hósdagur 1. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stjóraskifti
Jákup Mørk
At Jan Walle longu nú gevst
sum stjóri í felagnum, hevur
sínar orsøkir. Ætlandi skuldi
starvssetanin annars vera eitt
ár, og tí skuldi hann stjórna
felagnum fram til 1. apríl
komandi. Men partarnir
høvdu tó møguleika at upp
siga avtaluna eftir hálvum
ári, um ynski var um hetta.
Tað ynskið hevði Jan
Walle, og sjálvur sigur hann,
at hetta hevði fleiri orsøkir.
- Fyrst og fremst, so hava
vit nú høvuðselementini í
eini framtíðar strategi klár.
Avtalurnar um hetta eru
undirskrivaðar, og tí kann eg
við góðari samvitsku siga, at
eg havi loyst mína uppgávu.
Tað er tann parturin, sum
hevur vigað so nógv mest
hjá mær í míni støðutakan.
- Fyri tað næsta, so hevur
talan verið um eitt sera strævið
arbeiði. Eg havi síðani 1. apríl
etið morgunmat á skrivstovuni.
Eg havi eisini etið døgurða
og millummála her inni, so
talan hevur at kalla verið um
arbeiði út í eitt koyr. Umframt
at talan hevur verið um nógva
ferðing.
Vil tað siga, at tú longu eftir
hálvum ári ert útslitin?
- Tað hevur í øllum førum
verið sera hart. Stórir trupul
leikar skuldu loysast, og var
talan ikki um ein stjóra, sum
hevði lagt so nógv fyri, sum
eg veruliga havi gjørt, so
kundi endin væl verið, at
felagið varð niðurlagt.
- Og talan er eisini um stóra
ábyrgd. Eg havi persónliga
tikið ábyrgd av øllum okkara
starvs- og ferðamannafólkum,
sum eru á sjónum, og tað er
ikki bara nakað, sum tú gerst
uttan víðari. Tað kostar eisini
nógvar tankar, tá trupulleikar
stinga seg upp teimum
viðvíkjandi.
- Hartil, so hava vit nú
funnið stjóran, sum skal
taka við eftir mær. Eg veit
væl, at vit høvdu boðað frá,
at eg gavst í sessinum um
ársskiftið, men tá Tummas
var tøkur longu nú, so sá eg
onga orsøk at halda fram
ein mánað afturat. At ein
fráfarandi stjóri soleiðis situr
í stólinum, undirgrevur skjótt
støðu hansara í felagnum.
Tí var breið semja um tað
skilagóða í, at stjórnarskiftið
fór fram longu nú.
Tað hevur ljóðað, at ein orsøk
til hetta er, at tú og komandi
stjórin - sum jú hevur verið
nevndarformaður seinastu
tíðina - ikki vóru so væl.
- Hatta eru bara gitingar.
Sjálvandi hava vit havt
nøkur trætumál sum nevndar
formaður og stjóri. Men alt
annað vildi verið ónáttúrligt,
tá talan er um somikið ógv
usligar broytingar, sum eru
framdar. Vit hava havt eitt
sera tætt samstarv, og tað er
so sanniliga eisini honum at
takka, at felagið nú er komið
somikið væl áleiðis.
- Endaliga, so havi eg eisini
fingið boðið annað starv.
Talan er ikki um starv, sum
eg havi søkt, men tilboðið
var somikið freistandi, at eg
fekk illa sagt nei.
Hvør króna
skal vendast
Hóast hann nú er givin í starv
inum, so dylir Jan Walle ikki
fyri, at hann framvegis hevur
sterkar kenslur fyri felagnum.
Og eingin fær hann at siga, at
hann ikki hugsar um framtíðina
hjá Smyril Line og føroyskari
ferðavinnu.
- Tað geri eg heilt avgjørt.
Eg havi eisini sagt nevndini
frá, at eg eri til taks, um
tørvur er á míni vegleiðing
í framtíðini. Ein partur av
mínum hjartað fer altíð at
verða hjá felagnum, og kann
eg bara geva eitt evarska lítið
íkast fyri at tryggja fram
tíðina hjá felagnum, so vil eg
heldur enn fegin gera tað.
Og hevur tú nøkur ráð at
geva tínum eftirmanni?
- Tað havi eg sum so. Júst
nú skrivi eg ein langan lista
um lutir, sum eg haldi vera
týdningarmiklar, men sum eg
ikki havi havt tíð at taka mær
av. Men tað týdningarmesta er
helst, at fokus verður hildið á
effektivitetinum. Tú skalt gera
góðar handlar og hava góðar
samstarvsfelagar. Og so er sera
týdningarmikið, at stríðsandin
í fyritøkuni verður varveittur.
- Øll í fyritøkuni skulu síggja
møguleikan í hesum. Tað
ræður um at fanga teir stóru
møguleikarnar, sum føroyska
ferðavinnan inniheldur. Men
samstundis er neyðugt, at
ansað verður eftir hvørjari
krónu. Nú er eitt fundament
skapt, sum heilt víst kann
halda felagnum uppi, men tað
verður framvegis ein stríggin
tilvera.
Kenni vegin til
Flogvøllin
Eisini føroyingar fáa sum heild
gott skoðsmál frá Jan Walle,
men hann iðrar seg kortini um,
at hann ikki hevur upplivað
nakað serligt av landinum.
- Eg má siga sum er, at eg
eri rættiliga staðkendur her
av skrivstovuni til Flogvøllin!
Men annars hevur tað verið
ógvuliga avmarkað, hvussu
nógv eg havi sæð. Eina ferð
havi eg verið á Eiði. Og
eina ferð koyrdi eg eisini til
Gásadal!
- Men eg havi avgjørt ta
fatan, at hetta er eitt gott land
at vera í. Eisini hjá einum
normanni, tí bæði mál og
mentan líkjast somikið nógv.
Eisini hóast eg havi lært, at
normenn ikki altíð eru so
væl lýddir her. Serstakliga
innan fiskivinnuna.
- Og eisini sum ferða
mannaland hava Føroyar
stórar møguleikar. Ikki
minst er náttúran so óspilt og
stórsligin.
Allar rósur hava tó sum
kunnugt tornur, og norski
bjargingarmaðurin
hjá
Smyril Line heldur eisini, at
tað eru lutir, har føroyingar
kunnu betra seg.
- Tit mugu í nógv størri
mun opna eyguni fyri umheim
inum. Kanska er tað náttúran í
føroyingunum, sum ger, at tit
halda tykkum aftur, tá talan er
um útlendskt samstarv. Her
haldi eg avgjørt, at føroyingar
skulu lata seg sjálvar meira upp
og hava størri álit á møguligum
samstarvsfeløgum. Tað vil
heilt víst bera við sær, at hópin
av nýggjum møguleikum lata
seg upp fyri føroyskt vinnulív.
Eg sigi ikki, at Føroyar skulu
verða eitt nýtt Ísland. Men
gongdin hjá grannum tykkara
vísir heilt avgjørt, at møgu
leikarnir eru til staðar.
- Eg kenni vegin vestur á Flogvøllin
rættiliga væl, men í aðrar mátar havi
eg tíverri havt alt ov lítlar stundir at
uppliva Føroyar, sigur Jan Walle
Mynd: Jens Kristian Vang
Jan Walle dylur ikki fyri, at hann hevur havt
tað hart sum stjóri í Smyril Line. Talan hevur
verið um langar dagar og stórar avgerðir, men
hann leggur dent á, at tað er við góðum smakki
í munninum, at hann nú leggur frá sær
20
Nr. 231 - 1. desember 2005
Hvør króna skal framvegis vendast