fríggjadagur 2. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
7
Hjá fólkaflokkinum
var talan um eitt
einfalt mál. Vit vildu
gera broytingar
fyri at styrkja flokk
in, sigur Jørgen
Niclasen, formaður
fólkafloksins á tingi
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var fólkaflokkurin sjálv
ur, sum vildi hava Jógvan
við Keldu frá.
Tað staðfestir Jørgen Nicl
asen, formaður fólkafloksins
á tingi.
Hann sigur, at fólkaflokk
urin hevur í eina tíð tosað
um at gera broytingar.
– Vit vilja hava eina nýggja
byrjan. Vit halda at tað fer
at geva flokkinum meiri at
gera broytingar. At broyta
eina stjórn er als ikki ókent
í okkara grannalondum og
í hesum føri hildu vit at
tað var rætt at gera tað hjá
okkum eisini.
Hann sigur, at hjá fólka
flokkinum var støðan rætti
liga einføld, tí talan var rætt
og slætt um at gera broyt
ingar, sum kundi styrkja
flokkin.
Og Jørgen Niclasen heldur,
at skuldi fólkaflokkurin gera
broytingar, skuldi tað vera
nú
– Jógvan við Keldu hevur
fingið tvey ár í landsstýrinum.
Skulu vit hava nýggjan lands
stýrismann, er tað eisini
neyðugt, at hann fær stundir
til at gera vart við seg og at
seta síni fingramerki á førda
politikkin.
Sostatt kemur Jógvan
við Keldu aftur á Løgting,
har hann verður partur í
tingmanningini hjá fólka
flokkinum.
– Hann er ein sterkur ting
maður, so tað verður ein
fyrimunur at fáa hann aftur
í tingsessin, sigur Jørgen
Niclasen.
Hann sigur, at tað er
serliga í útjaðarapolitikki,
at Jógvan Við Keldu verður
eitt íkast til tingmanningina
hjá flokkinum, men hann
hevur eisini verið sterkur og
avhildin í norðurlendskum
málum
– So vil bara tíðin vísa,
um vit gjørdu rætt, leggur
hann afturat.
Framskundaði
avgerðina
Sjálvt um tosað hevur verið
um at gera broytingar í eina
tíð, hendi skiftið nokk so
knappliga.
– Jógvan við Keldu var
ikki samdur í, at tað var
neyðugt at gera broytingar
og málið ar ikki avgreitt,
tá ið tað brádliga tók eina
nýggja vend hósdagin.
Og tað er ikki ósannlíkt,
at Jógvan við Keldu varð
við til at grava sína egnu
grøv, tá ið hann kunngjørdi
hóskvøldið í Norðlýsinum, á
Portalinum og í Útvarpinum,
at hann skuldi koyrast frá,
men at hann fór ongan veg
sjálvboðin.
– Tá var málið ikki liðugt
viðgjørt, men við hesum hev
ur hann í veruleikanum sagt
seg sjálvan upp og tað var við
til at framskunda avgerðina
um at gera broytingar. Vit
boðaðu løgmanni frá støðuni
hjá flokkinum og eftir tí
loysti løgmaður Jógvan við
Keldu úr starvi.
Samstundis heldur Jør
gen Niclasen, at Jacob
Vestergaard er ein væl
skikkaður avloysari. Hann
er løreglumaður og kennir
sostatt til útlendingamálini.
Hann hevur eisini verið
borgarstjóri og formaður í
Kommunufelagnum og kenn
ir sostatt eisini til komm
unumál.
Tørfør málsøki
Jørgen Niclasen sigur, at tað
skerst ikki burtur, at Jógvan
við Keldu hevur havt torfør
málsøki at umsita, eitt nú
útlendingapolitikkin.
– Í hesum sambandi er
ymiskt hent og sagt, sum
hevur verið óheppið.
Formaður fólkafloksins á
tingi vil kortini ikki nevna
einstakar hendingar.
Samstundis hevur Jógvan
við Keldu gjørt greitt, at
hann stillar ikki uppaftur og
vit hildu tað eisini vera rætt
at hava ein landsstýrismann,
sum kundi stilla uppaftur á
einum komandi vali.
Jógvan við Keldu hevur
fýlst á í útvarpinum og sjón
varpinum, at samgongan
hevði torført við at taka
avgerðir. Hann nevndi
kommunusamanlegging og
Farmaleiðir sum tvey dømi,
har samgongan bara tosaði
ístaðin fyri at taka avgerðir.
Jørgen Niclasen er als ikki
samdur.
– Viðvíkjandi komm
unusamanlegging er tað
semja í samgonugi um,
at kommunur skulu ikki
tvingast at leggja saman.
Viðvíkjandi Farmaleiðum er
semja um, hvussu tær skulu
einskiljast, so tað hevur
landsstýrismaðurin havt í
egnum hondum.
– At vit so ikki halda,
at semjan er tann besta, er
annað mál, men hetta var so
tað, ið semja kundi fáast um
og tað var tað, vit høvdu at
halda okkum til, sigur Jørgen
Niclasen.
– Nú má eg fyrst
stinga fingurin í jørð
ina fyri at vita, hvar
alt flýtur, áðrenn eg
kann siga, hvussu
míni fingramerki fara
at síggjast aftur, sigur
nývaldi landsstýris
maðurin
Landsstýris
mansskifti
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta verður ein avbjóðing.
Men hetta er ein avbjóðing,
sum eg føli meg brynjaðan
til at taka á meg.
Jacob Vestergaard, nýggj
ur landsstýrismaður í inn
lendinsmálum, sigur, at tað
er nokk so knappliga, at
honum stóð í boði at verða
nýggjur landsstýrismaður í
innlendismálum.
Jacob Vestergaard hev
ur royndir úr Landsstýrin
um, tí hann var eitt skifti
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum í seinastu sam
gongu.
Hann hevur verið bygda
ráðspolitikari og borgarstjóri
í Sumbiar Kommunu í fleiri
valskeið og hann hevur ver
ið formaður í Føroya Komm
unufelag.
Sostatt er hann væl kunnig
ur við kommunupolitikk.
Samstundis er hann løg
reglumaður og haðani frá
kennir hann til teir trup
ulleikar, ið umsitingin av
útlendingamálum kann føra
við sær.
So alt í alt er hetta ikki ein
uppgáva, sum hann stúrir
fyri at átaka sær.
Hinvegin heldur hann,
at enn er ov tíðliga at siga
ov nógv ítøkiligt um førda
politikkin, tí hann má
fyrst seta seg inn í ætlaða
politikkin og finna útav,
hvat er sett í verk og fylgja
tí upp.
– Eg fari fyrst at stinga
fingurin í jørðina fyri at vita,
hvar tey ymsu málini flóta.
Fyrrenn eg havi sett meg
inn í tað, er torført at siga,
hvussu míni fingramerki
fara at síggjast aftur í
førda politikkinum hjá sam
gonguni.
Økt túratal við Smyrli
Men nú skal tú umsita sam
ferðslumál. Eitt tað fremsta
málið á samferðsluøkinum
seinastu tíðina, hevur ver
ið túratalið hjá Smyrli. Tú
hevur verið formaður í sam
ferðslubólkinum í Suðuroy
og har hevur tú verið heitasti
talsmaður fyri at hann skal
sigla ein túr afturat um dag
in. Kemur hann nú?
– Eg haldi framvegis,
at nýggi Smyril skal sigla
tríggjar túrar. Men tingið
akkurát felt eitt uppskot um
at hann skal sigla tríggjar
túrar, so vit kunnu siga,
at vit kenna tingsins vilja.
– Kortini hevur samgongan
boðað frá, at hon er sinnað
at arbeiða fram ímóti at økja
túratalið og tað fari eisini at
gera, tí eg haldi, at Smyril
skal sigla minst tríggjar túr
ar um dagin, sigur nýggi
Landsstýrismaðurin.
Kortini ásannar hann, at
tað verður neyvan beint nú,
at túratalið verður økt, tí
fíggjarlógin er til viðgerðar
og har er onki sett av til tað.
Men tað er ongin ivi um, at
tað skal arbeiðast fram ímóti
tí, staðfestir hann.
Tú hevur eisini talað ímóti
at flyta miðnámsskúlan úr
Vági ?
– Eg havi altíð hildið, at
varð semja í Suðuroy um
viðurskiftini, átti tað at borið
til at arbeitt eftir tí. Men tann
semjan var ikki og so var ein
avgerð tikin. Kortini haldi eg
ikki, at tað er so avgerandi,
hvar í Suðuroynni, tað ymsa
verður bygt, tí vit mugu meta
Suðuroynna sum eina heild
og at taka avgerðir útfrá tí.
Royna at finna
smidligari skipan
Kortini skerst ikki burtur, at
tyngsta og mest umstrídda
málsøkið, sum Jacob Vester
gaard fer at umsita, er
útlendingapolitikkurin.
– Eg haldi, at tað er rættast
at yvirtaka málsøkið, so vit
hava fult ræði á tí og høvdu
eina føroyska lóggávu at
arbeitt eftir. Men vit mugu
ásanna, at tað verður ikki við
samgonguni, sum nú er, at
málsøkið verður yvirtikið.
Tí mugu vit viðgerða máls
økið útfrá teirri fortreyt,
sum er. Men av tí, at inn
lendismálaráðið skal máls
viðgerða eitt málsøkið, sum
í veruleikanum er danskt,
er talan um eitt sera trupult
málsøki.
– Men vit eiga at royna at
finna ein smidligari manna
gongd, men tað er sera trup
ult, viðgongur hann.
Føli meg væl brynjaðan at
taka avbjóðingina á meg
Løgmaður ynskir Jacob Vestergaard vælkomnum í Tinganes. Nýggi landsstýrismaðurin
følir seg væl brynjaðan at átaka sær avbjóðingina
Fólkaflokkurin vildi hava eina nýggja byrjan
– Vit vildu hava broytingar, tí vit vildu hava eina nýggja byrjan
ogskuldu broytingar gerast, var hetta rætta tíðin, sigur Jørgen
Niclasen, formaður fólkafloksins á tingi