Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 231 - 1. desember 2005 Smyril Line Jákup Mørk Við umskipanunum, sum nú eru staðfestar, vóna vit, at grundvøllurin undir felagnum er tryggur. Við 30 mió kr. í øktum partapeningini og øðrum 30 mió kr. í láni, halda vit okkum hava skapt eitt sterkt kapitalgrundarlag og ein somikið sunnan penga­ streym, at Norrøna heilt av­gjørt verður verandi á føroyskum hondum. Hartil er tað eisini mín fatan, at vit við nýggju avtalunum við Blue Water og Fjord-Line hava tryggjað okkum ein væl sunnari rakstur, soleiðis at niðasta talið eisini verður positivt í framtíðini. Neyðugt við nýggjum inntøkum Hann tykist hampuliga av­kláraður. Norski Jan Walle, sum mánadagin hevði sín seinasta arbeiðsdag á Smyril Line. Og sjálvur tykist hann eisini halda seg hava orsøk til nøgdsemið. - Tá eg setti meg í hendan stólin, var tað við einum máli. Norrøna skuldi varðveitast á føroyskum hondum. Og so máttu vit finna útav, hvussu hetta kundi lata seg gera. Roknskapurin sá ann­ ars alt annað enn vakur út, tá norðmaðurin sett­ist í stjórastólin. Fíggjar­ætl­ anirnar, sum vóru grund­arlag undir keypinum av stási­liga ferðamanna- og farma­skip­ inum vístu seg pent sagt ikki at halda. Roknaða fleir­ faldanin av ferðafólka- og farmainntøkum samsvaraði als ikki við kalda veruleikan. Ein veruleiki, sum frá fyrsta degi hevði við sær, at fíggjargrundarlagið und­ ir fyritøkuni mátti styrkj­ ast akutt, so hvørt sum av­dráttirnir upp á skipið fullu til gjaldingar. Men hóast kalda veru­leik­ an, so staðfestir normaðurin, at hann alla tíðina trúði upp á setningin. Trúði uppá, at hetta skuldi bera til. - Eg eri nokk tann føddi optimisturin. Eru forðingar á vegnum, so leiti eg altíð eftir nýggjum møguleikum, og tað gjørdi eg eisini her. - Men tað er rætt, at tølini vóru alt annað enn vøkur. Tað fyrsta eg gjørdi, var at fáa lagt eina rakstrar- og fíggjarætlan, sum sam­svar­ aði við veruleikan. Nakað sum vist nokk hevði verið ein mangulvøra. - Tá hetta varð gjørt, stóð tað okkum øllum greitt, at hetta ikki var ein trupulleiki, sum vit kundu loysa einsamallir við verandi rakstri av skipinum. Tað var snøgt sagt ógjørligt, at vit á nakran hátt skuldu kunna spara okkum burtur úr reyðu tølunum, ella hinvegin økja somikið um inntøkurnar við verandi grundarlagnum. Og tí settu vit okkum alt fyri eitt sum mál, at strategiskt samstarv mátti gerast inn­ an bæði farma- og ferða­ fólkavinnuna. Rukku vit ikki teimum málunum, so vildi tað verið sera trupult at fingið enn meira kapital til felagið. Og tilgongdin av hesum kapitalinum prógvar væl eisini, at eigararnir trúgva upp á ætlanini. Kundu eisini selt skipið Longu við sáttmálaundir­ skriv­ingina vóru nógvar røddir, sum tosaðu um eitt ørvitisprojekt. Tos, sum av­gjørt ikki gjørdist veikari, so hvørt sum undirskotið av nýggja skipinum vaks í stødd. Ein møguleiki, sum hev­ur verið nevndur, var at selja nýggju Norrønu. Heimsmarknaðurin fyri stálprísir hevur verið høgur, og tí vildi eitt at kalla spildurnýtt skip havt mest sum sama søluvirðið, sum keypsprísurin var áljóðandi. Var hetta ein loysn, sum tit eisini hava hugsað um? - Tað er sjálvandi ein møgu­leiki, sum vit hava hugt at. Men vit hava ikki mett sum eina góða loysn. Partvíst, so er Norrøna eitt sera effektivt skip, og tí vildi tað verið trupult at funnið eitt eins stórt skip, sum kann rekast eins bíliga. Vit gjørdu til dømis eina samanbergin við skip hjá Fjord Line. Tann samanberingin vísti, at hóast fíggjarútreiðslurnar hjá okkum eru munandi størri, so vinna vit næstan 100% av hesum aftur í einum bíligari rakstri av skipinum. - Hartil er rentan í dag so­mikið lág, at hendan í sjálvum sær ikki er nøkur ovurstór byrða. Stóri trup­ul­ leikin hjá felagnum hevur verið avdráttirnir. Hvørki gjald­føri ella rakstur hava megna at borið hetta, men tað vóna vit so, at vit nú hava loyst. - Alternativt kundu vit jú eisini selt skipið og avtikið felagið. Tá høvdu vit helst kunna svarað hvørjum sítt og rinda einar 100 mió kr. aftur til eigararnar. Men tað var ikki ein støða, sum nakar okkara ynskti at standa í. Ikki minst tí Norrøna hevur ein so ófatuliga stóran týdn­ing fyri ferðavinnuna. Bæði her og í Íslandi. Ein somikið stóran týdning, at eg haldi tað vera sjálvsagt, at Íslendskir og føroyskir myndugleikar keyptu sær kapacitet á okkara farleiðum í vetrarhálvuni. Snøgt sagt við tí fyri eyga at styrkja um grundarlagið hjá felagnum. - Og lat meg í hesum sam­bandi staðfesta, at Trygg­ingarfelagið og Fram­ taksgrunnurin hava sýnt eina ótrúliga ábyrgd. Eina ábyrgd, sum er nógv størri enn tað, sum vit við góðum rætti kundu krevja av teimum. Tí tað hevur so sanniliga eisini verið hart hjá teimum. Rutunetið verður óbroytt Sum tað framgongur aðra­ staðni her á síðuni, so skal Norrøna nú eisini undir rutusigling millum Bergen og Hantsholm. Men hóast hendan rutan verður løgd afturat netinum, so verða hini málini óbroytt. Tað vil siga, at Seyðisfjørður, Ler­ wick, Bergen og Hanstholm framhaldandi verða kjarnu­ økini hjá felagnum. Og hóast røddir hava verið frammi um, at tað vildi verið betri at siglt á Reykjavík í Íslandi og kanska at strika farleiðina til Lerwick, so dugir nú fyrrverandi stjórin ikki at síggja nakra orsøk til hetta. - Tekur tú siglingina til Íslands, so er okkara kon­ sept her, at ferðafólkið skal uppliva Íslands á egnari hond. Serliga við at taka rundvegin kring alt Ísland. Og fyri fólk, sum hava hetta málið, so er tað líkamikið, um vit leggja at í Seyðisfirði Vit kundu eisini sel Tá Jan Walle í apríl mánaði setti seg í stjórastólin hjá Smyril-Line, setti hann sjálvur fýra mál, sum skuldu røkkast, áðrenn ein umskipan var so toluliga væl gjøgnumførd. Ein umskipan, sum hevði til endamáls at halda Norrønu á føroyskum hondum. Málini, sum nú fyrrverandi stjórin setti, vóru hesi: Styrkja um kapitalgrundarlagið. Skapa eitt breiðari fundamrnt undir inntøkunum. Gera strategiskar samstarvsavtalur á farma- og ferðafólkaøkinum. Umleggja lánini til longri áramál. TEY FÝRA MÁLINI - Seldu vit Norrønu, so kundu vit rindað hvørjum sítt. Og eigararnir høvdu eisini fingið einar 100 milliónir, staðfestir Jan Walle. Men hann leggur afturat, at hetta ikki var nakað, sum hvørki leiðsla ella eigarar høvdu áhuga í, og tí hevur málið alla tíðina verið, at Norrøna skuldi haldast á føroyskum hondum