hósdagur 1. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2005
21
Nr. 231 • hósdagur • 1. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Teir
tríggir
bestu í
heim-
inum
eru
funnir
Fyrr í vikuni varð kunn
gjørt, at Ronaldinho var
valdur at vera besti fót
bóltsleikari í Evropa. Tá
listin yvir teir tríggjar bestu
leikararnar í heiminum,
varð almannakunngjørdur
í gjár, stóð navnið hjá
Ronaldinho eisini á
hesum listanum.
Tað eru ítróttarfjøl
miðlafólk, ið hava valt
Ronaldinho til besta
leikara í Evropa, meðan tað
í kappingini um at gerast
heimsins besti leikari
eru landliðsvenjarar og
liðskiparar úr øllum FIFA
limalondunum, ið hava
atkvøtt.
Vinnarin
verður
almannakunngjørdur 19.
desember, men í gjár vóru
tey trý ovastu nøvnini
almannakunngjørd. Teir
tríggir á listanum eru
Ronaldhinho og Samuel
Eto’o úr FC Barcelona
og Frank Lampard úr
Chelsea FC. Frank Lam
pard gjørdis nummar tvey
í kappingini um at gerast
besti fótbóltsleikari í
Evropa. Í fjør vann Ron
aldinho virðislønina.
-nud
Tann dómarin í
landinum, sum hevði
mest at gera í fjør, var
Jónleif Frederiksen.
Í Formula-deildini
dømdu Lassin Isaksen
og Páll Augustinussen
vóru við 20 dystum
hvør mest regluligu
dómararnir í
Formula-deildini
Fótbóltsdómarar
Jákup Mørk
Hetta framgongur millum
annað av framløguni, sum
Dómaranevndin hjá FSF
hevði um vikuskiftið, tá tikið
var saman um dómarapartin
av landskappingini 2005.
At kappingarárið varð longt,
gjørdist ikki bara strævið
hjá
fótbóltsspælarunum.
Dómararnir hava í ár havt
fleiri dystir enn nakran tíð áður
at hugsa um, og hjá teimum
mest aktivu varð talan um
hálvthundrað dystir. Einans
átta dómarar hava verið um teir
135 dystirnar, sum hava verið
spældir í Formula-deildini.
Og hartil skulu roknast allir
dystirnir, sum eru spældir í
aðru, triðju og fjórðu deild.
Jónleif Frederiksen, sum
er linjudómari í Formula-
deildini, og sum annars
dømir í lægru deildunum,
var ikki færri enn 51 ferðir á
vøllinum til skrásettar dystir
í fjør.
Rúni Gaardbo var 49 ferð
ir á vøllinum, og annars lá
dystartalið hjá flestu dóm
arunum um teir 40 dystirnar.
Eitt tal, sum er væl hægri,
enn tað nakran tíð hevur
verið áður.
Eygleiddu 110 ferðir
Eisini hjá eygleiðarunum
gjørdist talan um eitt heldur
stríggið kappingarár. Talið
av eygleiðarum í ár hevur
verið seks, og tils samans
hava teir seks eygleitt 110
dystir. Av hesum vóru teir
96 í Formula-deildini.
Og komandi ár verður
talan um enn fleiri dystir. Tí
er einki forgjørt í, at bæði
FSF og Dómarafelagið hava
stóran áhuga í at økja um
talið av aktivum dómarum.
Hvørt tað arbeiðið longu ber
ávøkst komandi kappingarár
er so ein annars spurningur.
Tað stendur tó mest sum
víst, at talið av dystum í
næst bestu deildini hækkar
við eini helvt, og so er bara
at vóna, at dómararnir kunnu
setast á allar dystirnar.
Jónleif var 51 ferðir á vøllinum
Saman við Páll Augustinussen
dømdi Lassin Isaksen ikki
færri enn 20 av teimum 27
umførunum í Formula-
deildini
Talvan sýnir, hvussu nógvar
dystir einstøku dómararnir
í vaksnamannadeildunum
dømdu í 2005. Eitt ár,
sum hevur tað strævnasta
nakran tíð hjá føroyskum
fótbóltsdómarum