hósdagur 1. desember 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2005
35
Lív er aftur í ár vertur
í jólakalendaranum
hjá SVF, og skal tí
aftur venja seg við,
at fólk kenna hana
aftur á gøtuni
Lív Kjeld gjørdist eitt kent
andlit í Føroyum, tá hon var
vertur í jólakalendaranum hjá
SvF í desember í fjør, Jóla
gidd. Í ár er hon aftur vertur í
sjónvarpsjólakalendaranum,
sum hesuferð eitur Jóla
gøtan.
Lív sigur, at hon er eitt sind
ur spent, men eisini eitt sindur
fjálturstungin, nú Føroya fólk
fyrstu ferð sleppur at síggja
ársins jólakalendara.
Jólagøtan er nærum lið
ugt upptikin, og 400-600 fólk
hava luttikið í hesi stóru verk
ætlan, ið m.a. umfatar at gera
sjálva Jólagøtuna.
Lív hevur verið partur av
arbeiðinum síðan í summar.
Tí er hon so langt inni í hesum
heiminum, at hon onga fatan
hevur av, hvussu sendingin
hevur eydnast. Men so skjótt,
sum fyrsti partur hevur ver
ið í sjónvarpinum, koma
afturmeldingarnar.
Lív heldur, at tað hevur ver
ið stuttligt at luttikið í all
ari gongdini í ár. Í fjør kom
hon til eina klára sending og
var bara vertur í henni. Men
hesuferð slapp hon at koma
við hugskotum, og at verða
eftirspurd frá byrjanini. Tað
eru Páll og Eir, ið hava skriv
að Jólagøtuna, og tey hava
verið ótrúliga fitt og stuttlig
at arbeiða saman við.
Tá Lív var vertur í Jólagidd,
upplivdi hon ofta, at fólk
steðgaðu henni, og børn
róptu eftir henni, tað var ótrú
liga løgið. Men nú er so langt
fráliðið, at nú er tað næstan
eingin, sum kennir hana long
ur. Men hetta verður vænt
andi at broyta seg nú.
Lív heldur sjónvarpið vera
ein spennandi miðil, sum
hon fegin hevði vilja arbeitt
meira í, um hon fær høvið
til tess.
Lív í Jólagøtuni
,
,
//
/ÀÞ}}>ÀÊLÖÃÌ>s>À?
+OM INN TIL OKKARA ELLA RING OG HOYR UM TÓNAR MGULEIKAR
Às}iÀsÊ
ivÃi]ÊÕ`>À?s}iÛ
PETUR PETUR s
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Prísur úr kr. 250,-
Vit hava stórt úrvæl av taskum til fartelduna, eisini
ymisk sløg av ryggsekkjum.
Farteldu taska