Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norðarlaga í Føroyum ligg­ur bygdin Hvanna­ dalur, sum er ein vøk­ur føroysk bygd. Bygd­in líkist øðrum bygd­um í Før­oyum. Har er ein kirkja, eitt bygdarhús, eitt lítið torg og mitt gjøg­ num bygdina renn­­­­ur ein stór breið á. Fólk­ini, sum búgva í Hvanna­dali, eru júst eins sum onnur fólk í Før­oy­um. Har búgva sjó­menn, flaka­ kvinnur, skrivstovufólk, timb­urmenn og ein rúgva av fitt­um og fyri­ kom­andi børnum. Nak­ að sum er heilt serligt við Hvannadali er, at har eisini búgva tvey trøll – Trølla Pætur og Trølla Omman. Tey búgva í einari lítl­ari lon, sum liggur ovar­laga í bygdini. Fyrr var hetta hús eitt seyð­a­­hús, men fyri stutt­um keypti Trølla Omm­an hetta húsið frá bónd­anum, og har býr hon nú sam­an við Trølla Pæturi. Í dag byrjar søg­an um jólini í Hvanna­dali, og nú mugu tit fylgja væl við. Tí frá í dag av og heilt fram til jóla fara vit at fylgja við, hvussu jólini í Hvannadali fara at verða. Setið tykk um væl til rættis, tí nú byrjar søgan: Oman fyri bygdina stendur eitt høgt og stórt fjall sum eitur Stórafjalli. Tað sum er serligt við hesum fjalli er, at har býr jólamaðurin. Og júst í dag er jólamaðurin á veg om­an í bygdina. Uttan fyri er kava­rok og nógvir vindur, men tað heldur houm tó ikk i aftur. Eins og undanfarin ár, so má hann syrgja fyri, at børn­­ini í Hvannadali fáa pakk ar til jóla. Jólamaður er ein tjúkk ur gamal maður, so hvørjaferð hann setur fótin fyri seg, so smokk ar hann langt niður í kavan, og av tí at hann ikk i orkar so væl at ganga, sum hann gjørdi tá hann var ungur, so má hann steðga á av og á fyri at hvíla seg. Hann roynir at hyggja framman fyri seg, men av tí at tað er kavarok og vindur, sær hann ikk i fram um nøsina. Í einum lítlum neyðarsligum skúri nakað oman fyri bygd­ ina sita Anthonio og Stampi. Av tí at teir eru nakrir tjóvar, sum stjala bæði leikur og pengar frá børnum, vilja teir ikk i fara oman í bygdina, tí um teir gera tað, so kemur løg­reglan eftir teimum. Inni hjá teim­um er ísakalt, og sjálvt um teir hava tendrað nøkur jólaljós, sum teir hava stolið, so hjálpir tað einki móti kuldanum. Niðri í bygdini verður gjørt klárt til jóla. Jólaperur og ann­­­að pynt verð­ur hongt upp, og fólk ganga í gøtun­ um og hugna sær. Úr einasta handlinum í bygdini koma Trølla Omman og Trølla Pæt­ ur. Lagið er sum verða man gott á teimum, tí eisini tey gleða seg til jóla. Tey heilsa upp á øll børnini, sum tey møta, og fólk eru blíð við tey. Mitt í bygdini eru menn í ferð við at seta ein stóran pall upp, tí seinni í dag kem­­­­ur jóla­maðurin at tendra jólatræið. Jógvan yvir­­­ politi­­meist­­arin og Erling politistur skipa fyri, men tað gongur einki ser­liga væl, og tí er Jógvan yvir­ politi­meistari í sera ring­ um hýri. Soleiðis byrjar søg­an hjá okk um. Jóla­mað­urin er á veg om­­an í bygdina, Stampi og Anthonio sita í ein­­um skúri om­­­an fyri bygd­ina, trøll­­ini ganga í bygd­­ini og hugna sær, og poli­tist­­ar­nir eru í ferð við at seta ein pall upp, tí seinni kem­ur jóla­mað­ urin at tendra jóla­­træið. Nú hava tit fingið ein lítla mynd av, hvar bygdin Hvannadalur liggur, og hvør býr í hes­­ari bygd. Komandi dagarnir fara vit at fylgja væl við, hvussu leik­ur fer – og hvussu jólini fara at verða í Hvanna­ dali. Gleði tykk um. Jólini í Hvannadali 1 Puntur 1 til jólakalendaran