fríggjadagur 2. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 232 - 2. desember 2005
-Havi eg lív og heilsu
gevist eg ikki so sigur
Jógvan við Keldu, sum
í gjár varð loystur úr
landsstýrissessinum
Uppsagdur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Eg eri væl fyri bæði likam
liga og sálarliga og eisini í
sambandi við tað politiska
lívið. Tað eru 35 ár síðani,
at eg fór upp í politikk og
hevur hetta verið eitt sera
spennandi lív. Havi eg lív
og heilsuna, so gevist eg
ikki her. Hetta sigur Jógvan
við Keldu, sum tó enn ikki
hevur avgjørt, um hann fer at
stilla upp aftur til komandi
væl. Jógvan við Keldu, sum
í gjárkvøldið fekk bræv
frá løgmanni, har hann
loysti landsstýrismannin úr
starvi, sigur seg ikki vera
nakran vónsviknan mann,
tí í politikki hevur tú lært,
at tað er einki, sum eitur at
vera vónsvikin.
Jógvan við Keldu dylur
ikki fyri, at ætlanin hjá
flokki sínum, tá hesin vildi
hava seg at fara frá, var, at
hann gjørdist taparin og
flokkurin vinnarin.
Jógvan við Keldu segði
annars við Sosialin stutt
áðrenn hann fekk fráboðanina
um, at hann var loystur úr
starvi, at Fólkaflokkurin
og løgmaður í eina tíð hava
arbeitt við ætlanini at fáa seg
frá, men sjálvur var hann
ikki konfronteraður við hes
um fyrr enn næstseinasta
mánadag.
-Eg havi skilt, at tað í eina
tíð hava verið samrøður mill
um Anfinn Kallsberg og
løgmann um at fáa meg frá.
Fólkaflokkurin vildi hava
boð áðrenn landsfundin, um
eg sjálvboðin vildi fara frá,
men tað vildi eg ikki.
Uppá fyrispurning hví
flokkurin og løgmaður vildu
hava seg at fara frá sigur
Jógvan við Keldu: -Eg skilji,
at løgmaður og Anfinnur
Kallsberg hava tosað um,
at eg av og á eri komin við
óhepnum úttalilsum, og tað
kann eg væl geva teimum
rætt í, men eg haldi ikki, at
hetta hevur verið nokk til at
koyra meg úr sessinum.
Jógvan við Keldu sigur
annars, at tað var ein samdur
tingbólkur í Fólkaflokkinum
sum saman við løgmanni, ið
ynskti at fáa seg frá.
Veikt landsstýri
Jógvan við Keldu hevur
ikki bara gott at siga um
landsstýrið, nú hann gevst.
Hann sigur, at tað er ein
trupulleiki í Tinganesi,
at tað gongst so illa við
at taka avgerðir í fleiri
týðandi málum og vísir
hann her til m.a. einskiljing
av Farmaleiðum og so
kommunusamanlegging
og annars spurningar víð
vikjandi kommunum. Ein
orsøkin til at hann ikki
vildi góðtaka at taka seg úr
starvinum var tann, at hann
fegin vildi sleppa at avgreiða
tey málini, sum hann var
farin í gongd við.
- Eg hevði glett meg
til at sitið hesi tvey árini i
landsstýrinum seliga nú, tá
ið tá ymisk mál eru komin a
skinnaran. Smyrlamálinum
komu vit nógv betur burtur
úr enn mong høvdu roknað
við. Útlendingamálið er
sum so sett á skinnaran og
kommunumál kundi man
eisini fingið greiði á, um
man vildi tað.
Jógvan við Keldu: Gevist ikki so
Jógvan við Keldu prátar við
Rúna Joensen, aðalstjóra fyri
seinastu ferð sum
landsstýrismaður
Mynd Jens K Vang
Løgmaður dugir
ikki at síggja nakað
ónáttúrligt í, at hann
tosaði við Fólka
flokkin, áðrenn
Jógvan við Keldu varð
loystur úr starvinum
sum landstýrismaður
Landstýris
maðurin
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru hørð orð, sum
Jógvan við Keldu hevði
at siga um løgmann, tá
føroyingar sóu - og hoyrdu
- Dag og Viku hóskvøldið.
Serliga ljóðaði tað ógv
usligt,
tá
fyrrverandi
landstýrismaðurin staðfesti,
at um løgmaður hevði nakr
an rygg, so tosaði hann
við seg, heldur enn at tosa
við Fólkaflokkin um at fáa
landstýrismannin at siga
sessin frá sær.
Sjálvandi var
Fólkaflokkurin við
Jóannes Ejdesgaard, løg
maður, dugir tó ikki at síggja
nakað sum helst ónáttúrligt
í tí, at hann samskifti
við Fólkaflokkin, áðrenn
uppsøgnin varð sett í verk.
- Tað er eingin ivi um, at
tað er løgmaður, sum setir
landstýrismenn og loysir
hesar úr starvi. Men tað
er heldur eingin ivi um, at
samgongan er samansett av
trimum flokkum. Og hóast
løgmaður hevur endaliga
orðið, so er tað eisini ein
sjálvfylgja, at tað er í
samráð við flokkarnar, at
ymsu landstýrisumboðini
verða vald, sigur Jóannes
Ejdesgaard.
- Tí vil tað altíð vera so
- uttan mun til um talan
er um Jógvan við Keldu
ella aðrar landstýrismenn
- at tað verður samskift við
flokkin, um tað vísir seg
neyðugt at gera broytingar í
landstýrinum. Undantøkini
eru sjálvandi, tá okkurt mál
gerst somikið akutt, at ein
landstýrismaður skal sigast
úr sessinum her og nú, men
tað var talan so ikki um
hesaferð, heldur hann.
Álitið kundi
verið betri
Sjálvur sigur Jógvan við
Keldu, at hann ikki hevur
fingið nakra grundgeving
fyri, hví hann er loystur úr
starvinum, og løgmaður
staðfestir eisini, at talan ikki
er um nakað einstakt mál,
sum hevur ført til hetta.
- Talan er um eina heild
armeting av støðuni. Vit
hava yvir eina tíð mett um
støðuna í hesum málinum.
Og niðurstøðan er, at har
hevur verið ov nógvur
ófriður um fleiri mál, og í
longdini kann hetta ganga
út yvir virkisførið hjá
landsstýrinum.
- Tú skalt eisini minnast
til, at Innlendismálaráðið
umsitur eitt breitt og kom
plekst málsøki. Har er
ein røð av fleiri ymiskum
viðurskiftum, so sum lóg
arsmíð,
úlendingamál,
samferðsla og kommunur.
Tí stendur ráðið eisini fyri
nógvum stórum avbjóðingum
komandi tíðina, og í hesum
halda vit tað hava alstóran
týdning við arbeiðsfriði og
álitið.
Vilt tú við hesum siga, at tú
hevur mist álitið á Jógvani
við Keldu?
- Tað kundi í øllum førum
verið munandi betri. Bæði í
landstýrinum, í løgtinginum
og millum manna. Skulu
vit hava eina støðuga
menning, so er neyðugt
við áliti og virkisføri, og í
heildarmetingini av hesum
er okkara niðurstøða, at ein
broyting í landstýrinum kann
betra um hetta, staðfestur
løgmaður.
Jóannes Ejdesgaard leggur
afturat, at tað ikki er nakað
einstakt mál, sum hevur
vigað tyngri enn onnur í hesi
heildarmeting.
Sjálvandi tosaði eg við flokkin
Løgmaður heldur, at tosaði hann ikki við Fólkaflokkin, áðrenn Jógvan við Keldu varð loystur úr starvi, so vildi talan verið um
skeiva mannagongd