hósdagur 1. desember 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2005
31
I dine sko
Fríggjadag 02.12
kl. 22.30
Leygardag
03.12
kl. 22.30
Sunnudag
04.12
kl. 22.30
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Systrar í andstøðu: I dine sko
T͋IRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Pedderson & Findus 3 - Nissemaskinen
Fríggjadag 02.12
kl. 18.30
Leygardag
03.12
kl. 16.30
kl. 18.30
Sunnudag
04.12
kl. 16.30
kl. 18.30
Harry Potter og flammernes pokal
Fríggjadag 02.12
kl. 19.00
Leygardag
03.12
kl. 16.00
kl. 19.15
Sunnudag
04.12
kl. 16.00
kl. 19.15
FRUMSÝNING
UMMÆLI:
KOMANDI FILMAR:
Just like Heaven
Fríggjadag 09.12
FRUMSÝNING
Filmurin I Dine Sko, er ein undirhaldandi filmur, ið snýr seg um tvær
systrar, ið eru sum dagur og nátt. Tað einasta tær hava til felags, er at tær
brúka sama nummar í skóm. Annars eru tær æviga í andstøðu
FILMSUMMÆLI
Kim Simonsen
Yngru systrini Maggie (Cameron Dias) dámar best at ballast. Hon hevur
onga útbúgving, er orðblind og flákrar frá einum arbeiði til annað. Maggie
er ein ordans blondina. Hennara lívsvirði byggja fyri tað mesta á, at hon
er øgiliga pen, men tað gongur henni ikki serliga væl. Hon er heimleys í
heilum og livir av øðrum og dámar best at búgva á sofuni hjá vinum.
Framgongd í heiminum, men ikki í lívinum
Hin systurin Rose (Toni Colette) er løgfrøðingur. Útbúgvin á Princeton
og arbeiðir á einum stórum advokatskrivstovu í Philadelphia. Um dagin
er hon ein dama, ið hevur tamarhald á lívinum, men í einrúmi er hon
ólukkulig. Hon troystar seg við at eta og vigar tí eitt sindur ov nógv, hetta
ger, at hon heldur, at henni ikki klæðir at fara í fín klæði. Hon eigur tó
eitt fult skáp av flottum og dýrum skóm í øllum litum og skapi, men hon
hevur ongantíð møguleika at fara í hesar, tí mannfólkini bjóða henni
ikki út. Rose hevur sum advokatur framgongd í vinnulívinum, men í
privatlívinum er hon alt annað enn so væl fyri.
Mamma teirra er deyð, og pápin er giftur upp aftur við einari smáborgar
ligari orðnutari og snobbutari kvinnu, ið nærum er býttari enn hon sjálv
Hyacinth frá ensku sjónvarpsrøðini.
Tá filmurin byrjar, eru Maggie og Rose farnar at klandrast. Hetta er
púra vanligt millum systranar, men hesaferð er klandrið meiri álvarsamt.
Rose blakar Maggie út. Hin hjálparleysa Maggie veit sær ikki livandi
ráð, hon endar við at fara at vitja ommu sína Ellu (Shirley MacLaine) í
Miami. Her byrjar søgan av nýggjum, og við eitt detta beinarað undan
skýmaskotinum.
Eisini ein skaldsøga
Filmurin byggir á eina ”bestseller” skaldsøgu eftir Jennifer Weiner, ið
útkom í 2002. Bókin snýr seg um, hvussu ymisk systkin kunna vera,
sjálvt um tey eru uppvaksin í sama heimi, hava somu søgu, men ofta eru
systkin sum dagur og nátt. Spurningurin er tó, hvat skyldskapurin hevur
at siga fyri einstaka menniskja.
I dine sko er leiksjórnaður av Curtis Hanson, ið annars eru kendur fyri
filmar sum t. d. The River Wild (1994), Wonder Boys (2000) og Eminem-
filmin 8 Mile (2002). Serliga er hann tó kendur fyri filmatiseringina av
James Ellroy skaldsøguni L.A. Confidential (1997).
Nógv halda, at hann við hesum filminum er farin at gera kvinnufilmar,
men Hanson sigur sjálvur, at: ”I dine sko er ikki so ymiskur frá øðrum
filmum, ið eg havi gjørt. Allir mínir filmar snúgva seg um fólk, ið royna at
finna hvat hendur við teimum sjálvum og hvat hendir við teirra lívi. Fólk
sum hungra eftir at knýta bond við onnur og at fáa eina familju.”
Diaz´ifisering
Hin vakra Cameron Diaz (f. 1972) spælir leiklutin sum Maggie. Hon var
fotomodel í fimm ár, áðrenn hon í 1994 byrjaði at spæla filmar sum 21 ára
gomul. Diaz hevur síðani verið við í filmum sum t. d. There’s Something
About Mary (1998), Vanilla Sky (2001) og Gangs of New York (2002).
Diaz er fleiri ferð vald sum ein av teim 50 mest vøkru fólkunum í
heiminum. Hetta brúkar leikstjórin Curtis Hanson alt ov nógv, Diaz
gongur og melur í undirklæðum og ger seg lekra meginpartin av filmin
um, ið eg haldi ikki hevur aðra meining, enn at brúka tað at Diaz er ein
”babe”, ið selur.
Hin daman, Toni Colette (f.1972), sum spælir Rose er úr Austraila og
er kend frá filminum Muriel’s Wedding (1994). Við hesum filminum
fylgdi eitt gjøgnumbrot og hon endaði í Hollywood. Seinni hevur hon
spælt við filmum sum 8½ Women hjá Peter Greenaway, The Sixth Sense
(1999), About a Boy (2002) og The Hours hjá Stephen Daldrys. Hon
skal altíð spæla ein eitt sindur miseydna kvinna, ið nærum er um at
fáa eitt nervasamanbrot. Eg haldi, at hon er djørv, tí hon hevur sum
kvinna einki móti at vera mishátt. Í veruleikanum er Toni Collete ein pen
kvinna, men verður hon brúkt á filmi skal hon helst taka minst 20 kilo
uppá. Eg eri bangin fyri, at hon altíð fer at vera kend sum hin einsamalla
og prúða Muriel, ið droymdi um at giftast, meðan hon hoyrdi ABBA.
Muriel´s Wedding var ein rørandi filmur, og Toni Collette spælir sera
væl í I Dine Sko.
Shirley MacLaine
Shirley MacLaine (1934) spælir omma Maggie og Rósu Ella. MacLaine
er nærum ein stovnur í Hollywood, hon hevur nú verið kend í 50 ár.
Hon var longu við í Alfred Hitchcock filminum The Trouble with Harry
(1955). Seinni hevur hon verið stjørna í hópin av filmum. Serliga minnist
eg hana frá rørandi filminum Postcards from the Edge (1990), við Meryl
Streep, har Shirley spælir ein gomul og grenjut filmdiva.
Søgan í I Dine Sko er ikki ein av teim mest intelligentu. Filmurin er minst
ein hálvan tíma ov langur, men Shirley MacLaine og Toni Colette bjarga
filminum, meðan Cameron Diaz er hin livandi/tosandi dreymagentan,
ið eg ikki taki í álvara sum sjónleikara, hon spælir ikki serliga væl. Sjálvt
um Curtis Hanson er ein dugnaligur leikstjóri og I Dine Sko er í støðum
undirhaldandi, men filmurin hevur ov nógv brek.
The longest Yard
Fríggjadag 02.12
kl. 20.30
kl. 23.00
Leygardag 03.12
kl. 20.30
kl. 23.00
Sunnudag
04.12
kl. 20.15
kl. 22.45
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
FORSALGET
ER STARTET!
www.hpogflammernespokal.dk
www.hpogflammernespokal.dk
ADAM SANDLER
ADAM SANDLER
ADAM SANDLER
CHRIS ROCK
CHRIS ROCK
CHRIS ROCK
King Kong
Mikudag 14.12 kl. 00.01 kl. 19.00 kl. 22.45
Forsølan er byrjað
HEIMSFRUMSÝNING
3 stjørnur av 6.
I Dine Sko
Maggie Cameron Diaz
Rose Toni Colette
Ella Hirsch Shirley MacLaine
Leikstjóri Curtis Hanson. 130 minuttir. Í Havnar Bio
fríggjadagin 2. desember.
Baseret på bogen
af succesforfatteren bag
”GOD I SENGEN”
og
”I DINE SKO”