fríggjadagur 2. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 232 - 2. desember 2005
Í nátt var maður tikin av døgum í North Carolina og
var við hesum sett enn eitt syndarligt met í rættarsøgu
USA. Síðan deyðarevsingin varð tikin uppaftur fyri
nøkrum árum síðan, eru nú eitttúsund fólk tikin av
døgum í USA. Við hesum hagtølum er USA komið
upp á síðuna á Kina og Iran, so ikki kann annað sigast
enn, at tað er eitt syndarligt met, USA nú hevur sett.
USA er tað land í vesturheiminum, sum burturav
fremur mest deyðadómar. Alt fleiri lond sleppa hesi
barbarisku revsing. Mannarættindafelagskapir, ið
fylgja hesum máli væl, vísa á, at alt fleiri lond nú
duga at síggja, at deyðarevsing er ikki ein revsing at
nýta í framkomnum og siviliseraðum landi.
Amnesty og aðrir felagskapir hava staðfest, at deyða
revsing er ein eyðmýkjandi og barbarisk revsing.
Henda revsing er endalig og kann tí ikki bøtast, um tað
eftirfylgjandi vísir seg, at tann avrættaði var ósekur.
USA er vorðið sum tess forseti. Meðan Bush var
guvernørur í Texas lat hann eini hálvtannaðhundrað
fólk taka av døgum. Hann eirdi av principp ongum.
Trúgvi ráðgevi hansara í hesum førinum, sakførarin
Gonzales, varð herfyri lyftur upp í hægsta rættarsessin
í USA, til løgreglumálaráðharra. Hetta, at heimsins
undangonguland innan fólkaræði og frælsi eisini
gongur á odda saman við einaræðislondum at
fremja deyðadómar, er sera vandamikið, hugstoytt
og andstyggiligt. Deyðrevsing er ein ræðulig revsing,
og henda revsing er ikki bert ræðulig fyri tann, ið
verður avrættaður, men eisini fyri slekt, vinir og
fyri tey starvsfólk í fongslunum, sum skulu fremja
deyðadómar. Henda revsing virkar forráðandi og
hvat verri er: hon minkar ikki um lógarbrotini í
viðkomandi landi.
USA hevur sett seg á odda í eini altjóða herferð
fyri betri mannarættindum. Samstundis sum USA
rekur hesa herferð, verður ein gøla fyri og onnur
eftir avdúkað um píning, loynifongsul, fangalegur í
frammandum londum og um fólk, sum bara hvørva,
alt meðan sporini leiða til CIA ella FBI. Hetta ber
ikki til í longdini. Einki fólkaræði kann yvirliva
við slíkum skuggasíðum. Hinvegin er einki, sum
bendir á, at USA er um at broyta kós. Heldur er tað
tvørturímóti so, at forsetin og ráðgevar hansara ætla
at herða hesa ódemokratisku og vandafullu kósina.
Henda kósin hjá USA setir alt tað vesturlendska
samstarvið í vanda, Fyrr ella seinni noyðast vestur
lendsku fólkaræðini at siga til og so kemur øll sam
gonguskipanin við NATO og ES í stóran vanda. USA
og vinir tess eru í moralskari kreppu orsakað av
harðrendu innanríkispolitisku kósini hjá Bush og
orsakað av krígnum í Irak. Hetta endar galið, um ikki
tað eydnast vinum USA at fáa stórveldið at broyta
kós úti og heima.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt syndarligt met
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Maria Jacobsen
Í lesarabrævi ì Dimmalætting
30.11.2005, nevnt »Ambu
lansutænasta við meira«
hjá H. A. Lindarstein (H.A.
L.), verður m.a. nomið við
tíðindaflutning hjá Útvarp
inum um málið um »lítla
Petur«.
H.A.L. heldur, at Útvarpið
hevur brúkt alt ov nógva tíð
til umrøðu av hesum máli
og sigur, at Útvarpið hevur
viðgjørt málið “í allar endar
og kantar” og sýnist at hava
hetta mál til undirhalds.
Hetta mál, ið hevði so
stórar menniskjaligur fylgjur
fyri Petur og systrarnar, at
sárini helst ongantíð lekjast,
er størsti sorgarleikur í nýggj
ari, føroyskari sosialsøgu.
H.A.L. hevur púra rætt í, at
tað áttu at verið bæði stovnar
og nevndir, ið viðgjørdu hetta
mál. Her kunnu t.d. nevnast
Løgtingsins Umboðsmaður
og M.B.F. Ikki minst politisku
flokkarnir áttu at tikið hetta
mál í størsta álvara, og sæð
til, at óheft kanning varð sett
í verk (eins og í málinum
um Jøkulfell, har óhefta
kanningin kom til øðrvísi
úrslit enn eftirmetingin hjá
Fiskimálaráðnum).
Var niðurstøðan í óheftari
kanning, at “alt er farið
rætt fram í málsviðgerðini
í Føroyum”, soleiðis sum
landsstýrismaðurin í almanna
málum og borgarstjórin í
Tórshavn halda fast um,
kundi Føroya fólk kent seg
trygg við málsviðgerð av
barnaverndarmálum í fram
tíðini.
At Útvarpið ikki hevur
gjørt meira við tann partin av
málinum – at eingin í polit
iska umhvørvinum heldur
tað hava týdning at kanna
málsviðgerðina í Føroyum
- er fyri mær óskiljandi.
N.B. Var eg málsviðgeri í
hesum máli ella borgarstjóri
í Tórshavnar Kommunu og
fullvís í, at altvar farið rætt
fram, hevði eg biðið um
eina kanning, soleiðis at
umsitingin hjá kommuni
kundi blivið “reinsað”
fyri allar ákærur um skeiv
leikar.
Viðmerkingar til H. A. Lindarstein um »lítla Petur«
Eivind Ortind
Simonsen
Viby J
Birita Lamhauge
Jóansdóttir
Ålborg
Fyri eitt sindur av tíð síðan
settu vit nakrar spurningar til
Jákup Mikkelsen. Vit fingu
ongantíð eitt svar. Tískil
føla vit okkum nú noydd til
at seta somu spurningar enn
eina ferð.
Vit høvdu tríggjar spurn
ingar til eina almenna útsøgn
hjá Jákup Mikkelsen. Hansara
útsøgn kom í samband við
viðgerðina av lógaruppskot
inum hjá Finni Helmsdal
og Anitu á Fríðriksmørk
um diskriminering vegna
kynsliga sannføring, og fram
setti hann hana sum fram
søgumaður hjá flokkinum
í hesum málið. Orðini hjá
Jákup Mikkelsen vóru hesi:
”Tað er ikki rætt at lóggeva
fyri ein einstakan bólk.
Og harafturat er tað ímóti
kristnu siðalæruni at vera
samkyndur”. Okkara spurn
ingar tóku allir útgangsstøði
í hesi útsøgn.
Tann fyrsti spurningurin
viðgjørdi hetta at lóggeva fyri
einstakar bólkar. Vit góvu
eitt dømi um eina lóg, sum
er viðtikin í Løgtinginum,
og sum nettupp er gjørd fyri
ein einstaka bólk. Nemliga
lógina um, at samkomu
leiðarar, í øðrum samkomum
enn Fólkakirkjuni, eisini
kunnu víga hjún. Um tað
er so skeivt at lóggeva fyri
einstakar bólkar, hví hava vit
so hesa lógina?
Tann næsti spurningurin
viðgjørdi sjálvt lógarupp
skotið sett upp ímóti hug
takinum ”einstakur bólkur”.
Í lógaruppskotinum stendur
beinleiðis, at tað skal vera
mett sum lógarbrot, at dis
kriminera vegna kynsliga
sannføring. Okkara pástandur
er, at kynslig sannføring
IKKI dekkar ein einstakan
bólk, men allar føroyingar.
Fyri okkum sær tað út sum
um, at Fólkaflokkurin ikki
er samdur í hesum. Hevði
tú tíma at greitt nærmari
frá tykkara støðu til hendan
spurning?
Tann triði spurningurin
umrøddi tað kristnu siðalær
una og hennara kvalifikatión,
sum grundarlag undir okkara
lógum. Vit góvu 3 dømi um
ting, nevnd í bíbliuni, sum
ikki eru galdandi í okkara
lógarverki. Tey 3 dømini
vóru um neyðtøku, trælahald
og samfelagsskipan. Spurn
ingurin var so: um bíblian
og tann kristna siðalæran er
so væl egna, sum grundarlag
undir okkara lógum, hví royn
ur Fólkaflokkurin so ikki at
bera so í bandi, at allar tær
føroysku lógirnar samsvara
við bíbliunnar orð?
Vit høvdu ein síðsta spurn
ing, men hann var settur bein
leiðis til Jákup Mikkelsen.
Hann hevði nakað at gera
við, at Jákup segði seg stúra
fyri, at um hetta lógarupp
skot bleiv viðtikið, so vildu
uppskot, sum vóru hvaðan
verri fylgja. Spurningurin var
so, hví Jákup velur at stúra
fyri frammtíðini ístaðin fyri
at meta um, hvussu relevant
hetta lógaruppskot er? Fjalt í
hesum lá tann sannleikin, at
okkara virðir broytast, og at
tað sum vit halda vera rætt í
dag, ikki var tað sama, sum
fólk fyri 50 árum síðan hildu
vera rætt. Hvat fær so Jákup
Mikkelsen til at halda, at tey
virðir sum vit hava í dag, eru
tey somu í 2055? Og hví
stúra fyri hesum?
Vit vilja gjarna hava eitt
svar uppá hesar spurningar.
Um Jákup Mikkelsen ikki sær
seg føran fyri at svara, so má
onkur annar úr Fólkaflokk
inum, sum deilir hansara
sjónarmið, gjarna svara.
Um ongin í Fólkaflokkinum
sær seg føran fyri at svara, so
má onkur annar føroyingar,
sum deilir sjónarmiðini hjá
Jákup Mikkelsen, gjarna
svara. Um ongin sær seg
føran fyri at svara, so mugu
vit bara staðfesta, at tykkara
mótstøða móti hesum lógar
uppskotið byggjur meira á
fordómar og óvitan enn á
rationella og logiska argu
mentatión.
Spurningar til Jákup Mikkelsen (2)