fríggjadagur 2. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
11
SJÓNARMIÐ
Heini Olsen
N
ú vóru bara menn í
sjónvarpstjakinum
hetta týskvøldið
um neyðhjálp og menning
arhjálp; men tað var kortini
sera áhugavert at síggja teir
luttakandi og hoyra, hvat
teir søgdu um hesi fyri
framtíð mannaættarinnar
so týdningarmiklu mál.
Somuleiðis kundi eg
hugsað mær tað verið
hugaligt hjá teimum at vita,
hvat áskoðarin og lurtarin
heldur um sendingina og
tað, umrøtt var.
Av ti, at menn, hóst hvør
úr sínum flokki, vóru so
sjáldsama samdir, varð
sendingin í sjálvum sær eitt
lívsjáttandi fyribrygdi, nú
tað stundar móti nýggjum
ári og ljósari døgum.
Sum í flestu húskjum
hava vit innanhysis og
saman við øðrum mangan
tosað um hjálpartiltøk sum
heild og um, hvat frægast
man vera at gera.
Samd hava vit verið um,
at reiður peningur ikki bein
leiðis kann latast stjórnini í
rakta landinum; men einans
gjøgnum viðurkendar hjálp
arfelagsskapir, og/ella
teimum, sum sjálvi fylgja
við neyðsynjarvørum ella
-peningi, og sum ansa
eftir, at alt kemur á rætta
plássið.
Um átrúnaðin er at siga,
at hjálp til neyðstødd tíbetur
er ein av grundarsteinunum
undir flest øllum religi
ónum, og tað, vit eftir 18
árstølum kenna til mus
limar, eru hesir ikki ólíkir
okkum føroyingum, hvat
næstrahjálpini viðvíkur;
men hvørt hetta fyri báðar
partar deils snýr seg um sam
vitskubót og deils um fræg
ari sess í paradísi, dugi eg
ikki at siga - vónandi mest
av medmenniskjansligari
samkenslu. Í hvussu er
skúgvaðu muslimar seg
kanska ikki so ofta undan
biddarahondum, sum vit
kristnu høvdu lyndi til,
hetta tó helst av tí, at upp
gávan tóktist okkum so
vónleys.
Neyðhjálp
Hetta kann kanska ljóða
eitt sindur rasistisk; men
tað gerst so ikki við, tí
munur er á at lata hjálp
til lond, har fólkið er so
fátækt, at tað noyðist
stjala tað, sum hendur fæst
á, og so t.d. beinleiðis at
rætta myndugleikunum í
Íslandi eina kontanta hjálp
andi hond undir gosfjalla
vanlukku ella skalvalopi;
men tað skerst ikki burtur,
at jú fjarari landið liggur, jú
meira illgrunasom gerast
vit fyri mutri - hetta tíverri
ofta av røttum. Okkum
nýtist ikki fara longur enn
niður í ES.
Heitið neyðhjálp átti
kanska heldur at veri nevnd
vanlukkuhjálp ella okkurt
tílíkt, sum bendir á, at her
má berast skjótt at, um tað
skal muna.
Frá tveimum árum í
tjaldi kann eg viðmerkja,
at skuldi jarðskjálvtarakta
fólkinum har norðuri í Paki
stan verið lív lagað á vetrar
tíð, vildi tjaldið verið líka
neyðugt sum matur og vatn.
Væl ílætin í ullintum klæð
um ber til í kavaroksbarda
hálendinum at lívbjarga sær
í tjaldi, sum gerst fjálgari,
tá kavin tyrvur; men hálv
nakin á berajóli er bert at
bíða eftir skjótum deyða.
Nú er kuldin komin og
sambært útvarpinum flestu
teirra ætlandi longu deyð,
sum av hesi orsøk doyggja
skulu - hjálpin er komin ov
seint; men har er tó nógv
eftir at nýta peningin til.
Menningarhjálp
Somuleiðis eigur menn
ingarhjálp so avgjørt held
ur at nevnast menning
arsamstarv, hetta av fleiri
orsøkum.
Fyri tað fyrsta vil heitið,
menningarsamstarv, ikki
ljóða so álmussukent sum
-hjálp, og fyri tað næsta
verður, sum flestøllum
kunnugt, minni parturin
av játtaðu menningarupp
hæddunum við vinningi
fyri eyga, eitt nú frá ST,
ES ella DANIDA beinleið
is brúktur í sjálvum mót
takaralandinum. Restin
fer til umsiting og rakstur
av ymiskum slag, kalla tað
hvat tú vilt; men soleiðis
er.
Fyri tað triðja verður
vónandi vinningur fyri
báðar partar í einum sam
starvi. Fyri tað fjórða er
tann møguleiki, at annað
framkomið land eisini
kann sleppa upp í part, eitt
nú brøðralandið fyri vest
an, Ísland, hvørs størsta
tjóðarinntøka sigst stava
frá vitan á so mongum økj
um.
Tað vit hava sæð, hevur
norrønt samstarv í menn
ingarlondum frá almennari
síðu verið heilt út av lagi
vánaligt. T. d. vóru øll tey
norrønu londini í 1990-
unum til staðar á Zanzibar,
og kundu tey kanska veitt
fleiri ferðir so stóra hjálp
burtur úr peninginum, um
tey samstarvaðust, so her
hava vit av sonnum møgu
leika í breiðum samstarvi
at ganga undan og gera
vart við okkum, nú talan
er um javnbjóðis rættindi
í norðurlanda høpi.
At vit, slakar fimmti
túsund sálir, sum sjálvar
enn ganga undir at liva av
lutvísari álmussu, skulu
ditta okkum at síggja burtur
frá føroyskum vinningi í
menningarsamstarvi, ljóð
ar ikki rætt, tí hava vit ikki
alla tíðina tað fyri eyga,
hvat vit sjálvi skulu liva
av, so kunnu vit heldur ikki
hjálpa øðrum.
Nei, eitt tætt menningar
samstarv við tí fyri øll
opna stavnhaldi at menna
vinning til báðar ella allar
síður, tað man í longdini
vera rætta leiðin at ganga.
Hóast átrúnaður í menn
ingarsamstarvi hvørki
skuldi gjørt til ella frá,
so kann tað væl ikki vera
til nakran bága, at tey í
Peru halla til kristna part
in - eg haldi ikki hasin
spurningurin eigur at
vera nevndur í tjakinum
um menningarhjálp ella
-samstarv. Ein verkætlan
sum henda er nóg torfør,
sum er og krevur heilt
serstakt snildi, um nakað
skal spyrjast burtur úr.
Sera óheppi dømi er um
politiskan kleyvarskap á
hesum vinnuliga øki; men
lat ta søguna fara til eina
aðru ferð.
Men sum eg byrjaði
við, so hevði ein praktisk
kvinnurødd í fleiri førum
undir góða tjakinum hetta
týskvøldið ivaleyst gjørt
jarðbundnan mun, tá
menn, sum okkum vant,
høvdu lyndi at gerast alt
ov sjálvgglaðir og heldur
enn ikki háfloygdir.
Við ynski um frið í kom
andi ári, hetta her á landi, í
Peru og í øllum heiminum
fara eg við hesum at ynskja
øllum ein gleðilig jól og eitt
hjálparviljað og mennandi
nýggjár.
Um neyðhjálp og menningarhjálp
Regin Jacobsen
Í samband við at ætlanin
um Skálafjarðartunnilin
varð løgd fram á Almennum
fundi á Svangaskarði í næst
síðstu viku, eru nakrir tankar
komnir fram, hvar rættast er
at leggja hesa farleið millum
Skálafjørðin og Suðurstreym
(norður - suður farleiðin).
Sum kunnugt leggur verk
ætlanin eisini upp til at
gera eina farleið tvørtur um
fjørðin frá økinum norðan
fyri Toftavatn til Strendur
- “Við Sjógv” (eystur - vest
ur farleiðin). Íalt væntast
báðar farleiðirnar at kunna
byggjast fyri einar 700-800
mió. kr.
Tørvurin
Grundin til at henda verk
ætlan er komin so væl ávegis,
er fyrst og fremst tí ein
stórur tørvur er fyri einum
so stuttum vegasambandi
sum gjørligt millum suður
Eysturoy og Suðurstreym. At
verkætlanin kann gjøgnum
førast á reinum handilsligum
grundarlagi ber boð um,
at nyttan við at nýta hesa
farleið, heldur enn at nýta
verandi farleið gjøgnum
Sundalagið er størri enn
kostnaðurin.
Kost / nyttu kanning
Arbeiðsbólkurin hevur í
sínum framløgum víst á,
at tað kunnu sparast slak
ar hálvt annað hundrað
milliónir krónur tey fyrstu
15-20 árini við at leggja
farleiðina frá eystara armi á
Skálafjørðinum heldur enn frá
vestara armi. Henda sparing
kemur av at útrokningarnar
- “moduleringarnar” - vísa,
at ímeðal koma allir bilar
at koyra færri kilometrar, tá
farleiðin verður løgd soleið
is. Harafturat vísa fram
rokningarnar, at umleið 4
ferðir meir ferðsla kemur
frá eystara parti av Skála
fjørðinum. Henda sparing
heldur áfram eisini eftir tey
fyrstu 15-20 árini, eftirsum
tað framhaldandi verða færri
km koyrdir, og harvið minni
slit á bilar, minni slit á vegir
og minni tíðarnýtsla.
Verður farleiðin ikki
løgd har størsta nyttan fæst
burturúr, verður avleiðingin
sjálvandi, at verkætlanin
verður minnið áhugaverd –
handilsliga. Tí er avleiðingin
at avkastið av íløguni gerst
verri.
Ferðslutrygd og vega
føring gjøgnum bygt øki
Onkur heldur, at ein
grund fyri heldur at leggja
tunnilin millum Strendur
og Suðurstreym er, at nýggi
vegurin omanfyri Skála nú
verður gjørdur, og hesin
gongur gjøgnum minni bygt
økið. Harafturat verður ført
fram, at ein møguligur tunnil
millum Gøtudal og Skálabotn
ger farleiðina út á Strendur
styttri fyri ferðsluna úr
Norðoyggjunum og økinum
eystanfyri annars. Til hetta
er at siga, at:
- Tað er ikki nýggi vegurin
á vestara armi, sum skap
ar ferðslutørvin. Ferðslu
tørvurin kemur av tí tungu
ferðsluni og teim mongu,
sum hava tørv á at ferðast.
- Teinurin úr Skálabotni út
í Runavíkar er tann sami,
sum úr Skálabotni út á
Strendur,
- Ein vegur skal gerast oman
fyri Runavíkini frá Lambar
eiði til eina rundkoyring
sunnan fyri Runavík “á
Mýrunum”. Hetta er ein
vegur, sum varð ætlaður
longu mitt í sjeytiárunum,
og sum framvegis er aktu
ellur, óansæð um tunnilin
kemur ella ikki, vegurin
verður umleið 3 km til
longdar. Allar útbyggingar
í Runavík hava í 30 ár tikið
hædd fyri hesi vegaføring.
- Størsti parturin av tí tungu
ferðsluni til og úr Eysturoy,
kemur av eystara armi á
Skálafjørðinum. Tað er av
sera stórum týdningi fyri
vinnulívið her á staðnum,
at tunnilin verður gjørdur
beinleiðis millum eystara
arm og Suðurstreym.
Skuldi tunnilin gingið frá
vestara armi, hevði hetta
viðført, at øll tann tunga
ferðslan skuldi niður á 100
m dýpi og so upp aftur á
Strondum áðrenn leiðin
gekk suðuryvir. Hetta svar
ar til at fara longur upp enn
Gøtueiði. Harafturat leing
ist farleiðin ímeðal uml.
4 km fyri alla ferðsluna
– sambært útrokningum.
Tað er heilt greitt, at
vinnuligu áhugamálini
tala fyri eini suður -
norður farleið frá eystur
síðuni á Skálafjørðinum.
- Nýggi fjøruvegurin gjøg
num alla Runavíkina
er komin væl ávegis,
og verður liðugur langt
áðrenn koyrandi verður
gjøgnum tunnilin. Hes
in kemur at taka alla
gjøgnumgangandi ferðslu
úr Runavíkini oman á
fjøruvegin. Fjøruvegurin
verður gjørdur eftir nýggj
astu vega forskriftum við
gongubreyt báðumegin,
og verður íbundin vegin
úti í Rók, soleiðis at ferðsl
an til tunnilin kemur í
landsvegin har og verður
síðani førd eysturyvir
til verandi rundkoyring.
- Samanumtikið kann sig
ast, at áðrenn tunnilin
er liðugur, eru tveir
vegir klárir gjøgnum
Runavíkina, sum hvør er
8 m breiðir. Harafturat
verður vegurin omanfyri
Runavíkina gjørdur innan
fyri eina rímiliga framtíð.
- Tað er eingin yvi um, at
vit verða tilreiðar at taka
ímóti ferðsluni sum fer at
koyra eftir eystara armi í
2012.
VIÐMERKINGAR
Skálafjarðartunnilin
Eystaru – ella vestaru megin?
Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum í jólaføstu
2005
Verður føroyskt mál ávirkað
av donskum og enskum? Ja, í
hvussu so er øðrum teirra!
Forvæl, sum nógv nú siga,
man tó ikki koma av danskari
ávirkan, ella hvussu!?
Havi annars hoyrt onkran
siga:Góða morgun! Sjáld
samt!
Gott kvøld og góða nátt
duga vit tó at siga enn!
Bei, tit!
Við málkvøðu!
Gomorin, godag og forvæl!