fríggjadagur 2. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
Fólkaflokkurin
vil hava Jógvan
við Keldu frá sum
landsstýrismann, tí
teir ikki hava álit á
honum. - Tað undrar
meg almikið, at
fólkaflokkurin ikki
hevur álit á einum
manni, sum hevur
tænt flokkinum í
meiri enn 35 ár, sigur
hann.
Síðsti arbeiðs
dagur
Snorri Brend
Innlendismálaráðið: Tað er
ein spent støða í Innlendis
málaráðnum. Klokkan er
farin at nærkast fimm seinna
partin ígjár.
Við borðið situr innlendis
málaráðharrin, Jógvan við
Keldu og bíðar. Tað hevur
hann longu gjørt eina góða
løtu, men nú kann tað koma
hvørja løtu: Brævið frá
løgmanni. Brævið um upp
søgnina.
Jógvan við Keldu veit, at
floksmenn hansara á tingi
hava ikki longur álit á honum
sum landsstýrismanni. Og
tað hava teir tí eisini boðað
hægsta manni landsins frá.
Alt meðan tíðin gongur
veit landsstýrismaðurin,
at klokkan í roynd og veru
hevur sligið: Tað er 99,9
% víst, at hann má frá sum
landsstýrismaður.
Tað fer hann kortini ikki
við góðum. Tað má løgmaður
sjálvur gera í brævi. Tað
brævið er ikki komið enn.
Og tíð bíðar hann, og bíðar
framvegis, tá klokkan er
vorðin ein minutt í fimm.
- Nå, nú koma tíðindini.
Kanska teir vita okkurt nýtt
at siga mær, sigur Jógvan.
Hann tekur fjarstýringina
og løtu seinni sjangra nak
rir tónar frá einum lagi út
gjøgnum
útvarpslurtin.
Hann setur seg væl til rættis
í stólin fyri at lurta.
- Hmm, tað er undarligt.
Hví skal altíð tað besta
koyrast frá, sigur hann við
eitt sindur av skemtiligum
speisemi í tónalagnum.
Aftanfyri orðini hómast
kortini ein farri av djúpum
álvarsemi.
Nú ljóðar eyðkennislagið
hjá útvarpinum. Klokkan er
fimm. Nú koma tíðindini.
Sterkar kreftir
Tíðindini um broytingarnar
innan landsins leiðslu bórust
fyrst á heimasíðuni hjá lokal
blaði norðoyinga – Norðlýs
inum – tíðliga seinnapartin
ígjár.
Av einihvørjari orsøk
høvdu umboð fyri hetta
blaðið skundað sær suð
ur til Havnar, og vóru
júst á skrivstovuni hjá inn
lendismálaráðharranum, tá
tosið byrjaði at ganga um
ætlaðu uppsøgnina ...
Blaðið skrivar: ”Fólka
flokkurin og Løgmaður vilja
hava Jógvan við Keldu frá.
Nógv fundarvirksemi hevur
seinastu 14 dagarnar verið í
Fólkaflokkinum har sterkar
kreftir saman við Løgmanni
hava vilja havt Jógvan við
Keldu úr landsstýrinum,
men landsstýrismaðurin hev
ur gjørt greitt at hann ikki er
sinnaður at leggja frá sær”.
Klokkan er 16:45. Tað
er hósdagur 1. desember
2005, og enn er hann ikki
farin frá, og er eiheldur
koyrdur frá. Situr við borðið
í innlendismálaráðnum og
tosar í telefon.
Konan hevur ringt fyri
lítlari løtu síðani, og nú er tað
ein annar limur í familjuni
sum ringir. Viðkomandi
hevur frætt tíðindini og vil
hava at vita, hvussu hann
hevur tað.
- Hvussu støðan er? Hon
er fín, skal eg siga tær.
Ikki illsinnavætti
Tey práta eina løtu aftrat, og
persónurin í hinum endanum
hevur nú helst spurt, um
Jógvan ætlaði at leggja frá
sær.
- Nei, vinurin. Eg ætli
mær ikki at leggja nakran
kong. Tað kundi ikki fallið
mær inn at sagt meg frá!
Greið orð frá einum
manni, sum veit at honum
um stutta tíð - helst - verður
vístur durafjórðingurin úr
Tinganesi.
- Jú, sjálvandi er slíkt altíð
keðiligt. Eg veit ikki rætti
liga, hvat eg skal siga. Tað
er sjálvandi altíð keðiligt, tá
fólk ikki hava álit á einum.
- Men eitt veit eg: Kolerik
ari – illsinnavætti, blm. –
havi eg ongatíð verið, sigur
hann.
Hann leggur stillisliga
fartelefonina á borðið aft
ur. Men hann er skjótur
aftur í miðlaheimin – tí,
hvat var tað nú, sum stóð á
Portalinum?!
Uttan álit
Hesin seinasti persónurin
í telefonini hevði sagt okk
urt um, at vantandi álit var
á hann innanhýsis í fólka
flokkinum.
Jógvan lesur á Portalinum:
”Vælvitandi keldur, sum
ikki vilja verða nevndar,
vilja verða við, at Jógvan við
Keldu heilt skjótt fer at leggja
frá sær, tí at hann ikki hevur
stuðul í sínum egna flokki at
røkja landsstýrissessin”.
Jógvan má líka lesa hetta
einaferð enn fyri at fáa alt við,
sum er skrivað um hansara
starv sum landsstýrismaður
hesa seinastu løtuna.
- Handa orðingin um stuð
ulin, tja, hon kundi verið betri
orðað av blaðmanninum.
Tað haldi eg.
- Hevur flokkurin ikki álit
á mær, so havi eg í øllum
førum álit á mær sjálvum.
Hinvegin so undrar tað meg,
at flokkurin ikki hevur álit
á einum manni, sum hevur
tænt flokkinum í meiri enn
35 ár, sigur hann, eitt sindur
kensluborin á røddini.
Óheppin úttalilsi
Klokkan er nú fimm, og tíð
indini í útvarpinum byrja.
Man ikki orðið ”Jógvan”
verða fyrsta orðið í tíðind
unum henda seinnapartin?
Jú, so er. Útvarpskvinnan
byrjar við stutt at staðfesta
og at siga, at Jógvan við
Keldu fer frá sum landsstýris
maður.
Henni hevur ikki eyndast
at fáa fatur á øðrum tíðind
um enn teimum, sum Norð
lýsið bar ein góðan tíma
frammanundan.
Jógvan situr kvirrur í stól
inum og lurtar. Brillurnar
hevur hann tikið av, og situr
– hugsunarsamur - við teim
um í hondini.
Tíðindini um hesa nýggju
politisku støðuna taka bert
fá sekund. So verður farið
víðari út í heim við tíðind
um.
Jógvan situr eina løtu
aftrat, líkasum fyri at sodna
tíðindini. Hann veit, at hann
er komin við úttalsilsum,
sum fólk hava mett sum
óheppin.
- Men eg haldi ikki, at tað
er orsøk at koyra ein lands
stýrismann av hesi orsøk,
sigur hann.
Bíði ikki longur
Klokkan gongur, og enn
hevur hann so einki hoyrt
frá løgmanni.
Júst, hvat løgmaður ger
hesa løtuna veit Jógvan ikki.
Men løgmaður tykist vera
nógv upptikin í telefonini,
og sæst gangandi og tosandi
í fartelefon í ovari hæddini á
skrivstovu sínar.
- Nå, men eg veit ikki,
hvussu leingi eg skal bíða
aftrat. Her sær ikki út til at
henda nakað.
Stjórin í innlendismálaráð
num, Rúni Joensen og ein
skrivari hava eisini lurtað
eftir útvarpstíðindunum inni
á skrivstovuni hjá Jógvani.
Tey fara nú út, og Jógvan
situr framvegis hugsunar
samur í stólinum.
- Nå, men eg tími ikki at
bíða longur eftir løgmanni.
Eg veit ikki, nær hann kem
ur, so eg sleppi mær bara
norður!
Hann hyggur eftir klokk
uni. Og andlitið lýsnar í.
- OK, hon er ikki meiri,
sigur hann.
Hann skundar sær til teld
una, og inn á heimasíðuna
hjá tí eina stovninum, sum
hoyrir undir hansara málsøki
- Strandferðsluna og her
undir Oyggjaleiðir.
Hann blaðar fram til leið 50
– Klaksvík-Leirvík. Og tvey
sekund seinni hevur hann
fingið tann upplýsingin,
hann ynskti.
- Báturin fer kl. 18:40 av
Leirvík. Nå, ikki fyrri. Men
so havi eg góða tíð - ein tíma
og 25 minuttir.
Vælkomin norður
Hjá Jógvani er eingin orsøk
at rudda sær skrivaraborðið.
Tað er longu ruddað - ikki
bara henda dagin, men tað er
tað hvønn einasta dag.
Í eini sofu liggur frakkin
og
dokumentmappan.
Hann fer í frakkan og tekur
dokumentmappuna í hond
ina.
Enn er hann landsstýris
maður. Enn er hann ikki
koyrdur frá. Enn er hann í
starvi.
Hvussu leingi aftrat, veit
hann ikki. Tað avgerð løg
maður. Hann skal undirskriva
uppsøgnina.
- Hann skal vera vælkomin
norður við brævinum. Eg
skal nokk syrgja fyri, at
hann kann sleppa koyrandi
gjøgnum Norðoyatunnilin,
sigur Jógvan.
Hann biðjur starvsfólk
unum farvæl. Fer út í tann
náttarmyrka høvuðsstaðin.
Hesaferð sum landsstýr
ismaður. Kanska fyri sein
astu ferð.
Nær tað skal vera, kann
hann gerast fyrrverandi
landsstýrismaður í innlendis
málum.
Kanska longu í bilinum á
veg norður til Klaksvíkar
- Altíð keðiligt tá fólk ikki hava álit á øðrum
Jógvan við Keldu fer í frakkan fyri seinastu ferð sum
landsstýrismaður
Mynd: Jens Kristian Vang