Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánakvøldið 28. no­vember andaðust í heim­in­um í Sør­vági Marin Sofía Weihe, ættað úr Norðragøtu, 85 ára gomul og Hermod Weihe, 56 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­hús­kapelli­ num fríggja­dagin 2. de­sember klokkan 16.00. Jarðarferðin verð­ ur úr Sørvágs kirkju leyg­ardagin 3. desember klokkan 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey ið vilja minnast Sofíu og Hermod kunnu lata eina peningagávu til Missiónshúsið í Sørvági, konto í Føroya Banka. Hanna Klein frá Gjógv andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi týs­dagin 29. november, 86 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Hannu á Rætt, kunnu lata Gjáar kirkju eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Karl Thorleif Olsen, Tórshavn, andaðist í heim­inum mánadagin 29. november, 81 ára gamal. Gardar Høgnesen, Klaks­vík, andaðist í heim­ inum mána­morgunin 28. novmber, 46 ára gam­al. Kistan fer av kapell­in­um á Klaksvíkar Sjúkra­húsi mikukvøldið klokk­an 18 heim í Christ­ians­kirkj­ una. Jarðar­ferð­in verður hósdagin klokk­an 13:30. Tey, ið vilja minnast Gardar kunnu lata Emm­ aus eina pen­ingagávu. Konto í Norð­oya Spari­ kassa. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina hjá okkara kæra pápa og bróður Sámuel Kristian Gunrim Eisini ein hjartans tøkk fyri gávur til Sumbiar kirkju. Familjunnar vegna Michael, Marlena og systrarnar Hósdagin 1. desember hevur Ivan Simonsen í Havn 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele. Ivan er 53 ára gamal og sørvingur. Eftir lokið stu­ dents­prógv í 1972 fór hann til Danmarkar at lesa til verk­ frøðing. Tá útbúgvingin varð liðug, arbeiddi hann í tvey ár í Danmark sum verkfrøðingur innan sjúkrahústøkni hjá EMI Medical. Í 1980 kom hann heim aft­ ur til Føroya, og 1. des. fekk hann starv sum verkfrøðingur hjá Tele­fon­verki Før­oya Løg­­tings, sum stovn­urin æt tá. Stutt eftir varð hann settur sum deildarleiðari á kaðaldeildini, har hann var í fleiri ár. Ivan hevur saman við øðr­ um verið við í stóru tøkni­ ligu menn­ingini á stovn­in­ um. Hann var m.a. við til at inn­føra tele­faxið, sum fyrstu tíð­ina einans var á tele­fon­ støðum og posthúsum. Eis­ ini var hann við til at seta á stovn fyrsta føroyska talgilda sentralin í Føroyum. Hann var eisini við til at stovna internetið hjá Føroya Tele, betri kent sum Olivant, og Dankort skipanirnar við gjaldskort-terminalum. Annars hevur Ivan arbeitt mest við vinnuproduktum, sum t.d. menning av nýggjari tøkni og telefoniskipanum til vinnukundar. Fyri kortum var Ivan flutt­ur til nýggju ”Produkt Managment” deildina, sum hoyrir undir FT-samskifti, har hann hevur ábyrgdina av ymiskum nýggjum pro­ duktum. Ivan, ið hevur badminton sum frítíðarítriv, er giftur Sólvør, f. Hentze, sum eisini er úr Sørvági. Tey eiga tvey børn: Rúni 33 ár, sum býr í Tórshavn og Randi 27 ár, ið lesur til lækna í Odense. Ivan eigur eisini eina 2 ára gamla abbadóttir, ið eitur Rúna Maria. Ivan Simonsen, Tórshavn: 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi okkara Carl Torleif Olsen Tórshavn andaðist týsdagin 29. november 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13.00 . Familjunnar vegna Frants, Eileen og Mia Í morgin, fríggjadagin 2. de­sember, verður Ólavur Sam­ son í Klaksvík 60 ár. Ólavur hoyrir til býarmyndina í Klaksvík, og kanska kom­ ast fleiri við navnið, tí tað er ikki so langt síðani, at hann eitt leygarkvøld var gest­ur hjá Gunnari Nolsøe í Útvarpinum. Ólavur er ættaður av Stong­ un­um. Foreldrini vóru Jákup Samson, sum var ættaður av Vágsheygnum, og Jacobina, sum var úr Gerðum. Hon var dóttir Óla klokker, sum hann varð nevndur. Harvið var mamma Ólav systir eitt nú Kjølbro og Dáva úr Gerðum. Tey vóru tveir brøður og fýra systrar. Hon var yngst av systkjunum, og tá ið Ólav­ ur er yngstur í sínum systk­ inaflokki, so ber tað við sær, at hann er yngstur av systkinabørnunum á móður síðuni. Jacobina og Jákup Sam­ son fingu fimm børn: Jona, Lilly, Edith, Samson og Ólav­ur. Jona, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og Ólavur búsettust í Klaksvík. Lilly býr í Keypmannahavn, Edith í Søldarfirði og Sam­ son á Viðareiði. Ólavur var miðskeiðis í seksti árunum avlærdur maskinsmiðjur í smiðjuni hjá pápanum. Í 1970 leyk hann maskinmeistaraprógv í Keypmannahavn, og so var hann í tíggju ár smiðju­ meistari í familju­fyri­tøk­ uni. Tá ið hann fekk starv sum sýns­mað­ur hjá Trygg­ ingarsambandinum Føroyar gavst hann við smiðjuni. Ólavur var í føstum starvi hjá Tryggingini inntil í summar. Nú er hann free­­lance sýns­ maður hjá Tryggingarfelag­ num Før­oyar. Í frítíðini hevur Ólavur ver­ið tenorur í Emmaus kór­inum og í Klaksvíkar Sangfelag, og tey seinastu árini hevur hann verið klokk­ ari í Christianskirkjuni. Har­við hevur hann tikið arvin uppaftur eftir abban, Óla klokker. Ólavur er presi­­dentur í føroyska blóð­ gevarafelagnum, hann er ein av trúgvu KÍ stuðlunum, honum dámar væl at krokkast í skúlagarðinum, og so hevur honum dámað sera væl at fáast við seyð. Hann er ognari á Uppsølum, har hann er ein av røktingarmonnunum, og á Skálatoftum, har hann hev­ ur verið fjalmaður, og í 35 ár hevur hann gingið á fjall hjá sváginum, sum er bóndi í Gerðum. Ólavur hevur lagt seg nógv eftir at gera tað lagaligari bæði hjá fjalmonnunum og seyðinum. Hann hevur verið hendinga góður í hesum, taka teir til, sum hava verið saman við honum í hesum høpinum. Eitt nú syrgdi Ólavur fyri meiri enn tredivu árum síðani fyri, at tað bar til at sleppa undan at binda seyðin niður, tá ið teir vóru á fjalli. Hann gjørdi grabbar, sum seyðurin stendur í, tá ið teir lossa hann niður í bátin. Ólavur giftist í 1974 við Elinborg, sum er dóttur Onnu, ið var úr Nornastovu í Mikladali, og Jógvan Martin Joensen, sum var bóndi í Niðristovu í Gerðum. Á kyndilsmessu fylti Elinborg 55 ár. Hon hevur í 40 ár verið í frisøryrkinum, og tað er framvegis nógv ferðsla í salongini í Gerðum. Elinborg og Ólavur eiga hugnaligt heim á Biskups­ støð, har tey búgva saman við synunum. Teir eru Ják­ up føddur í 1981, Jógvan føddur í 1983 og Ari føddur í 1989. Føðingardagurin verður hildin í Skálanum, har øll eru væl komin til ræst kjøt og súpan fríggjakvøldið klokk­an 19. J Ólavur Samson 60 ár