. november. Bibiana, deyð umleið ár 1367. Dóttir ein
keisarligan embætismann, Flavianus. Tá ið tað upp, at
dótturin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin av døgum.
Bibiana stendur summastaðni skrivað Viviana.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og stuðul, tá
Dánjal Johan Johansen
Strendur
doyði og varð jarðaður.
Takk øll tit, sum hjálptu og stuðlaðu honum,
meðan hann var sjúkur.
Fyri familjuna
Marita
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Nógv hava undrast
á løgnu lýsingarnar
og plakatirnar hjá
Bianco Footwear í
Handilskjarnanum
í Havn við naknum
skapningum, ið eru
hálv menniskju og
hálv ross. Talan er
um eina skemtiliga
og orðaskiftiselvandi
lýsingarrøð, verður
sagt frá Handils
kjarnanum
LýsingarRØÐ
Um vit menniskju høvdu fýra
bein, hevði tørvurin á skóm
verið tvær ferðir so stórur
sum hann er í dag. Bianco
Footwear hava spælt sær við
tankan um eina blanding av
menniskjum og djórum.
Bianco Fottwear eru
kendir fyri sínar øðrvísi
lýsingarherferðir. Í so máta
er hendan nýggja lýsingar
herferðin einki undantak.
Teir hava fyrr elvt til orða
skifti um alt frá kynsbýti
til plastiska skurðviðgerð
og fóru seinast í hernað
fyri ítróttarminnilutar við
einum stuðulstiltaki fyri
kropsbygning og synkron
svimjing.
Hesaferð hevur Bianco
spælt sær við mynda
snøgging og skapt eina
»genetisk handfarna« lýs
ingarrøð.
Lýsingarnar,
ið bera heitið »Genetic
Engineering«, mynda eitt
vakurt framtíðarsamfelag
við sagndjórinum ”kentaur
inum” í høvuðsleiklutinum.
Myndirnar vísa vakrar og
hálvgum gudalíkar skapn
ingar, ið eru hálv menniskju
og hálv ross – við fýra beinum
og harvið tørvi á einum eyka
skóm ella styvlum.
Hans Waag, stjóri í Hand
ilskjarnanum, sigur um hesa
lýsingarherferðina: »Vit
vilja sjálvandi fegin vísa
heystúrval okkara av skóm
og styvlum, men samstundis
nýta vit høvið at birta upp
undir kjak – av tí skemtiliga
slagnum. Vit eru ein partur av
mótaídnaðinum, ið ber stóra
ábyrgd fyri hvussu vit skulu
síggja út. Lýsingin viðger
hetta evni á skemtiligan hátt,
og Bianco Footwear vónar,
at tað birtir upp undir kjakið
– eisini millum vanlig fólk.
»Ein kann lættliga ræðast
framtíðina við ílegutøknini,
og tað lættasta er at lata
eyguni aftur fyri teimum
etisku trupulleikunum, ið
stinga seg upp. Hetta evnið
er rúgvusmikið og ilt at
skilja, men kjakið er sera
týdningarmikið. Tøknin
gevur møguleikar, men vit
skulu avgera hvussu vit vilja
nýta hesar møguleikar – og
serliga hvussu vit ikki vilja
nýta teir«, sigur Hans Waag
at enda.
Bianco Footwear:
Lýsingarrøð elvir til orðaskifti
Oddny Clementsen, leiðari í Bianco Footwear í Handilskjarnanum, og Óluva D. Persson, starvs
fólk í handlinum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Nógv hava undrast á løgnu lýsingarnar og plakatirnar
hjá Bianco Footwear í Handilskjarnanum í Havn
Lesið Sosialin - so eru tit við