Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Longu komandi heyst verður helst aftur møguleiki hjá vanliga føroyinginum at eiga sín part í Norrønu - Og fáa fyrimunir av hesum Norrøna Jákup Mørk Partaeigaraavsláttur. Hetta var uttan iva nakað av tí, sum í síni tíð førdi við sær, at Norrøna fekk somikið góða undirtøku millum før­oy­ingar. Tann møguleikin hvarv tó, tá nýggja Norrøna kom til landið og aðrir og størri eigarar settu pening í felagið. Men stendur tað til nú frá­ farandi stjóran, so er eingin ivi um, at skipanin við nógv­um smáum eigarum og fyrimunir til hesar aftur kemur at virka. - Mín sannføring er, at hetta er eitt sera gott hug­ skot. Og vit hava eisini tosað um tað. - Sum eg havi skilt støðuna, so var tað krav frá hetlendska Menningargrunninum - tá hesir settu pening í felagið - at avslátturin til smærru partaeigararnar skuldi strik­ ast. Hetta luturin hjá teimum smáu nú var nógv minni. - Nú er tó líkt til, at het­ lendski grunnurin ikki er so aktivur longur. Teir eru ikki við í styrkinum, sum felagið fær hesaferð. Tí hava teir ikki longur eitt eins gott krav í so máta, og ætlandi verður talan um eina almenna partabrævahækkan komandi heyst, har vanligi føroyingurin eisini hevur møguleika at ogna sær sín part í felagnum. - Og tá er upplagt, at ser­ lig tilboð verða latin hesum eigarum. Tað kann vera ferðaseðlar, tilboð um­borð, tilboð við ymsu ferðamálini og annað. Tað týdningarmikla í hesum er, at tú - umframt at geva fyrimunir til eigarar - eisini skapar eitt loyalitetsband til hesar. Hetta er eitt modell, sum var vanligt í bæði Dan­ mark og Noreg, men í dag eru kostnaðirnir av einum stórum eigaraskarða somikið stórir í hesum londum, at fyrimunirnir mest sum hvørva. - Her í Føroyum eru krøvini ikki tey somu í so máta, og tí er sera upplagt at vit skapa ein loyalitetsbólk á hendan hátt. Eg minnist sjálvur, tá eg sum seks ára gamal fekk eitt partabræv í reiðarínum, sum sigldi til okkara bý. Tað var ein partur av mentanini í býnum, og tað felagið, sum røkti rutuna, hevði munandi fleiri ferðafólk tá, enn tey hava í dag. 70 milliónir í kass­ an. Øktar farma­ inn­tøkur, øktar ferðafólkainntøkur og færri útreiðslur. Tað er kururin, sum skal bjarga Nonrrønu, nú umskipanin av felagnum er gjøgnumførd Smyril Line Jákup Mørk Fyri at styrkja fíggjar­grund­ ar­lagið her og nú, hevur Smyril Line enn einaferð økt um partapeningin. Hesa ferð eru tað TF Holding (Tryggingarfelagið) og Framtaksgrunnurin, sum hava sett 15 mió kr. hvør í felagið. Hartil hevur Smyril Line gjøgnum Blue Water fingið eitt gjaldførislán á 40 mió kr., soleiðis at gjaldføri felagsins er bøtt við 70 mió kr. Størri inntøkur Hartil hevur felagið gjørt tvær avtalur, sum hvør í sínum lagi betra um inn­ tøku­grundarlagið hjá Smyril Line. Samstarvið við Blue Wat­er um felagið, Smyril Blue Water, er vorðið enn tættari. Hetta hevur við sær, at Smyril Line hevur fingið trygd fyri, at inntøkurnar av farmasamstarvinum kom­ andi tíggju árini verða í minsta 5 mió kr. størri, enn tær eru í dag. Har næst er ein strategisk samstarvsavtala gjørd við norska Fjord Line. Upp­ runaliga var ætlanin jú at før­ oyska felagið skuldi gerast høvuðspartaeigari i Fjord Line, men tær ætl­an­irnar vórðu so av ong­um. Ístaðin er gjørt eitt strategiskt samstarv, sum millum annað inniber, at Norrøna verður operatørur á farleiðini millum Bergen og Hanstholm. Hetta er ein farleið, har Fjord-Line er fyristøðufelag, men sáttmálin við Smyril Line ber við sær, at Norrøna verður leigað til hesa ferðina eina ferð hvørja viku. Ein avtala, sum eisini inniber eyka inntøkur til føroyska felagið. Og eisini á verandi rutu­ net­inum roknar leiðslan við størri inntøkum. Ein broyttur profilur mótvegis brúkaranum saman við eini roynd at vera fyrri á marknaðinum, hevur hig­artil havt við sær, at bólkabókingarnar í dag eru tvífalt so stórar, sum tær vóru fyri einum ári síðani. Millum annað takkað verið ein nýggjum projekti, har Smyril Line er í ferð við at marknaðarføra Føroyar sum eitt land, har tað er upplagt at fiska í smærri bátum. Og tí háárstíðin nú verður longd við tveimum mánaðum. Minni útreiðlsur Men tað er ikki bara á inntøkusíðuni, at samstarvið við Fjord-Line er gagnligt. Á teimum økjum, har fel­ øgini hava møguleika at skapa synergi, verður hetta gjørt. Soleiðis verður talan í framtíðini um fel­ags innkeyp í Hanstholm og Bergen , fel­ ags bókingarskipan. fel­ags tekniskt samstarv og sam­ starv á fleiri øðrum økj­um. Eitt samstarv, sum verður mett at spara báðum pørtum millióna-upphæddir, eins og vitanarstøðið í fleiri førum kann økjast við felags - og harvið styrktum - serkunnleika. Skuldarumlegging Enn eru fíggjarkostnaðirnir av Norrønu tó sera stórir. Fyrst og fremst, tí skipið upprunaliga varð fíggjað yvir 15 ár. Tað er ein spurningur, sum leiðslan í felagnum nú ætlar at greiða, soleiðis at avdráttartíðin í størri mun samsvarar við ta lívitíð, sum eitt slíkt skip ætlandi hevur. Ein loysn, sum verður mett at linka um fíggjartrýstið við á leið 15 mió kr. um árið. Norrøna sum fólkaogn Kapitalur, eyka inntøkur og sparingar Norrøna skal aftur gerast fólksins ogn. Kanska ikki fult og heilt, tí framhaldandi verður talan um nakrar stórar íleggjarar. Men skipanin við smærru partaeigarunum skal ætlandi aftur innførast Nú Jan Wlle leggur frá sær, hevur Smyril Line verið gjøgnum sannan hestakur. Ein kurur, har útreiðslurnar eru trimmaðar, inntøkugrundarlagið styrkt, og har kapitalgrundarlagið eisini er munandi tyrggari Nr. 231 - 1. desember 2005 17