fríggjadagur 2. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 232 - 2. desember 2005
Høgt træ
tendra
Í Vági hava tey í ár
eitt høgt jólatræ at
tendra, tí træið er
heilar 12 metrar
Jól
dagfinn@sosialurin.fo
Ójavnt er, hvussu tey ymsu
jólatrøini eru, ið koma til
landið. Í Vági eru tey tó
væl nøgd í ár, tí træið er
óivað millum tey hægstu í
landinum, og sera vakurt
eisini.
Stóra træið í Vági verður
tendrað
fríggjakvøldið
klokkan 19. Har verður
sangur við Frelsunarherinum,
ið eisini hevur jólatræ og
kakao og bollar í Framtíðini.
Jólamenn vitja og koma
við
jólaskipinum
og
borgarstjórin, Kirstin Strøm
Bech, heldur røðu.
---
Jólakonsert
í Fríðriks
kirkjuni
jólakonsert
tíðindaskriv
Nú sunnukvøldið klokk
an 20:00 verður konsert
í Fríðrikskirkjuni undir
leiðslu av Jóhan Mort
ensen.
Kórið hjá Jóhan, ið telur
einar 35 sangarar, ið mest
koma úr økinum kring
Skálafjørðin, fer henda
annan sunnudag í advent
at royna at seta jóladám
á í kirkjuni úti á Toftum.
Kórið hevur øll hesi síðstu
mongu árini verið ein fastur
táttur í jólakonsertskránni
í Fríðrikskirkjuni. Á
skránni er bæði føroyskt
og útlendskt tilfar. Okkurt
nýtt føroyskt jólalag verður
at hoyra, eins væl og J. S.
Bach verður umboðaður
við
“Jesus
bleibet
meine Freude”. Martin
Restorff Jacobsen hevur
klaverfylgispælið.
Tveir hornnæmingar úr
Nes Sóknar Musikkskúla
fara at framføra hvør sítt
solostykki. Jóngerð Olsen
spælir eina romansu burtur
úr eini hornkonsert hjá
Mozart, og Áki Hansen
spælir eitt stykki av G.F.
Händel. Eisini her hevur
Martin
R.
Jacobsen
klaverfylgispælið.
Nakrar gentur úr 5. og
6. flokki fara at ganga
luciagongd.
Kanning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bergur Olsen, fuglafrøðing
ur, hevur skrivað eina grein,
sum liggur á heimasíðuni
hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Greinin snýr seg um rusk á
havinum og rusk, sum funnið
er í havhestamagum.
Hann vísir á, at nøgdin
av ruski, sum funnin er í
magum á havhesti, er størst
í landsynningshorninum av
Norðsjónum.
- Tað sæst, at ruskið minkar
longur norður, tú kemur,
men kortini hava føroysku
havhestarnir ein fjórðing
av tí ruski í maganum,
sum havhestarnir hava
sunnast í Norðsjónum. So
heilt reint er ikki, og flestu
mundu helst roknað við, at
munurin var størri, staðfestir
fuglafrøðingurin.
Nógv plastik
Hyggja vit at, hvussu nógv
pettir av plastikki eru í
magunum, er munurin mill
um Norðsjógvin og okkara
havumhvørvi størri.
- Í miðal hevur ein hav
hestur í Norðsjónum 44
plastikpettir í maganum.
Hinvegin hevur ein før
oyskur ”bert” sjey, sigur
fuglafrøðingurin.
Í londunum kring Norð
sjógvin verður nøgdin av
plastikki og øðrum ruski, ið
verður funnið í maganum á
sjálvdeyðum havhesti, nýtt
sum eitt mát fyri, hvussu
dálkaður sjógvurin er.
- Ætlanin er, at hesar
kanningar skulu halda
fram, soleiðis at tær kunnu
vísa gongdina í royndunum
at minka um dálkingina av
havinum. Hetta tiltak, sum
ES stuðlar, verður rópt,
”Save the North Sea”.
Føroyar eru við í hesum
kanningum fyri at hava
eitt mát fyri, hvussu nógv
rusk er í havhesti uttanfyri
Norðsjógvin – ella í einum
reinum havi, sum okkara
havøki ofta verður rópt.
Sera góðir møguleikar
eru at fáa hendur á magum
til kanningar í Føroyum,
tí her verður havhestur
veiddur. Í hinum londunum
verða magarnir tiknir úr
sjálvdeyðum fugli.
Skráseting
Tað er Fiskirannsóknarstov
an, sum umboðar Føroyar
í hesum arbeiði, og stuðul
hevur verið veittur av játtanini
til umhvørvisverndartiltøk
frá Innlendismálaráðnum.
- Men stórur partur av
havhestunum og magunum
er fingin til vega við
ókeypis hjálp frá eitt nú
Jens-Kjeld Jensen og Poul
Johannis Joensen, vísir
fuglafrøðingurin á.
Hann sigur, at skrásetingin
av ruskinum í magunum
verður gjørd í Texel í
Hálandi, meðan restirnar
av rættari føði, sum er í
magunum, verða sendar
Havhestur sær ikki mu
Havhestur um okkara leiðir hevur mun
andi minni av ruski í maganum enn
havhestur syðri og eystari í Norðsjónum
og í Skagerak. – Men flestu høvdu helst
roknað við, at munurin var størri, sigur
fuglafrøðingurin, Bergur Olsen
Einki er at taka seg
aftur í, at nýggja
Bowling-høllin í
Leirvík hevur drigið
nógv fólk til sín, síðan
høllin læt upp
Bowling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var gott lag, og fólk
stuttleikaðu sær óført, tá ið
Sosialurin hugdi inn á gólvið
í nýggju Bowlinghøllini í
Leirvík mikukvøldið.
Í tí partinum av hølunum,
har møguleikar eru at borð
reiða, sótu fólk og ótu leski
ligar bowling-búffar aftur
við ymiskum góðum, bæði
turrum og vátum.
Hetta vóru bindiklubbar í
Leirvík, annar við makum
og hin ikki.
Eftir at búffar og leskandi
var fingið niður um, varð
farið út á tær seks breytirnar
at stuttleika sær.
Og stuttligt sá tað út til at
vera. Ikki bara hjá teimum,
sum áttu tørnið at kasta,
men so sanniliga eisini hjá
Bindiklu
bowling-búff
Tey ótu leskiligan bowling-búff, áðrenn farið varð út á breytina at kasta kúlur
Mynd: Súsanna Joensen