Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 • hósdagur • 1. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Eru fiskavirkini ov nógv í tali, ella er neyðugt at fáa meira burtur úr teirri ráfiskanøgd, sum virkini hóast alt fáa hendur á? Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tølini hjá grannskoðara­ fe­lagnum, Rasmussen & Weihe, vísa, at ráfiska­nøgd­ in, sum fiskavirkini hava keypt, er nógv minkað, sum árini eru liðin. - Nøgdirnar vuksu hvørt ár, sum greiningin fevnir um, fram til 2002, samstundis sum nýggj fiska­ virkir eru komin. Samlaða lækkingin í rá­ fiskanøgdini í tíðarskeið­ num, árini 2000-2004, er tilsamans 17,7% - og lækk­ ingin árini, 2003-2004, er 13,6%. Hetta merkir, at føroysku fiskavirkini hava ilt við at fáa fatur á nóg mikið av ráfiski til virkingar. - Spurningurin er so, um vit hava ov nógv fiskavirki – ella, um neyðugt er at fáa meira burtur úr teirri rá­fiskanøgd, sum virkini hóast alt fáa hendur á, sigur Bjarni Poulsen, sum hevði framløguna herfyri Rasmussen & Weihe. Framleiðsluvirðið er í tíðar­skeiðnum, 2000- 2004, fallið 20,7%, men brutto­vinningurin er einans minkaður 0,3%. - Hetta stendst av eini munandi lækking í rá­vøru­ útreiðslum og hjálpi­til­ fari. Hesar útreiðslur eru í nevnda tíðarskeiði mink­ aðar heili 30,5%. Í greiningini verður víst á, at starvsfólkakostnaðurin er vaksin á hvørjum ári í tíðarskeiðnum, 2000-2002, og hann vaks serliga nógv í 2002, nevniliga 14,0%. Í 2003 er starvs­fólka­ kostn­aðurin minkaður við 0,8% og aftur í 2004 við 5,6%. - Posturin, ”annar rakstrar­ kostnaður”, sum eitt nú fevn­ir um streymgjald, olju­nýtslu, við­líka­hald, rein­ gerð, flutningsgjøld, skriv­ stovuhald, leigu og annað, er vaksin á hvørjum ári – og árini frá 2000-2003, er talan um ein vøkstur upp á 14,0%. Rasmussen & Weihe siga, at hesin postur er minkaður munandi aftur í 2004. - Tað tykist, sum um kappingin um rávøruna við útlandið er munandi harðnað, og tølini benda á, at virðisøkingin sam­ anborið við vøksturin til lønir og aðrar út­reiðslur ikki er nóg stór. Tí eru virkini ikki í nóg stóran mun kappingarfør, tá ið ræður um at kappast við útlendskar keyp­ arar um rávøruna Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Grannskoðarafelagið Ras­ mus­sen & Weihe hevur nú eisini latið úr hondum roknskapargreiningina yvir fiska­virkini, árini 2000- 2004. Greiningin fevnir um til­samans 10 feløg í 2004 og byggir á almennu rokn­ skapirnar fyri árini 2000- 2004. Við í greiningini eru eisini aðrir upplýsingar, sum grannskoðarafelagið hev­ ur frá teimum feløgum, sum í sínum ársroknskapi ikki upplýsa eitt nú rá­fiska­ nøgd, nettosølu og ráfiska­ kostnað. Virkini, sum eru við í grein­ ingini, eru P/F Kósin (16,5% av ráfiskinum í 2004), P/F Føroya Fiskavirking (48,5%), P/F Fiskavirkið (8,9%), P/F Vaðhorn Seafood (3,3%), P/ F Delta Seafood (5,1%), P/F Sandoy Seafood (9,0%), P/F Norðís (2,8%), Sp/f Eystís (við frá 2000, 1,6%), P/F Vestís (við frá 2002, 0,0%), P/F Suðurís (við frá 2002, 0,0%), P/F Palm Seafood (0,0) og P/F FarIta (við frá 2001, 2,2%). Tey virkir, sum onga rá­vøru hava keypt í 2004, Árini 2002, 2003 og 2004 útfluttu Føroyar tilsamans 130.000 tons av óvirkaðum fiski Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Útflutningurin av feskum fiski er nógv øktur í árun­ um, 2000-2003, men er síð­ an minkaður eitt vet aftur í 2004. Hetta vísa tøl, sum grann­skoðarafelagið, Ras­ mus­sen & Weihe, hevur við í greiningini um fiska­ virkini. - Serliga í 2001 og 2002 hevur útflutningurin tikið dik á seg og er nærum tví­ faldaður hesi árini í mun til árið fyri. Víst verður á, at í tíðar­ skeiðnum, 2000-2004, er tað serliga útflutningurin av upsa, sum er nógv vaks­ in, men útflutningurin av óvirkaðari hýsu, toski og øðrum fiskasløgum er eis­ini nógv vaksin í tíðar­ skeiðnum, sigur felagið. Tað er Føroya Ráfiska­ keyparafelag, sum er keldan til tølini yvir útflutningin av feskum heilum fiski. Tølini vísa, at samlaða nøgdin, sum varð útflutt óvirkað í 2000, var 14.736 tons, men longu árið eftir tvífaldaðist nøgdin og kom uppá 24.235 tons. Aftur í 2002, 2003 og 2004, vóru útflutningstølini stór. Hesi árini vóru tølini ávikavist; 44.674, 43.994 og 40.986 tons. - Samlaði vøksturin í tíðar­ skeiðnum árini 2000-2004 var soleiðis 178,1%, men árini 2003-2004 var hann negativur við 6,8%, sigur grannskoðarafelagið. 40.000 tons av óvirkaðum fiski av landinum um árið Ráfiskanøgdin er nógv minkað Gjaldførið hjá Útflutningurin av rundum fiski er vaksin nógv seinastu árini Mynd: Vilmund Jacobsen - Tølini benda á, at virðisøkingin samanborið við útreiðsluvøksturin til lønir og aðrar útreiðslur ikki er nóg stór, og tí eru virkini ikki kappingarfør í nóg stóran mun, tá ið ræður um at kappast við útlendskar keyparar um rávøruna, heldur grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe Mynd: Vilmund Jacobsen