Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 231 - 1. desember 2005 21. oktober 2005 vóru liðin 30 ár síðan fimleikafelagið Ljósið í Havn varð stovnað. Hátíðarhaldið varð leygardagin 29. oktober. Tað var Lydia Arge saman við øðrum, sum tók stig til at stovna felagið í oktober 1975 Fimleikur Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Leygardagin 29. oktober há­tíð­ar­helt Fimleikafelagið Ljósið sín 30 ára føðingar­ dag í Gundadali við fe­lags­ fimleiki á ovara vølli, síð­ an var far­ið inn í Bad­min­ tonhøllina, har nakað var fyri bæði børn og vaksin. Eis­ini var ein áhugaverd myndaframsýning frá virk­ seminum hjá felagnum hesi 30 árini. Søgan hjá felagnum byrjaði við Lydiu Arge í Havn, ið arbeiddi sum privatur fim­ leikalærari frá 1967-75. Fyrstu tíðina undirvísti hon mest í motiónsfimleiki fyri kvinnur, men við tíðini fekk hon eisini stápla lið av meira vandum fimleikarum. Fimleikurin hjá Lydiu fekk sera góða undirtøku, hon hevði eisini fólk at hjálpa sær, men tá talið av fim­leikarum í 1975 kom upp umleið 400, bleiv tað ov nógv fyri hana, og hon umhugsaði at gevast. Men tað vildu hinir fimleikararnir ikki hoyra tal­ an um, og á fundi á Hotel Hafnia tann 21. oktober 1975 var so fimleikafelagið Ljósið stovnað við manni Lydiu, Eliesar Arge, sum for­manni og fýra av ungu fimleikarunum í nevndini. Nú vóru tvey fimleikafelg í Havn, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Ljósið hevur luttikið í nógv­um kappingum, bæði í Før­oyum og uttanlanda, og f­elagið hevur fostrað nógvar góðar fimleikarar, sum eru farnir víðari til dans og list av ymiskum slagi. Navnið Ljósið kemur frá yoga-venjingini ”ljósið” (akslastøðan) Fimleikafelagið Ljósið akti­verar hvørja viku 750 fim­leikarar í aldrinum 0- 71 ár. Formaður í felagnum er Randi Kúrberg, hinir nevnd­­arlimirnir eru: Helle Drews, Gunnvá Gray og Ann Hansen. Fimleikafelagið Ljósið 30 ár Nevndarlimirnir í Fimleikafelagnum Ljósinum, f.v.: Helle Drews, Gunnvá Gray, Randi Kúrberg, formaður, og Ann Hansen. Myndin er tikin á 30 ára føðingardegnum hjá Ljósinum Fimleikarar hjá Lydiu Arge í 1971 Aftara rað f.v.: Lydia Arge, Borgny Djurhuus, Marita Arge, Marjun á Plógv, Tórgerð Nielsen, Ingrid Midjord, Lula Dahl og Edith Godtfred. Fremra rað, f.v.: Marita Guttesen, Anne Lise Wendler- Pedersen, Arnfríða Rubeksen, Hergerð Joensen, Ásvør Gásdal og (ókend).