Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

36 Nr. 231 - 1. desember 2005 Hvat heldur tú um jólini? Jólini eru ein hugnalig tíð. Jólini fáa ein at slappa av. Jólini eru samvera við familjuni. Jólini gera ein feitan :) Hvussu vóru jólini sum barn? Tey vóru nokk sum jólini hjá teim­ um flestu børnunum í føroyum. Ein gleddi seg til at opna jóla­ gávurnar um kvøldið, men fyrst skuldi ein pynta jólatræ um morg­unin, síðani reika runt í klaksvík við gávum til familju og vinir, og so skuldi ein í kirkju, og soo skuldi ein eta dunni, og sooo skuldi ein bíða til mamma hevði rudda alt burtur og vaksa upp, og soooo skuldi ein eta rís alamande og sooooooo slapp ein endligani at pakka gávur. Alt hetta gjørdi at jólaaftan varð tann looooooongsti dagurin á árinum. Men hann endaði altíð gott :) Eg eri jú eftirnøllari, so tit kunnu rokna restina út :) Hvussu heldur tú jól? Í dag haldi eg eini avslappandi jól. Fari sum oftast tíðligani upp, ikki tí tað er neydugt, men eri vanur við at fara tíðligani upp, at geva seyðinum og gæs­ num... hehe... nei tvætl... eg fari upp bara tí at eg havi lindi til at vakna tíðligani, kemst kanska av tí dagligani arbeið­ in­um:) So gongur man og slapp­­ar av um dagin, kanska ein túr út á seinna­partinum. Kirkju klokkan 17:00 og kvøldið er ógvuligani siðbundi; Dunna, sóvs og brúnaði eplir og rís a la mande og so gávur. Men við­merkjast skal at sjálvt um enn er eftirnøllari, so er talið av jólagávum muuunandi færri, minst 90% færri í dag. Eg havi fingið kapping á økinum, serligani av einum 4 ára goml­ um kúlli, sum bæði fyllur saman dag og eitur næstan líka sum eg, hansara navn manglar bert eitt K :) Jólagávurnar í dag, eru hosur, sjampoo og kanska onkur annar bleytur palli frá konuni. Men tað er ikki talið sum telur ella støddin, men tankin ikki so? Hvat ynskir tú tær í jólagávu í ár? Eg kann jú ikki ynski mær nakra jólagávu, eg fekk jú bestu og fittastu jólagávuna tann 18. juni í summar :) Noy eg voyt ikki. Sum eg plagi at siga við konuna, tá ið man gloymir at keypa henni eina føðingardagsgávu ella okkurt líknandi, at ”Hon skal glaðast um tær smáu gáv­ ur­nar, sum eg gevið henni hvønn dag og ikki ein stóra gávu einaferð um árið”....sigast skal at tað riggaði tvær tær fyrstu ferðirnar, men so riggaði tað ikki so slettis ikki meira :) So í dag geldist eg um tær smáau gávur sum eg fáa hvønn dag og um hvør jólagávu eg ynski mær, ja, eg eri meira enn vælnøgdir við hosir, shampoo og onkran bleytan pakka frá konuni:) 4 spurningar um jól Kári Sólstein Prísur: 300,00 kr fyri hvørt Frímerkjadeildin . FO-159 Tórshavn . www.stamps.fo . filateli@postur.fo Nú er møguligt at ogna sær snøgg serprent ið avmynda føroyskan mat. Tey eru talmerkt og nøgdin er avmarkað. Teknað og signerað hevur Edward Fuglø. G á v uh ugs kot F æ st á po sth úsin um Støddin er 36 x 16 cm