hósdagur 1. desember 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 231 - 1. desember 2005
Tá tær 21 sýningarnar av
Ronju Ránsmannadóttir vóru
av í vikuskiftinum, høvdu
eini 7-8000 fólk sæð leikin,
hetta sigur væl nøgdi stjórin
í Norðurlandahúsinum, Niels
Halm.
Hetta var eitt øgiliga stórt
tiltak, við risa pallmynda
arbeiði, nógvum fólki, ið
skuldi virka saman, og tað
gjørdist ein sonn success,
sigur Niels Halm, um leikin
Ronju Ránsmanandóttir, ið
eini 7-8000 fólk hava sæð
tær 21 sýningarnar.
Eisini Jenny Petersen leið
ari av Tjóðpalli Føroya er
sera væl nøgd við leikin. Hon
sigur, at hon slettis ikki hevur
hugsað um áskoðaratøl, men
heldur hugsa um hvussu tað
gekk á pallinum og handan
pallin.
Hon sigur at avviklingin
gekk ordiliga væl. Stemning
urin var góður, og tað var
stuttligt at vera partur av
hesum.
Tey fylgdu tí leisti, sum
var lagdur fyri verkætlanina,
við at sameina yrkisleik við
áhugaleik og so samstarva
við mussikskúlan. Við vilja
fingu
áhugaleikarar
teir
størru leiklutirnar, meðan yrk
isleikararnir virkaðu meira,
sum stuðlar og høvdu ymisk
ar venjingar við áhugaleik
arunum.
Jenny sigur, at yrkisleikar
arnir eru øgiliga glaðir um til
takið, Tey hava bæði hugnað
sær og lært nógv.
Jenny sigur seg serliga
vera væl nøgda við, at saman
haldið gjørdist so gott millum
øll, sum luttóku. Nógv av
fólkinum kendist ikki, tá tey
fóru í holt við leikin. Men tey
gjørdust skjótt ein eind, og
man merkti einki til klikir og
annað tílíkt.
Tá sjúka beint uppundir
frumsýningina var um at
noyða tey til at útseta hana,
tá kempaðu øll saman, og
áhugaleikararnir vóru fyri
myndarligir, í sínum arbeiði
at fáa alt at rigga, og tað rigg
aði. Hetta hevði ikki borið til
uttan tað góða samanhaldið,
sigur Jenny. Hon er sjálvandi
eisini glað fyri at so nógv
fólk hevur sæð leikin, og sig
ur at allar tær positivu aftur
meldingarnar hava verið
stuttligar.
7-8000 fólk hugdu at Ronju
...alt ber til
Eva Solo
Cafè Solo
kaffibryggjari.
Bara
398,00
ÓxäÊ