fríggjadagur 2. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
9
aftur til Føroya, har tær
verða kannaðar nærri.
- Hetta gongur fyri seg
á Náttúrugripasavninum,
har Solveig Sørensen eitt
nú greinar og mátar nytrur,
høgguslokkanev, kjaftar av
bustmaðkum og aðrar restir
av føði, sum verða funnar í
magunum.
Bergur sigur, at Jóhannis
Danielsen, sum skrivar Phd
um havhest, er eisini knýttur
at kanningini.
Føðin broytist
Meginparturin av magunum
eru tiknir úr havhesti, sum er
fleygaður til matna, bæði á
landi og umborð á skipi.
- Tað tykist, at bæði nøgdin
av ruski og samansetingin av
føði broytist gjøgnum árið,
og tí verður nú farið undir
at kanna hetta nærri yvir alt
árið.
Bergur Olsen, fugla
frøðingur, sigur, at einir
600 havhestamagar skulu
kannast í hesum sambandi
og til at fíggja hetta arbeiði,
er søkt um stuðul frá eitt nú
oljufeløgunum.
un á mati og ruski
Um menniskju
gingu við líka
nógvum ruski í
maganum, sum
havhesturin undir
Føroyum ger, hevði
lutfallið verið tað,
sum vit síggja á
hesi myndini. Tá
ið havhestur etur
plastik og annað
rusk, sum ikki
sodnar, verður tað
liggjandi leingi í
maganum
Mynd: Jens Kr. Vang
Bergur Olsen, fuglafrøðingur, sigur, at
skrásetingin av ruskinum í magunum á havhesti
verður gjørd í Texel í Hálandi, meðan restirnar
av rættari føði, sum er í magunum, verða
sendar aftur til Føroya, har tær verða kannaðar
nærri. Hesar kanningar ganga fyri seg á
Náttúrugripasavninum
Mynd: Jens Kr. Vang
JÓLALEIKUR
tíðindaskriv
Á
Dramaverkstaðnum
verður jólasýningin ”Leika
løtan” sum vant fyri børnum
og avvarðandi. Sum undan
farnu árini, er hetta sýning
fyri børnum saman við
vaksnum, og dentur er
lagdur á, at tey heilt heilt
smáu børnini eisnini fáa
nakað burturúr.
Dramaverkstaðið liggur
í brekkuni niðan á Nabb
beint undir tí grønu ítrótt
arhøllini í Havn.
Hesa seinastu tíðina
hava tey ungu og børnini á
drama- og teaturskúlanum
á Dramaverkstaðnum vant
og knossast dúgliga fyri at
verða klár sunnudagin tann
4. desember klokkan 18, tá
sýningarnar byrja.
Í ár eru tað fýra bólkar
sum leika saman, og tey
eru 8 til 15 ára gomul.
Á skránni er leikurin
”Krubbuspæl” og ein
”Søga” sum verður søgd
og spæld. Millum hesar
leikirnar verður ”Gykl og
skemt” sum Rógvi Dam og
Birna Heinesen framføra.
Tey vitjandi kunnu verða
málaði um andlitið og, um
tey hava hug, sleppa at
spæla við í søguni! Søgan
er um nissur, dólgar og fleiri
onnur…. so tað er bara at
koma til Leikaløtuna og hava
tað stuttligt eina løtu!
Leikaløtan á
Dramaverkstaðnum
Forlagið Gráfelli
hevur givið út ta
seinnu bókina „Við
úthavsins strendur
- um vanlukkur í
Norðurhøvum“,
sum fyrrverandi
útvarpsmaðurin Árni
Joensen hevur skrivað
Útgáva
tíðindaskriv
Í hesari bókini verður sagt
frá vanlukkum á sjónum
síðani 1975 til dagin í dag.
Serligur dentur er lagdur á
vanlukkur við føroyskum
skipum og útlendskum
skipum, sum føroyingar
vóru við. Eitt nú verður
greitt frá, tá snelluskipið
„Guliklettur“ fórst í Íslandi ,
tá farmaskipið „Star River“
sakk norður úr Kallinum,
og tá oljuflutningsskipið
„Stathav“ sakk við Hoy
víkshólm. Trolbáturin „Sjó
borgin“ hevur sína serligu
søgu. Hann sakk fyrst í
Scrabster og gekk seinni
burtur norður úr Mýlingi.
Í bókini verður eisini
sagt frá tilburðinum, tá línu
skipið „Sigurfari“ bjargaði
monnum av einum russ
iskum farmaskipi í ódn
arveðri á Flemish Cap, og tá
„Tróndur í Gøtu“ tók deyðar
menn upp av tí í Føroyum so
kenda, týska garnaskipinum
„Hansa“, sum sakk vestur úr
Skotlandi. Eisini er frásøgn
frá tilburðinum, tá norska
línuskipið
„Bordanes“,
sum tríggir føroyingar vóru
við, sakk undir seting á
Nordkappbankanum.
Tann seinasti kapittulin í
bókini er um vanlukkuna,
tá „Jøkulfell“ sakk í land
nyrðing úr Føroyum fyrst
í hesum árinum.
Fleiri áhugaverdar frá
sagnir eru eisini frá van
lukkum við øðrum út
lendskum skipum. Eitt nú er
frásøgn frá tilburðinum, tá
ein bretskur kavbátur togaði
ein skotskan trolara niður.
Hesin kavbáturin hevði júst
verið á venjingarferð ímillum
Skotland og Føroyar.
„Við úthavsins strendur“
- seinna bók - er prýdd
við nógvum myndum, og
bókin kostar 248 krónur í
bókabúðunum.
Nú jólini nærkast, ber
til at keypa ta fyrru og ta
seinnu bókina pakkaðar
við vøkrum jólabandi
í bókabúðunum fyri 398
krónur.
Nýggj bók um
vanlukkur á sjónum
Seinna bókin um vanlukkur
á sjónum eftir Árna Joensen
er nú komin á marknaðin
teimum, sum bíðaðu og
hugdu at.
Tilkomnar konur og til
komnir menn kastaðu hesa
løtuna kúlur í heilar tveir
tímar, og onkur helt fyri,
at nú fór ikki at ganga long
tíð, til armurin loysnaði úr
akslunum.
Men áhugin var størri
enn so og eingin, sum var
í høllini, keddi seg í ein
einasta minutt!
Heldur var tað so, at flestu
høvdu ynskt sær eina løtu
aftrat, tá ið tíðin umsíðir
rann út.
Jú, Bowling-høllin í
Leirvík er avgjørt komin fyri
at vera, og sum skilst, er hon
rættiliga nógv upptikin og
eftirspurd, nú tað stundar til
jóla, og fólk hava hug at fara
út at hugna sær saman.
ubbar ótu
f og bowlaðu
Tær sita spentar og hyggja
at, meðan onkur í bólkinum
roynir seg
Mynd: Súsanna Joensen