Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 231 - 1. desember 2005 Thomas Magnussen er nýggjur stjóri í Smyril Line, eftir at hann í hálvt ár hevur verið nevndarformaður. Nýggjur nevndar­ formaður er norski Edvard Heen Smyril Line Jákup Mørk Smyril Line fær eitt nýtt andlit úteftir. Norski Jan Walle, sum síðani 1. apríl hevur stjórnað felagnum, verður nú avloystur av Thomasi Magnussen. Thomas Magnussen er 43 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur. Undan nýggju setanini á Smyril Line hev­ur hann verið stjóri á Skeiðsdeplinum. Fyri hetta hevur hann verið stjóri á Strandfaraskipum Landsins, eins og hann í átta ár var stjóri á Lønardeildini undir Fíggjarmálastýrinum. Edvard Heen varð valdur í nevndinia í felagnum, tá Klæmint Weihe fyrr í ár fór frá sum nevndarformaður. Hann varð valdur av Tryg­ Edvard Heen hevur seinastu 12 árini røkt ymiskt størv innan norsku fíggjar- og KT-vinnuna. Framtaksgrunnurin størstur Umframt umskipanirnar í leiðsluni, hevur er parta­ pen­ingurin hjá felagnum hækkaður. TF-Holding og Framtaksgrunnurin hava sett 15 mió kr. í hvør, og eru tey eisini størstu parta­ eigararnir. Framtaksgrunnurin stend­ ur nú fyri á leið 35% av parta­ peninginum í felagnum. TF- Holding hevur 25%, meðan luturin hjá hetlendska Menn­ ingargrunninum nú er á leið 17%. Fyrr í ár var annars talan um, at hetlendski parturin skuldi økjast við 50 mió kr. Hetta var tó treytað av, at Smyril Line keypti seg inn sum høvuðspartaeigari í norska Fjord-Line. Tann handilin varð tó av ongum, og tí fall tilsøgnin úr Hetlandi aftur. Hetlendingum stóð eisini í boði at verða partur av kapitalhækkanini, sum nú er gjøgnumførd, men teir ynsktu ikki at taka av hesum, varð upplýst á tíðindafundi, sum Smyril Line hevði í dag. Thomas Magnussen tók í dag við sum stjóri hjá Smyril Line. Hann fegnast um, at felagið nú kann savna tankarnar um sjálvan raksturin av felagnum Smyril Line Jákup Mørk - Við umskipanunum, sum nú eru gjøgnumførdar, og kapitaltilgongdini hava vit tryggjað grundarlagnum undir felagnum. Tí kunnu vit nú loyva okkum at flyta fokus frá eini sperdari fíggjarstøðu til sjálvan raksturin, og tað fegnast vit um. Soleiðis segði nýggi stjór­ in á Smyril Line, Thomas Magnussen, tá hann í dag tók við sum stjóri eftir norska Jan Walle. Vænta vøkstur Hóast tølini hjá felagnum hava verið dapur lesnaður, síðani nýggja Norrøna kom til landið, so var tað ein bjart­skygdur stjóri, sum var á tíðindafundi hjá felagnum hósmorgunin. - Vit vænta, at hetta væl og virðiliga kann bera til. Serliga á ferðafólkasíðuni rokna vit við, at talan verður um munandi størri inntøkur. Og vit halda ikki, at hetta bara eru luftkastellir, leggur hann afturat. - Fyrst og fremst, so hava vit við nýggju avtaluni við Fjord Line fingið eina góðu rutu, sum væl kann vísa seg at geva heilt stórar inntøkur. Hartil, so hava vit ár verið nógv fyrri á útlendsku markn­ að­unum, og longu nú síggja vit, at bólkaferðirnar mest sum eru eksploderaðar. Og at enda, so hevði tað í vár eina negativa effekt, at somikið stórur ivi varð sáddur um framtíðina hjá felagnum. Tað hevði við sær, at fleiri fólk settust aftur - ella valdu aðrar ferðamøguleikar. Ein trup­ulleiki, sum vit ikki rokna við í ár. - Nú ræður so um at opti­ mera ymsu pakkarnar, sum vit hava at bjóða, soleiðis at vit á tann hátt kunnu skapa enn meira vøkstur. Men vit halda, at vit í løgdu fíggjarætlanunum hava verið sera varnir í metingunum. Og tí ivist eg ikki í, at hetta nú fer at bera til, soleiðis at Smyril Line gongur eini tryggari framtíð í møti, segði nýggi stjórin at enda. Broytingar í toppinum Nýggjur nevndarformaður í Smyril Line er norski Edvard Heen. Hann varð valdur í nevndina í vár, tá Klæmint Weihe valdi at taka seg úr nevndini Nú kunnu vit reka reiðaravirksemi Nýggi stjórin á Smyril Line fegnast um, at felagið nú kann nýta kreftirnar upp á kjarnuøkið hjá felagnum, heldur enn alla tíðina at skula hugsa um sperdu fíggjarstøðuna Mynd: Álvur Haraldsen Talan verður aftur í ár um veldugt hall. Men longu í 2006 verður mett, at inntøkur og útreiðslu javnviga. Og í 2007 verður talan ætlandi um yvirskot Smyril Line Jákup Mørk Tað eru ikki smápengar, sum tosað verður um, tá roknskapurin hjá Smyril Line verður umrøddur. Stór hall hava verið ger­ andiskostur, síðani nýggja Norrøna kom til Føroya, og í 2005 verður talan helst um størsta hallið higartil. - Vit rokna við, at talan í ár verður um einar 40 mió kr. í halli, staðfestir Edvard Heen, nevndarformaður í felagnum. - Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, men vit rokna við, at vit longu í komandi ári hava javnvág í rakstrinum. Og frá 2006 at rokna, skuldu vit gjarna aftur havt yvirskot. Fyrst og fremst, so verður trygg­ingarfelagnum, sum umvegis sín eigaraskap velur ein nevndarlim.um pening. - Hesir lutir eiga at tryggja okkum javnvág í roknskapinum, og frá 2007 at rokna vænta vit so, at flutningurin av ali- og feskfiski aftur er í øking. Tað vil aftur innibera eina størri inntøku, og tí meta vit talan vera um eina ætlan, sum fer at síggjast aftur í veruligu tølunum, sigur Edvard Heen. Hallið í 2005 verður 40 mió kr. Útvald lyklatøl úr roknskapinum 2001 2002 2003 2004 Úrslit 21.033 11.205 -34.995 -23.881 Eginpeningur 210.327 221.532 186.537 165.357 Soliditetur 84 81 21 21 Gjaldførislutfall 439 164 48 47