Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2005 15 á fiskavirkjunum hart spent Talið av ársverkum í fiskiídnaðinum fylgir sum heild vøkstrinum í ráfiskanøgdini í árunum 2000-2002, men í 2003 og 2004 eru fleiri ársverk fyri hvørt kilo av ráfiski Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rasmussen & Weihe hava eisini gjørt eitt yvirlit yvir ársverkini í fiskiídnaðinum á landi á teimum virkjum, sum eru við í greiningini. Hagtølini siga, at árs­verk­ ini árini 2000-2004 eru minkaði við 4,8% - og árini 2003-2004 er minkingin 10,4%. - Talvan vísir, at ársverk­ ini í 2004 eru 57 færri enn í 2000. Talið minkar nakað í 2003 – og tað minkar nógv í 2004. Hinvegin øktist talið av ársverkum støðugt árini 2000-2002. Grannskoðarafelagið vís­ir á, at miðal árslønin er økt øll árini, og størsti vøksturin var í 2002, og í 2004 er staðfestur ein vøkst­ur upp á 5,5%. - Samanlagt er miðal árs­ lønin hækkað 20,9% hesi 4 árini. Ráfiskur Nøgdin av ráfiski fyri hvørt ársverk er á sama støði ár­ini, 2000-2002, men lut­ falsliga ráfiskanøgdin fyri hvørt ársverk minkar árini 2002-2004. - Hetta merkir, at tal­ ið av ársverkum sum heild fylgir vøkstrinum í rá­fiskanøgdini í árunum 2000-2002, men í 2003 og 2004 eru fleiri ársverk fyri hvørt kilo av ráfiski. Hetta er galdandi fyri at kalla øll fiskavirkini, sigur felagið. Rasmussen og Weihe vísa á, at úrslitið fyri ”óvanligt” fyri hvørt ársverk hevur verið rættiliga ymiskt hesi fimm árini, men hetta er minkað markant í 2003 og 2004 í mun til 2001 og 2002. hava einki virksemi havt í 2004. - Roknskapirnir hjá lut­tak­ andi feløgunum eru uppsettir ymiskt, og hetta kann føra við sær, at feilir kunnu vera í samanlagda roknskapinum fyri øll feløgini, men hetta hevur helst ikki so stór­ an týdning, heldur grann­ skoðarafelagið. Víst verður á, at í mun til seinastu roknskapargreining, eru Palm Seafood og Suð­ ur­ís ikki við fyri 2004. Fiska­virkini, Vestís, FarIta og Suðurís eru tikin við í greiningina frá og við rokn­ skaparárinum, tá ið raksturin av hesum virkjum byrjaði. Hesi 10 feløgini umboða í 2004 tilsamans 86,8% av fiskaframleiðsluni í Før­oy­ um. Hørð kapping Eins og í greiningini av fiski­skipaflotanum, leggja Rasmussen & Weihe dent á, at roknskapargreiningin av fiskiídnaðinum skal geva lesarum møguleika at gera sínar egnu niðurstøður. - Tí hava vit ikki eina ein­ týdda niðurstøðu um gongd­ ina. Vit kunnu tó staðfesta, at virkini sum heild hava verið fyri eini stórari framgongd árini frá 2000-2001. Í 2002 vendi framgongdin til eina lítla afturgongd, og í 2003 hevur afturgongdin verið so stór, at samlaði raksturin hjá virkjunum gav eitt lítið hall – og í 2004 høvdu virkini stórt hall. Tað tykist, sum um kapp­ ingin um rávøruna við út­landið er munandi harðnað í 2002 og serliga í 2003 og 2004. - Tølini benda á, at virðis­ økingin samanborið við útreiðsluvøksturin til lønir og aðrar útreiðslur ikki er nóg stór, og tí eru virkini ikki kappingarfør í nóg stór­an mun, tá ið ræður um at kappast við útlendskar keyparar um rávøruna. Spent gjaldføri Rasmussen & Weihe vísa eisini til ársfrágreiðingina hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri 2004. - Í ársfrágreiðingini verð­ ur víst á, at tað serliga eru fýra faktorar, sum ávirka kappingarførið hjá før­ oysku flakavinnuni. Løn­ar­ vøksturin hevur verið stórur tey seinastu árini, virðið á amerikanska dollaranum hevur verið rættiliga lágt, og støddin á fiskinum, serliga upsanum, er fallin munandi seinastu árini. Ráfiskakeyparafelagið met­ir tí, at framtíðarútlitini tískil benda á eina afturgongd, um ikki eydnast virkjunum at virka fiskaúrdráttir, sum skapa størri avkast – ella, at marknaðarfyritreytirnar broytast, samstundis sum út­reiðsluvøksturin verður tálmaður. - Virkini eru sum heild rími­liga væl konsolideraði, og mugu tí metast at vera væl fyri til at ganga eini aft­urgongd á møti, tó við einstøkum undantøkum. Víst verður á, at nógvar íløgur eru fíggjaðar yvir rakst­urin, samstundis sum fígg­ing av goymslum og skuld­arum setir alsamt størri krøv til rakstrarfígging. - Tí kann roknast við, at gjaldførið hjá mongum virkjum er hart spent, heldur grannskoðarafelagið. Miðal árslønin í fiski­ídnað­ inum økt 20,9% í fýra ár